(Dimmalætting - Mars 2002)
Calvinist: Ein
sum
trýr
á
Guds alveldi.
Pelagianari: Ein,
sum
trýr
á
menniskjans fría vilja.
Arminari (Semi-Pelagianari): Ein, sum roynir at
harmonisera Guds alveldi við menniskjans fría vilja —
sambært calvinistum verður tað gjørt eftir
"hug
en hæl, klip en tå" metoduni.
Natural arvasynd: Læran
um,
at
syndin
(íroknað syndaskuldin) arvast biologiskt,
við tað at "vit
vóru
øll
í
lendum Ádams", tá
ið hann syndaði, og tískil syndaðu vit eisini.
Federal arvasynd: Læran
um,
at
syndin
arvast juridiskt og kollektivt, við tað at
Ádam var ættarfaðir okkara, og hann sum slíkur
tók avgerðir (syndaði) okkara vegna.
Henda greinin má
verða sera avmarkað, við tað, at hon spennir so
víða, og ógjørligt verður at fara í
smálutir ella at endurgeva øll viðkomandi vers
í bíbliuni, ið umrøða evni. Skuldi tað
tó blivið eitt kjak um hetta evni, hvat eg avgjørt
ikki ætli, so kann eg dokumentera mínar pástandir.
Spurningin um, hvat
endurføðing er, og nær og hvussu hon hendir,
sæð í ljósinum av syndafallinum og arvasyndini,
fái eg ikki viðgjørt her. Sama er galdandi fyri
tað andaliga v.s. sálarliga (náttúrliga)
likami.
Lutfallið andi/hold í
menniskjanum má bíða til eina aðruferð, lat
meg tó siga, at menniskja, sum Gud skapti tað, er eitt
millumting, ella rættari sagt ein kombinatión av einari
andaveru og einum dýri - hetta forklárar, hvussu vit
kunnu tilbiða Gud í anda (og sannleika), samstundis, sum vit
eru flokkdýr.
Bíblian roknar menniskja
sum eina eind ella heild, alt menniskja fall í synd við
Ádami, og alt menniskja verður endurloyst og endurreist
við Kristusi, hóast henda tilgongdin (heilaggeringin) tekur
alt lívið, og sonarrætturin (Róm.8)
endurloysing likams okkara, sum ikki er eitt umbýti við eitt
annað likam, men ein umskapan av tí sama likaminum,
má bíða til uppreisnina ella Kristi afturkomu.
Menniskja er ein eind, ein heild, og Kristus doyði fyri allan
persónin, og tað er ongin "gomul náttúra"
í menniskjanum, sum Gud (hin almáttugi!?!) ikki
klárar at frelsa.
Tá ið hetta er sagt, roknar
bíblian menniskjað sum eina tvídeilda veru, dichotomy ella sum eina
trídeilda veru, trichotomy?
Skilir bíblian millum
anda/hold, sál/likam, innvortis/útvortis menniskja,
v.ø.o. skilir bíblian millum tað spirituella, sum ein
"substans", og tað materiella sum ein annan.
Ella roknar bíblian
menniskja sum eina trídeilda veru, har tað materiella er ein
substansur, likam ella hold (vit síggja burtur frá
teologiska hugtakinum hold eina løtu), meðan tað
spirituella er lutað sundur í tvær
sjálvstøðugar eindir, anda og sál, so vit
fáa anda/sál/likam, har persónligheitin er
lutað millum anda og sál.
Henda spurningin havi eg
hugsað um í nøkur ár, við tað at eg
havi havt trupulleikar við at funnið nakran systematik í
bíbliuni v.v. orðunum andi og sál. "Tí orð Guds
er livandi og hevur kraft og er hvassari enn nakað
tvíeggjað svørð; tað fer
ígjøgnum, inntil tað klývur sál og
anda..." (Heb.4.12).
Fyri
at
sitera
C.H.Spurgeon, so hava mangir menn roynt tað sama,
men sambært hansara (og mínum) kunnskapi, so hevur tað
ikki lukkast enn.
