* * *  Viðmerking um browsara: Internet Explorer vísir (honum líkt) eina rúgvu av óruddi í hesum tekstinum - hetta hóast hann er skrivaður í Word. Vinarliga nýtið onkran annan brosara t.d. Google Crome ella Mozilla Firefox. * * *


Orðið varð hold,

men var holdið bert orð ?

Høvuðsuppgávan  2.HF   2009/2010

Skrivað hevur:  Óli Nicodemussen

Lærari:  Joan Sørinardóttir

Próvtal  13  

 

Í upphavi var Orðið (gr. Logos), og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud. (Jóh.1:1)

 

Hann var í upphavi hjá Gudi. (Jóh.1:2)

 

Orðið varð hold og tjaldaði millum okkara. (Jóh.1:14)

 

Gud ...  sendi Son Sín líkan syndigum holdi og fyri synd. (Róm.8:3)

 

Tí mátti Hann í øllum verða brøðrum Sínum líkur. (Heb.2:17)

 

Gud opinberaður í holdi. (1.Tim.3:16)

 

Sanniliga var hesin maður Sonur Guds. (Mark.15:39)

 

Menniskjað Kristus Jesus. (1.Tim.2:5)

Innihaldsyvirlit

Fororð: 1

Inngangur: 1

1.      Kirkjufundir til og við 451. 2

1.1 Hin fyrsti kirkjufundurin. 2

1.2 Ár 100 – 300. 3

1.3 Nicea og  Chalcedon undir einum.. 3

2.      Nicea 325. 3

2.1 Hví Nicea. 4

2.2 Hvat var trupulleikin. 4

2.3 Hvat var úrslitið. 4

2.4 Hvørjir trupulleikar stóðu eftir 5

3.      Chalcedon 451. 5

3.1 Hví Chalcedon. 5

3.2 Hvat var trupulleikin. 6

3.3 Hvat var úrslitið. 6

4.      Týdningurin av úrslitinum v.v. menniskjaleika Kristusar 7

4.1 Var so alt gott?. 7

5.      Óortodoksar áskoðanir um menniskjaleika Kristusar síðan trúbótina. 7

5.1 Lutherdómur 7

5.2 Annað. 8

6.      Plymouth Brethren – brøðrasamkoman. 8

6.1 Hvørjir vóru Plymouth Brethren. 9

6.2 Irving. 9

6.3 Reaktiónin hjá PB til Irving. 10

6.4 Tað himmalska menniskja. 10

6.5 Innanhýsis frástøða frá tí etableraðu læruni hjá PB – F.F. Bruce. 11

6.6 Kundi Kristus synda? – viðmerkingar PB til F.F. Bruce. 11

7.      Dispensationalisman og menniskjaleiki Kristusar 12

8.      Føroyska brøðrasamkoman og menniskjaleiki Kristusar 13

8.1 Trupulleikar við keldum.. 13

8.2 “Mannalíki”. 14

9.      Niðurstøða:  Er læran hjá PB um menniskjaleika Kristusar ortodoks. 16

Endanotur:

Keldulisti:

Fylgisskjøl:
 17

 

Fororð:

Henda uppgávan er ein skjót, søgulig gjøgnumgongd av tí etableraðu “almennu katólsku” læruni, tí sokallaðu ortodoksu kristnu læruni, við serligum atliti til spurningin um menniskjaleika Jesu Krists. Pilatus spurdi Jesus á sinni: “Hvat er sannleiki?”[1], men fekk ikki spurningin svaraðan. Villy Sørensen spyr heldur retoriskt, fyri ikki at siga speiskliga, á síðu 16 í bók síni Jesus og Kristus “Hvad er sandhed og hvad er myte?” [2]. Eg veit ikki um Villy Sørensen, sáli fekk spurningin svaraðan, men eg kann siga við vissu, at eg ætli mær hvørki at svara Pilatusi ella Sørensen upp á spurningin: Hvat er sannleiki. Eg ætli mær heldur ikki at viðgera, hvat ið bíblian sum so lærir, tí tað fellir uttan fyri hesa viðgerð av tekstum[3]. Eg kann av góðum grundum ikki “fara í rættin” við kirkjufundunum í Nicea og Chalcedon v.v., um teir skiltu Bíbliuna rætt. Enn minni kann eg viðgera, um bíblian í heila tikið er “røtt” og “sannleiki”. Eg fyrihaldi meg til Kirkjufundin í Nicea, sum defineraði guddómleika Jesusar og Kirkjufundin í Chalcedon, sum defineraði menniskjaleika Jesusar, og eg rokni teir í hesi uppgávuni sum autoritet fyri, hvat ið er “rættur katólskur og ortodoksur kristindómur” – annað er so tað, at eg haldi yvirhøvur, at niðurstøðurnar á hesum fundum viðvíkjandi persóninum Jesusi Kristus vóru rættar og bíbilskar.

