Gud vísir kærleika Sín til okkara við, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar. Róm.5:8
Eftir A.W.Sloan
(Góð Tíðindi – Oktober 1969)
Var tað bert
fyri "mong", ella fyri "øll"?
Er nakar farin fortapt við "betaltum" syndum?
Harrin Jesus
segði, at Hann var komin at "geva
lív
Sítt
í loysigjaldi fyri mong." (Matt.20:28)
Paulus sigur, at Kristus Jesus "gav
Seg
Sjálvan
til loysigjald fyri øll." (1.Tim.2:6)
Eg var nærmast
skelkaður, táið maður segði, at tað funnust
mangar sálir í Helviti í dag "við betaltum
syndum."
Var hetta satt, so var Gud okkara
órættvísur Gud, sum letur skuldarfríar
sálir fortapast fyri skuld, ið er goldin. Men hetta er ikki
satt, lovaður verði Gud. Tað hvørki er og ei heldur
verður nakar í Helviti, hvørs syndaskuld er goldin.
At málbera seg so, er ógviliga misvísandi og ikki
samsvarandi tað, ið Bíblian hevur at siga um hetta
mál.
Lati okkum hugsa okkum til, at
allir íbúgvarnir í eini bygd standa í
óbótaligari skuld til kommununa, men
Landsstýrið stígur til og rindar alt fyri øll.
So eru øll skuldarfrí. Men um nú tey flestu
í bygdini ikki vilja trúgva hesi
gleðitíðindum og vilja ikki taka móti kvittanum
sum vátta, at so er og enntá háða hann, ið
ber teimum hesi gleðiboð – eru tey ikki skuldafrí
sjálvt um tey ikki trúgva hesum tíðindum?
Jú, vissuliga eru tey tað. Um nú bygdaráði
sigur sum so: "Táið
tit
ikki
vilja trúgva og ikki vilja takka fyri hesa
vælgerð og hesi góðu tíðindi, so skulu
tit sjálv koma undir at gjalda tað, sum tit hava staði
í skuld fyri, og kunnu tit ikki tað, skal øll ogn
tykkara verða tvangsseld.",
vildi
tá
ikki slík framferð verði ógvuliga
órættvís av bygdaráðnum? Jú!,
vissuliga so. Kommunan hevði fingið alt tað, hon kravdi, og
hevði so statt ongan rætt til at krevja ella saksøkja
nakran, antin hesi trúðu tíðindunum ella ikki.
Og sanniliga, Gud vil ikki krevja
syndaran at gjalda syndaskuld, sum ein annar hevur rinda hansara vegna,
og enn minni tveita hann í Helviti, tí hann ikki
sjálvur var førur fyri at gjalda tað, ið er goldi
fyri hann, av einum øðrum. Tað verður eingin syndari
í Helviti hvørs synd er betalt.
Ein skeiv mynd.
Men nú,
omanfyristandandi mynd ella illistratión, sum vit hava
nýtt, gevur hon eitt rætt og satt bílæt av
hvat evangeliið snýr seg um? Nei, tað ger hon als ikki.
Ein slík mynd er, - um hon var ætlað at lýsa
fyri okkum evangeliums sannleika – bæði ósonn og
misvísandi.
Kristus kom sum Lamb Guds at taka
burt synd heimsins, men ongastaðni lesa vit í bíbliu
okkara, at Kristus hevur borið og goldið fyri allar syndir hins
gudleysa og ófrelsta. At kunngera slíkt kann fáa
álvarsamar fylgjur, við tað at gudleysir syndarar, sum
als einki vilja hava við Kristus at gera, kunnu siga sum so: "Vit hava einki at
óttast. Kristus hevur jú goldið fyri syndir als
heimsins, og so fyri okkum við. Alt er í lagi" – og so liva teir
víðari í gudloysi og sorgleysari trygd og avnokta Gud
í verkum sínum.
Stundum verður sagt við
syndarar, at teir eru fallit yvirfyri Gudi, og samstundis verður
kunngjørt teimum, at Kristus hevur goldið alla skuld teirra.
Men slík tala er jú sjálvmótsigandi og
villeiðandi. Hvussu kann ein verða fallit og samstundis
skuldafríður?
Henda misskiljing kemur av, at
ávís skriftorð, sum bert hava við
trúgvandi (Guds børn) at gera, verða framhildin fyri
og anvend uppá vantrúgvandi. Bíblian lærir
okkum, at meðan Kristus doyði sum loysigjald fyri øll
menniskju, verður Kristi deyði einans roknaður at vera
ístaðinfyri tey, sum í trúnni taka við
Honum og geva seg undir Hann. Bert slík – og eingin annar –
hevur rættin til at siga, sum Pætur sigur, at Kristus "Sjálvur bar
syndir okkara upp á træið." (1.Pæt.2:24).