Eg hugdi
ígjøgnum bíbliukommentararnar hjá
mær, leksikon v.m., áðrenn eg skrivaði hetta, og
fann út av, hvat eg ikki visti áðrenn, at so gott sum
allir calvinistarnir, Calvin, Owen, Gill, Spurgeon, Reymond,
Hendriksen etc. vóru dichotomistar, meðan mest sum allir
arminararnir, harundir Scofield og dispensationalistar sum heild
(frároknað MacArthur, sum er calvinistur) vóru
trichotomistar - Tað er ringt at finna eina "Systematiska Teologi"
hjá einum arminara, tí teir hugsa ikki serliga
systematiskt - annars høvdu teir neyvan verið arminarar.
Methodisturin Dr. James Strong (hin við "Strongs" nr.) er
undantakið, sum prógvar regulin. (P.S: ikki blanda við
A. Strong)
Sum dømi um, at
orðið andi og sál verða brúkt hvørt um
annað, ikki fyri at siga tvey ymisk ting, men at siga tað sama
við einum lítlum merkingarmuni, sum t.d. sál og
hjarta (V.D."sinni) í 5.Mós:11.18, kann eg nevna
Magnificat, lovsang Mariu í Luk: kap 1. v.46-47: Tá
segði Maria: "Sál
mín
setur
Harran
høgt, og andi mín gleðist
í Gudi, Frelsara mínum".
Esaias:42.1: "Hygg tænari
Mín, sum Eg styði, útvaldi Mín, sum sál
Mín hevur tokka til! Eg leggi Anda Mín á Hann,
Hann skal bera rætt út til fólkini." Her síggja vit Gud
umtala Seg sjálvan sum havandi/verandi sál, við
avmarkaðum merkingarmuni til orðið anda í sama
versi. Men Gud hevur ikki sál sambært systematiskari
trichotomy, uttan í yvirførdum týdningi.
Annars er orðið
sál, NEPHESH umsett við lív (livandi) fyrstu
ferð, tað kemur fyri í bíbliuni
1.Mós:1.20, og ikki fyri enn fjórðu ferð
orðið NEPHESH er brúkt, er tað umsett við
sál, kap.1:30: "Og
øllum
dýrunum
á
jørðini, øllum
fuglunum undir himli og øllum, ið á
jørðini skríður, øllum tí, ið
hevur livandi sál í sær". Fimtu ferð
orðið NEPHESH er brúkt, merkir tað
menniskjasál í vanligum týdningi, kap.2, v 7: "Gud HARRIN myndaði
menniskjað úr moldini í jørðini og
blásti lívsanda í nøs hansara, so at
menniskjað varð livandi sál".
Vit síggja her (og
aðrastaðni í G.T.), at sama orð verður umsett
við lív og sál, og er sama galdandi við grikska
N.T. og orðinum PSUCHE (psyke), sum verður umsett stundum
við lív, og stundum við sál. Vit hava eisini
á føroyskum orðafellið at "ganga við
lív og sál upp í okkurt", her merkir
lív og sál tað sama.
Spurningin, hvat Sálamon
sigur í Prædikarinum kap 3, v.19-21 "sama anda hava tey
øll", og um tað er rætt ella skeivt, sum
Sálamon sigur her, tann spurningin lati eg liggja á hesum
sinni, men vit kunnu staðfesta, at tann vísasti av
øllum bíbilskum skribentum brúkar orðið
RUWACH til at nevna andan hjá sovæl menniskjum sum
dýrunum.
N.B. Tað stendur mær
vitandi ongastaðni, at sálin hjá dýrinum fer
aftur til Gud, og tað stendur ongastaðni, at likamið
hjá dýrinum rísir upp, soleiðis sum tað
kjøtiliga likamið hjá menniskjanum rísir upp
endurskapt Fil.3.21.
Præd. 12:7: "Og dustið fer
aftur í moldina og verður, sum tað var áður,
og andin fer aftur til Gud, sum gav hann!"
Læran um menniskja sum
trídeilda veru, trichotomy stendur og fellur við 1.Tess.5.23: "Og Hann
sjálvur, Gud friðarins, heilaggeri tykkum, øll sum
tit eru, og mátti bæði andi, sál og likam
tykkara verðið varðveitt fullkomin, ólastandi,
í komu Harra okkara Jesu Krists!"
Hvat lærir so hetta versið?