Inngangur:

Tað verður sagt um týska filosofin G.F. Hegel, at hann var so grundigur í at definera hugtøkini, begrebini, at hann í ramasta álvara viðgjørdi begrebið “Begreb”. Eg havi ikki lisið hann, og ætli mær ikki. Táið K.O.Viderø metir hann at vera óskiljandi, so geri eg mær ikki hugsanir um at koma at skilja Hegel. Men júst sum við begrebinum Begreb, so komi eg at hugsa um “kunnskap um kunnskap” og “vitan um vitan” í sambandi við tað yvirordnaða evnið hjá mær – menniskjaleiki Kristusar.

Tað er mítt uppáhald, sum stendur fyri egna rokning – eg havi ikki lisið tað aðrastaðni, at munurin millum náttúruvísindi og hugvísindi er, at náttúruvísindi er innviklað við fyrsta eygnakast, men blívur einfaldari so hvørt, sum ein kemur nærri at trupulleikanum. Vit kunnu hugsa um eitt óhugnaligt skrímsl av einum roknistykki við hópin av x’um og tí, sum verri er. Táið hetta er sett í ein matematiskan frymil, so er trupulleikin foreinklaður og væl lættari at skilja. Sama fyribrigdið gongur aftur stórt sæð gjøgnum alla náttúruvísindina, alt kann setast í frymlar (hóast vit ikki kenna allar frymlarnar enn), og so kunnu vit kalla fyribrigdini náttúrulógir o.s.fr.

Viðvíkjandi hugvísindi er bílætið júst tað øvugta. Í sálafrøði, heimspekið og religión skilir mann beinanvegin alla tilveruna og kann koyra alt í tveir ella tríggjar bólkar, og so er leyst og liðugt, og bílætið passar næstan - men bara næstan. So hvørt, sum mann kemur longri inn og nærri at trupulleikanum, so sær mann, hvussu ringt tað er at skilja til fulnar – trupulleikarnir vaksa í kvaliteti, so hvørt sum teir minka í kvantiteti - Sigmund Freud “skilti” alla mannaættina rímiliga væl, ikki minst kvinnurnar og allar teirra fortreingingar, men hann skilti ikki serliga væl konu sína, sigst[4].

Hesin trupulleikin gongur aftur alla tíðina v.v. teimum klassisku stóru trupulleikunum í filosofi og teologi, t.d. “hinum fría viljanum” sum liggur á markinum millum teologi og filosofi og umfatar bæði. Hetta er ein innviklaður trupulleiki, sum frægastu teinkjarar, bæði heidnir og kristnir, hava roynt at hugsað til botns í fleiri áratúsund, men eingin kemur á botn við hesum. Tó so, í hvørjari generatión er onkur maður, sum hevur loyst trupulleikan, heldur hann, men táið hann skal forklára loysnina hjá sær, vísir tað seg hvørja ferð, at hann bara hevur foreinklað trupulleikan so mikið, at hann ikki sjálvur sær nakran trupulleika – hetta er forrestin galdandi fyri allar “synkroniseringar” av “menniskjans fría vilja” og “Guds alveldi”, sum eg havi lisið um. Tær eru allar gjørdar eftir “hug en hæl, klip en tå” prinsippinum.