Tí verður tað sagt í Hebr.9:28, at Kristus var
opinberaður, fyri við ofri Sínum hina einu ferð, at
taka syndirnar burtur hjá mongum – ikki øllum, t.e.
teirra sum taka við krossverki Hansara og móti Honum
Sjálvum við. Tað var hetta Harrin Jesus sipaði til
í Matt.20:28, at Hann skuldi geva lív Sítt til
loysigjald fyri (t.v.s., sum orði á frummálinum
merkir, ístaðinfyri) mong - Ikki ístaðinfyri
øll. Men harafturímóti umfatar orð Paulusar
í 1.Tim.2:6 øll menniskju, táið har verður
sagt, at Kristus gav Seg sjálvan til loysigjald fyri øll.
Við øðrum orðum vil hetta siga, at verk Kristusar
á krossi er ætla at koma øllum til góða,
tað er fyri øll, men verður bert "yvir øllum sum
trúgva" sum
tað er sagt í Róm.3:22.
Ein røtt mynd.
W.Hoste nýtir eina mynd
ella illustratión, sum á rættan hátt
lýsir fyri okkum munin millum Kristi deyða fyri allan
heimin, og deyða Hansara ístaðinfyri tey sum
trúgva. Hann sigur:
"Um Landsstýri avsetur
eina ávísa peninganøgd, fyri at gjalda fyri eina
kommunu, sum er fallit, við teimum treytum, at hvør
einstakur í kommununi kemur og leggur greitt fram síni
persónligu viðurskifti og síðan tekur við
tilboðinum. Peninganøgdin kundi verið størri enn
øll skuldin hjá øllum tilsamans, men bert hin
einstaki av teimum, sum uppfylla treytirnar kunnu tá siga: Skuld
mín er goldin av Landsstýrinum". Møguleikin
var tilstaðar fyri øll, at fáa skuldina rindaða,
men í veruleikanum var bert skuldin hjá nøkrum
einstaklingum – kanska bert fáum – goldin.
W.R.Lewis hevur sagt: "Hóast Kristi
deyði er heimsumfatandi í síni ætlan, so er
hann bert til gagn fyri hin einstaka, og um hin einstaki syndarin ikki
ger brúk av hesum, sum er fyrireikað hansara vegna,
verður skuld hansara ikki bøtt fyri. Hann er framvegis sekur
fyri Gudi – syndir hansara eru ikki bornar burtur, misgerðir
hansara eru ikki burturtiknar, skuld hansara er ikki
útstrikað, og um hann doyr í syndum sínum, vil
hann koma at svara fyri, ikki bert tað, at hann hevur vrakað
Kristus, men eisini fyri eina og hvørja synd hann hevur
gjørt". Opinberingin
20:12
sigur,
um hini fortaptu: "Tey
vóru
dømd
eftir tí, sum skriva var í
bókunum, hvør eftir verkum sínum". Og Ef.5:6
sigur: "Lat ongan
dára tykkum við tómum orðum! Fyri slíkt
kemur vreiði Guds yvir børn ólýdnisins".
Semingsgrundarlagið.
Seinna Korintbrævið
5:19-21 sigur okkum, at "í
Kristusi
forlíkti
Gud heimin við Seg Sjálvan".
Semingsgrundarlagið er fingið í lag frá Guds
síðu, í Kristusi, hvat heiminum viðvíkir,
og Gud er tilreiðar ikki at tilrokna teimum syndir teirra, um
menniskju bert vilja verða forlíkt við Gud á
hesum grundarlagi. Tað eru ikki vit menniskju, sum skulu gera eitt
ella annað fyri at fáa Gud forlíktan við og
vælstemtan móti okkum. Tað er ikki neyðugt. Gud
hevur aldri verið fíggindi okkara. Honum tørvar ikki
at verða forlíktur. Men okkum tørvar at verða
forlíkt við Gud. Og Gud hevur Sjálvur fingið eitt
slíkt forlíks-tilboð í lag, sum 2.Kor.5:19-21
setur fram fyri okkum, har einki fordrast av okkum, uttan bert at
takað við tilboðnum, ið gongur út uppá,
als ikki at tilrokna okkum syndir okkara, men bæði fyrigeva
og gloyma tær, (Hebr.10:17), fyri Kristi verks skuld.
Men hetta
stórfingna tilboð kemur tær bert tilgóða,
um tú tekur við tilboðnum í trúnni
á Guds Son. Tað er ikki Gud, sum skal verða
forlíktur, men vit, tú og eg, og alt er treyta av hesum
eina, soleiðis sum hetta skriftorði sigur okkum:
"Vit eru tá
sendiboð í stað Kristusar, sum tað hevði
verið Gud, ið áminti við okkum; vit biða
í stað Kristusar:"Verði forlíkt við Gud!"
Hann sum kendi ikki til synd, gjørdi hann til synd fyri okkum,
fyri at vit í Honum skulu verða rættvísi Guds".
A.W.Sloan
Viðmerking Óla
Nicodemussen: Eg havi ikki tað fatan, at A.W. Sloan var líka
víðgongdur calvinistur sum eg sjálvur, men omanfyri
standandi teksti eri eg fult og heilt samdur
við - so langt, sum hann gongur...
Ó.N.