Hetta versi lærir, at Gud
skal heilaggera útvaldu t.v.s. børn síni í
síni heild og í minstu detaljum. Hetta versið
lærir hvørki monismu (1), dicotomy (2), ella trichotomy
(3) eins, og Jesus t.d. ikki lærir quadchotomismu (4) í
Lukas 10.27 "Tú
skalt
elska
Harran
Gud tín av øllum hjarta tínum,
av allari sál tíni, av allari styrki tíni og av
øllum huga tínum, og næsta tín sum teg
sjálvan."
Tað, sum Jesus umtalar her, er
heildin, sum bestendur av detaljunum, sama ger Paulus.
Og aftaná at Paulus hevur
argumenterað og lært greitt og gjølla í
brævinum hjá sær, uttan at nevna hesa menniskjaligu
tríeind, sum seinri fekk so drúgva umtalu í
teologiuni í samband við læruna um
inkarnatiónina (Orðið varð hold), so kann tað
ikki undra (ella kann tað?), at Scofield lesur eina læru um
eina systematiska trio inn í eina heilsan aftast í einum
brævi - hetta er ikki einasta "tríeindin", sum hann hevur
lisið inn í bíbliuna. Ein onnur næstan
líka kend, er "tann vanntrúgvandi, og tann umvendi og
óumvendi trúgvandi" (ikki spyrja meg, hvat hann
trýr). N.T. kennir bara tveir klassar av fólkum:
Børn djevulsins, og lærisveinar Kristusar, men Scofield
hevur "neyðtikið" 1. Kor. kap.3, fyri at finna ein holdligan
bólk av trúgvandi, sum ikki eru lærisveinar, og
ikki hava Kristus sum Harra, men "bara" sum "frelsara". Mær
rennir í hug eitt bókaummæli hjá
C.H.Spurgeon: "Summir
rithøvundar
finna
ikki
Kristus, har hann er sjónligur,
men harra NN finnur Hann, har, ið Hann ikki er yvirhøvur!"
Stutt yvirlit:
Um vit síggja burtur
frá tí Platonsku læruni, sum bleiv stuðlað
m.a. av kirkjufaðirinum Origen, um at mannasálir vóru
"pre-eksisterandi" áðrenn likami varð gitið, og so
tóku bústað í einum menniskjalikami, inntil
tað doyði, og sálin slapp úr sínum
"fongsli" aftur - ein læra sum er ósambærilig
við hvat bíblian annars lærir, og er ókend
í hini Heilagu Skriftini, so hava vit tvær lærur
eftir v.v. uppruna sálarinnar, t.v.s. upprunan til hvørja
einstaka mannasál.
Creationisma er læran um, at Gud
skapir eina nýggja sál, hvørja ferð eitt likam
er gitið, og einastaðni frá og íroknað
gitnaðinum til og við føðingini, sameinir Gud hesa
sálina við likamið. Henda læran er stórt
sæð einaráðandi millum Pelagianarar og
Semi-Pelagianarar, tí at Gud kann ikki skapa synd, og sleppa
teir harvið av við arvasyndina, og kunnu teir so ruðra
sínum børnum í svøvn, alt meðan teir
syngja uppi yvir teimum: "So
óspilt
og
reint
er títt hjarta" -
ein
kann
so ivast
í, hvat teir skulu brúka ein Frelsara til, men lat
tað fara - tað skal tó sigast, at einstakir calvinistar,
t.d. C.H. Hodge, vóru creationistar, meðan t.d. Augustin og
R.L. Dabney ikki høvdu eina avkláraða meining
v.v.creationism/traducianism, eins og t.d. Dr. Martin Luther, eftir
hvat ið sigst, ikki hevði eina greiða støðu v.v.
Dichotomy/Trichotomy.
Traducianisma er læran um, at Gud
skapti Ádam og Evu, og síðan lat tilgongdina
ganga av sær sjálvari, á sama hátt sum
hjá dýrunum og plantunum - t.v.s., at Gud setti eina
ketureaktión í gongd. Henda læran er tann einasta
av hesum teologisku lærunum, sum forklárar, hví
børn líkjast sínum foreldrum og landsmonnum,
v.ø.o. hví avkomið líkist upphavi sínum
sálarliga eins væl og likamliga. Bíblian (og
vísindin) kenna onki til at bert eitt likam verður
gitið, talan er altíð um ein heilan persón
(monisma), eitt likam við lívi, sum á hebraiskum og
griskum er tað sama sum við sál (NEPHESH/PSUCHE). Henda
læran gevur, sum rímiligt er, trichotomistunum ein eyka
trupuleika, kann andi arvast?