Viðvíkjandi menniskjaleika Kristusar, so er tað eitt skúladømi um nakað, sum er lætt skilt á yvirflatuni, men gerst torskilt, táið ein fer at hugsa djúpt um tað. Børnini í sunnudagsskúlanum kunnu hava ávísar trupulleikar við, hvussu Jesus bæði kann vera Gud og sonur Guds samstundis, og hetta samstundis sum bert ein Gud er. Men at Jesus er menniskja, ivast tey ikki í eina løtu, tað skilja tey – men er tað nakað skil í tí, sum tey skilja…..

Eg lati Villy Sørensen runda av henda heldur drúgva inngang til trupulleikan við menniskjanum Jesusi Kristi: ¨[5] “Det er under alle omstendigheder en fantastisk historie: at Guds søn, for to tusinde år siden, blev menneske, i Galilæa i Israel, for at frelse menneskene fra synden og døden ved at tage deres synd på sig og ofre sit liv for dem.”

1.     Kirkjufundir til og við 451

Kirkjufundir eru at skilja sum fundir, har ið umboð fyri ta etableraðu kirkjuna koma saman at viðgera aktuellar ósemjur við tí endamáli at skera ígjøgnum og gera eina niðurstøðu um, hvat ið er “hin rætta læran”. Bíblian er ikki ein systematisk teologi, men ein bók, sum má systematiserast í eina trúðarjáttan, um ein skal skilja ímillum, hvat ið ein trýr og ikki. At “vit trúgva tí, sum bíblian lærir” er ein meiningsleysur setningur, táið læran skal formidlast víðari, um ein ikki kann definera, hvat ið bíblian lærir.

1.1 Hin fyrsti kirkjufundurin

Frumsamkoman[6] í Jerusalem hevði ikki teir stóru trupulleikarnar av læruni. Teir kundu spyrja Paulus og hinar apostlarnar í ivamálum. Fyrsti kirkjufundurin í Ápostlasøguni 15 (um vit skulu nýta hetta hugtakið) var heldur ikki so nógv ein teologisk diskussión, men meiri ein kirkjupolitisk niðurstøða um, hvussu tey heidningakristnu skuldu bera seg at fyri ikki at vera teimum jødakristnu til ástoyt.

1.2 Ár 100 – 300

Fyrstu tíðina hjá samkomuni vóru ikki teir stóru trupulleikarnir við at skilja skriftir Paulusar og Jóhannesar. Tað bar til at spyrja onkran, sum hevði hoyrt teir og tosað við teir. Og annars kostaði tað ov nógv í forfylging at vera kristin til, at nakað stórvegis av fólki var í kristnu samkomuni, sum ikki meinti tað av álvara – kulturkristindómur var ikki blivin móti, og politikkur var ikki komin inn í málið enn.

Vit síggja tó týðiliga í teimum fyrstu skriftunum hjá teimum kristnu eftir apostlatíðina – ikki minst Teimum Apostólsku Fedrunum  (Barnabas, Hermes o.s.fr.), at teir rættiliga skjótt gerast ósikrir um, hvat ið var hin bíbilska læran. Í tann mun, sum teir endurgeva skriftir apostlanna (tað gera teir ikki altíð), so endurgeva teir rætt, men aftra seg við at útdýpa tekstin - svermaratankar gera seg galdandi longu í Hermes. Seinri verður griksk (m.a. platons) filosofi blanda upp í læruna t.d. tankan um, at menniskja hevur eina sál; nakað, sum er fremmant í Bíbliuni, har ið menniskja er ein sál. Hetta platonska sálarhugtakið verður fult útbygt hjá Oregenes seinri. Aðrir tekstir, t.d. Tummasarevangeliið, leggur aftur at tekstinum[7]. Tummasarevangeliið er ein koptiskur tekstur, og flyta vit okkum nú at tí egyptisku kirkjuni, sum bleiv eitt klekingareiður fyri ranglæru, so eru vit komin til Arius.

1.3 Nicea og  Chalcedon undir einum

Kirkjufundirnir í Nicea og Chalcedon umrøddu ymiskar spurningar, sum eru óviðkomadi fyri hesa ritgerð. T.d. samtyktið Nicea, nær ið páskirnar skuldu haldast – ein avgerð, sum eg annars eri ósamdur við teimum í, tí eg meini, at kristnu páskirnar eru eitt framhald av jødisku páskunum, og skuldu tískil verið hildnar samstundis sum tær jødisku.

Tær niðurstøður frá Nicea og Chalcedon, sum eru viðkomandi fyri hesa ritgerð, eru tær um persónin Jesus Kristus, hvar ið Nicea fastlegði hansara guddómleika og Chalcedon hansara menniskjaleika – og annars hvussu hesi bæði kundu vera saman í einum persóni.

2.     Nicea 325 

Í ár 325 kallaði Konstantin keisari í Róm umboð fyri teir stríðandi partarnar í kirkjuni saman at einast um eina standardiseraða læru. Konstantin vildi hava kristindómin at vera religiónina í ríki sínum, og gav tað onga meining fyri hann, um kristindómurin í praksis var fleiri rivaliserandi religiónir. Eftir hvat ið Atanasius er siteraður fyri í katólska on-line leksikoninum New Advent[8], so vóru 318 deligerandi tilstaðar á fundinum. Sambært hesi somu grein í New Advent, so hevði Konstantin kraftiga undirmett trupulleikarnar og ósemjurnar í kirkjuni, táið hann helt, at møguligt var at koma til eina semju, sum allir partar kundu taka undir við.

2.1 Hví Nicea

At tað var arianisman, sum var tann teologiska grundin til kirkjufundin, kann ikki vera nakar ivi um, men sum H.M. Gwatkin sigur í bók síni The Arian Controversy um Konstantin  á bls. 18:

“But if he had no theological interests in the questions, he could not overlook its political importance. Egypt was always a difficult province to manage .... The Donatists had given him trouble enough over a disputed election in Africa, and he did not want a worse than Donatists quarrel in Egypt ... The unity of Christendom was at peril, and with it the support which the shattered Empire looked for from an undivided church. The state could treat with a definite organisation of churches, but not with miscellaneous gatherings of sectaries. The question must therfore be settled one way or the other, and settled at once. Which way it was decided mattered little, so that an end was made of the disturbance.”

2.2 Hvat var trupulleikin

“The Arian Christ is indeed a lofty creature”, sum Gwatkin sigur í áðurnevndu bók á bls. 6. Og hetta var júst trupulleikin við “Kristusinum” hjá Arius. Arius vildi sagt, sum Jehovas Vitni annars siga í dag, at Kristus var hin fremsti og størsti av skapningum Guds. Men hetta var júst trupulleikin, at Kristus var ein skapningur – veri hann annars so stórur og frammaliga, sum hann kann vera.

2.3 Hvat var úrslitið

Fyri at gera eina langa søgu stutta, so var Arius eftir at hann varð “avhoyrdur” av kirkjufundinum og stóð við sínar meiningar, tveittur úr kirkjuni og sendur í útlegd til Illyria. Heilt í ónáðir fall hann tó ikki, tí systir Konstantin, Konstantia, ið sympatiseraði við Arius, yvirtalaði á deyðasong í 327 bróður sín at rætta uppaftur “órættin”, sum Ariusi hevði verið fyri, og Arius fekk tískil høvi at møta keisaranum og tala sína søk.

Seinri, í 335, undirskrivaði Arius eina trúðarjáttan, sum Konstantin metti at vera ortodoksa, og Konstantin gav Alexandur biskupi í Konstantinopel kravboð um at taka Arius inn aftur í kirkjuna. Hetta beyð Alexanduri hart í móti, og fór hann við tað sama inn í kirkju sína og bønkallaði Gud um at steðga hesum.  Somu nátt doyði Arius – men arianisman livdi víðari og livur sítt fríska lív í dag m.a. hjá Jehovas Vitnum – men ikki sum partur av tí ortodoksa kristindóminum[9].