Eg taki undir við
traducianismuni, við tað at henda læran er tann einasta
av hesum nevndu, sum er sambærlig við ta reformertu (og
paulinsku) læruna um arvasynd, t.v.s. læruna um at
synd/syndaskuld Ádams, og ikki bara avleiðingarnar av henni
arvast - arvast "við
genunum", kundi ein næstan sagt. Og hevur man fingið
dichotomismuna og traducianismuna upp á pláss, so
verður spurningurin um tað federala v.s. naturala í
sambandi við arvasyndina ikki so innviklaður longur - tann
naturala arvasyndin fylgir av sær sjálvum, um ein velur ta
traducianistisku læruna um upphavið til mannasálina –
annars dugi eg ikki at síggja, sum summir halda, at
traducianisman og naturalisman neyðturviliga útiloka tað
federalu arvasyndina, hóast hesar báðar
federal/natural klára seg uttan hvørja aðra. Eg haldi
tvørturímóti, at naturalisman styrkir um "federal
headship" og tilhoyrandi arvasynd - Tó, henda greinin var ikki
um arvasynd, men um bíbilska sálarfrøði.
Hvønn skal ein trúgvandi, sum líðir sálarliga venda sær til; til sálarfrøðingar, lærisveinar hjá Freud og Jung etc.? Nei!,
"Kristus er
svarið til heimsins stóru neyð,
Kristus kann frelsa úr vanda, sorg og deyð.
Spurningar lívsins níva mangan mann,
teir eina Kristus svara, loysa kann,
tí Kristus er svarið til heimsins neyð.!"
(ums.
Z.Z).
Orð Guds hevur svarið til henda spurningin, og
allar mentalar spurningar, sum kunnu loysast í hesum
lívinum - summir spurningar verða ikki loystir hesumegin
gravarbakkan, heldur ikki av sálarfrøðingum. "Tit vóru jú sum seyður,
ið vilstur er, men hava nú vent við til hirða og
umsjónarmann sálna tykkara." 1.Pæt: 2:25,
og kap.4.19 "Tí skulu tey,
sum eftir vilja Guds líða, geva hinum trúfasta
skapara upp sálir sínar - og gera hitt góða".
Vit síggja í hesum versinum, at tað er vilji Guds, at
summi av Hansara børnum skulu líða í
ávísan mun í ávísum
tíðarskeiðum, og tað loysir ongan trupulleika
(á viðvarandi hátt) at geva sína sál
upp í hendurnar á einum sálarfrøðingi -
nervamedisin og rúsevni annars loysa ongar trupulleikar, men
kunnu í besta føri heilt ella lutvíst fjerna
symtomini, inntil trupulleikin møguliga verður loystur
á annan hátt, "Tí
skulu tey, sum eftir vilja Guds líða, geva hinum
trúfasta skapara upp sálir sínar - og gera hitt
góða".
Vit kunnu at enda staðfesta,
at sálarfrøðingar og
bíbliulærarar/hirðar hava sama
arbeiðsumráði: menniskjans sál, sum í
djúpari týdningi er menniskjans lív í
síni heild. Skilnaðurin millum menniskjans andaliga
lív og menniskjans sálarlív, sum
pop-kristindómurin og sokallaða
sálarfrøðin hava deilt sínamillum í
"gensides forståelse" er líka kunstigur og fundamentleysur
sum hesar báðar arvalærur manna við øllum
sínum fáfongdarvillum tilsamans.
Stundin er nú komin til, at
vit trúgvandi í Føroyum skræða hetta
fávitskunnar forhang niður frá í erva av, og
bróta henda millumgarð niður, sum hevur gjørt
skilnað í hugaheimi okkara, so at vit gera eitt av
hugtøkunum báðum, andi og sál, eins og orð
Guds ger tað.
E.S.
Lutfalli millum andaligt og
sálarligt í bíbliuni, har tey verða sett upp
ímóti hvørjum øðrum, komi eg
vónandi at viðgera í eini aðrari grein...
- - -
Postscriptum:
Grani bar gulli av heiði.
Høgni bar navnið av Heiði.
Sum konan segði, "øll
fáa sítt at bera".