Tað gudfrøðisliga úrsliti av Nicea var annars, at fundurin gjørdi ta niðurstøðu, at Jesus var Gud. Um øll orðanøgdin[10] verður kókað niður til vanligt føroyskt, so stendur eftur, at Gud er Ein Vera, men tríggjir persónar: Gud-Faðir, Gud-Sonur og Gud-Heilagi Andi.

Hetta loysti ikki teir stóru trupulleikarnar v.v. ymiskleikanum í læru og uppfatan. Ein og hvør tulkaði hesa niðurstøðu soleiðis, sum hon passaði frægast við hansara egnu áskoðan, men kirkjan hevði nú fingið eina almenna trúarjáttan um Kristi guddóm, sum – hóast hon finst í fleiri variantum, og eingin er vísur í originalinum – kortini er rímiliga greið, so langt sum hon gongur.

2.4 Hvørjir trupulleikar stóðu eftir

“Rímiliga greið, so langt sum hon gongur”, er júst trupulleikin. Um Jesus var Gud, sum Nicea samtykti, var hann so eisini menniskja, ella var hansara menniskjaleiki onkursvegna guddómligur? Var hann í heila tikið ein persónur, ella var hann kanska tveir persónar,  ella fyri at lata Jaroslav Pelikan orðið[11]:

“ ... the Nicene formulation left certain fundamental doctrinal questions unanswered and certain lingering suspicions unallayed. And as the interpretation and defense of Nicea thickened, the question of the gainsayers became ever more insistent and their suspicions increasingly difficult to dismiss as baseless.”

3.     Chalcedon 451

Um onkur helt, at friður bleiv í kirkjuni av Nicea samtyktini, so fekk hann annað at síggja.

Fleiri kirkjufundir vóru annars hildnir millum 325 og 451, men eingin av teimum fekk heitið Økomeniskt Konsul – t.v.s. teir vóru ikki upphevjaðir til sama status sum Nicea og Chalcedon, og vit hefta okkum ikki meiri við teir.

3.1 Hví Chalcedon

Táið ósemjurnar í kirkjuni ikki kundu snúgva seg um Kristi guddómleika longur (uttan hvussu Nicea skuldi skiljast), so máttu tær taka annan ham. Sum ein kundi vænta í kristindómi, so vóru tað fyrst og fremst kristologiskar ósemjur, sum myndaðu hesa tíðina – meiri neyvt hvussu Jesus kundi vera bæði Gud og Menniskja.

Richard Watson hevur gjørt ein stuttan, men eftir míni meting sera góðan samandrátt av teimum ymisku filosofisku rætningunum og sekterisku franktiónunum, sum gjørdu kirkjufundin í Chalcedon neyðugan – sí fylgiskjal 1.

3.2 Hvat var trupulleikin

Vit taka ein samandrátt av teimum ymisku franktiónunum. Ella rættari sagt endurgevi eg Erwin Lutzer[12], sum hevur bólkað tær óortodoksu meiningarnar í tríggjar bólkar[13] – tann ortodoksa meiningin var so tann fjórða, sum var identisk við niðurstøðuna á fundinum.

1. Apollinarianisma: “Christ had a human body, but the spiritual (or rational) aspects of his nature were divine. Physically he was man, but rationally, spiritually, he was God. In other words, he did not have a human soul and spirit; all the immaterial aspects of his nature were divine.”[14]

2. Nestorianisma: ”In Christ, a man and God were joined together without intermingling, so that Christ is really two distinct persons. The human person gave himself to the divine person so that there was a moral unity between them, but there is no substantial unity between them.”[15]

3. Monofysisma[16]: ”The human and the divine natures were fused in such a way that humanity participates in divinity. More accurately, Christ had only one nature. This nature was neither God nor human but a mixture of both. Like a drop of honey in a cup of water the two natures were mingled to produce a new third substance.”[17]

3.3 Hvat var úrslitið

Katólska leksikonið New Advent, hevur ein samandrátt[18] av niðurstøðuni á kirkjufundinum áljóðand 18.314 orð[19], men tað sum hevur okkara áhuga er niðanfyri standandi reglubrot (úr sama teksti), sum vanliga verður tikið fyri ein umboðandi samandrátt av niðurstøðuni:

“Following the holy Fathers we teach with one voice that the Son [of God] and our Lord Jesus Christ is to be confessed as one and the same [Person], that he is perfect in Godhead and perfect in manhood, very God and very man, of a reasonable soul and [human] body consisting, consubstantial with the Father as touching his Godhead, and consubstantial with us as touching his manhood; made in all things like us, sin only excepted; begotten of his Father before the worlds according to his Godhead; but in these last days for us men and for our salvation born [into the world] of the Virgin Mary, the Mother of God according to his manhood. This one and the same Jesus Christ, the only-begotten Son [of God] must be confessed to be in two natures, unconfusedly, immutably, indivisibly, inseparably [united], and that without the distinction of natures being taken away by such union, but rather the peculiar property of each nature being preserved and being united in one Person and subsistence, not separated or divided into two persons, but one and the same Son and only-begotten, God the Word, our Lord Jesus Christ, as the Prophets of old time have spoken concerning him, and as the Lord Jesus Christ has taught us, and as the Creed of the Fathers has delivered to us.”

4.     Týdningurin av úrslitinum v.v. menniskjaleika Kristusar

Týdningurin av niðurstøðuni í Chalcedon (og annars eisini Nicea) kann ikki undirmetast fyri eftirtíðina. At Jesus var Gud[20] og menniskja[21] sigur bíblian orðarætt, men tað kann tulkast í “ond vilje” til at merkja tað, sum ein kættari vil hava tað til at merkja.

Tað, sum er høvuðstýdningurin av Chalcedon, er, at nú verður eina ferð fyri allar útgreinað í filosofiskum/teologiskum fakmáli, at Jesus er bæði Gud og menniskja samstundis í orðsins vanliga og natúrliga gerandistýdningi, uttan at menniskjaleiki Hansara er guddómligur. “Made in all things like us, sin only excepted ... of Mary ... according to his manhood”, made in Mary and made by (of) Mary, t.v.s., at Hann var ikki til sum menniskja áðrenn – hóast persónligheit Hansara sum Gud sjálvsagt var áðrenn – annars kundi Hann ikki “koma” til at blíva menniskja.

4.1 Var so alt gott?

Gud hevur neyvan skoðað niður av Himni og staðfest, at “alt var sára gott” (1.Mós.1:31 gm.mál), táið stríðsøksirnar í Chalcedon vóru grivnar niður vegna politiskt trýst og allir dissendenter, tá livandi og “sálaðir”  høvdu fingið sína Anathema. Men í hvussu er, so var ein samtykt gjørd. Vit lata orðið til Pelikan til at runda av.

“The Chalcedonian christology set the terms for the theology and devotion of the Latin church at least intil the Reformation .... But in the Greek and Syriac portions of the church, the ambiguity of this christology made it considerably less successful.”[22]

“The post-Chalcedonian conflicts made it clear that as the settlement of the dogma of the two natures in Christ at Ephesus and Chalcedon reopened the trinitarian question ... The controversy had come full circle.”[23]

“The christological problem was not settled at the second Concil of Constantinople much more effectively than it had been at Chalcedon, and during the seventh century the controversy over whether Christ had one will or two continued to rage.”[24]

5.      Óortodoksar áskoðanir um menniskjaleika Kristusar síðan trúbótina

5.1 Lutherdómur

Hóast lutherdómur í høvuðsheitum fylgir niðurstøðunum hjá Chalcedon v.v., at gudsnáttúran og menniskjanáttúran hjá Jesusi Kristusi eru hvørt sær sjálvstøðugar soleiðis at skilja, at menniskjaligu eginleikar Jesusar hava ikki part í guddómligu eginleikum hansara, so hevði Luther eina inkonsekventa læru við sær úr katólsku kirkjuni. Læran var henda, at í breyðbrótingini, altargongdini varð Jesu (menniskja-) likam tilstaðar og bleiv etið um alla jørðina samstundis. Fyri at hetta kann lata seg gera, so má Jesu menniskjalikam hava lut í tí guddómliga eginleikanum at vera allastaðni samstundis (Omnipresence) . Henda læran hevur helst sín uppruna hjá Teodore úr Antiokia 350-428[25].

Til samanberingar, so skilja tær reformeraðu kirkjurnar (og brøðrasamkomurnar, anabaptistar v.m.) “breyðið og vínið” sum minnir um Jesu "likam og blóð" (t.v.s. tey minnast við fysiskum symbolum nakað, sum ikki er fysiskt tilstaðar) - samstundis sum tey trúgva uppá Jesu andaligu tilstaðarveru.

5.2 Annað

Tað er ikki gjørligt innan fyri tað avmarkaða pláss, sum eg havi at skriva í, at geva nakað, sum bara við eitt sindur av rímiligheit kann sigast at vera ein gjøgnumgongd av læruni hjá:

Menno Simons. Hansara docetistmu, sum hann hevði frá Melchior Hofman[26], og sum gjøgnum hann kom víðari til stóran part av anabaptistunum, sum annars vendu aftur til reformeraða áskoðan um Kristi menniskjaleika seinni.

Preexsistens of Christ’s Humanity, sum Swedenborg lærdi[27].

Tað eru sterkar ábendingar um, at Karl Barth lærdi, at Jesus var menniskja í himli, áðrenn hann kom til jarðar, men Barth er bart út sagt ov innviklaður og háfloygdur til, at eg kann viðgera hann sakliga út frá aðruhonds keldum – og hvør orkar at lesa Kirchliche Dogmatik á 6 milliónir orð?[28]

Mæti sálmayrkjarin Dr. Isaac Watts lærdi sbrt. Hodge[29], at Jesus frá ævunum hevði eina menniskjasál (sum var skapt), og sum hann tók við sær til jarðar, har ið hann fekk eitt menniskjalikam aftrat

Sambært Hodge[30], so lærdi Schleiermacher ein Jesus, sum var tað ideella menniskja (Urbild), og sum onkusvegna bæði var ein nýskapan av einari nýggjari mannaætt og kortini var Gud, men í praksis allarhelst var bara menniskja kortini. Hann lærdi eitt millumting millum teologi og filosofi, sum faktisk var hvørki. Grundin til, at eg nevni hann, er, at hann er eitt kent navn innan fyri teologiina – og sambært Berkhof[31], so var læran hjá Irving, sum vit koma aftur til í sambandi við Plymouth Brethren, í høvuðsheitum eitt framhald av læruni hjá Schleiermacher.

Tað eru ikki aðrir persónar ella rætningar, sum eg haldi vera vert at nevna her í sambandi við Kristi menniskjaleika eftir reformatiónina[32]

6.     Plymouth Brethren – brøðrasamkoman

Vit skulu nú hyggja nærri at einum ávísum varianti av læruni um Kristi menniskjaleika, sum er viðkomandi við tað, at hon hevur ávirkað kristindómin í Føroyum gjøgnum ta størstu fríkirkjuna í Føroyum.

Brøðrasamkoman hevur vunnið sær eitt pláss í føroyska samfelagnum sum átrúnaðarligt grundarlag hjá minst 10 % av føroyingum, og skulu vit bara rokna við føroyingum, sum regluliga (minst eina ferð um mánaðin) ganga til gudstænastu, so er prosentparturin munandi størri – neyvan undir 1/3 av tí praktiserandi “kirkjufólkinum” í Føroyum.

Tað eru ongar ábendingar um, at brøðrasamkoman í Føroyum kemur at minka í vavi, ella at hennara ávirkan á føroyska samfelagið ella kristindómin kemur at fjara, tí hon hevur dugað sera væl at laga seg til tíðina og broyttar umstøður – onkur vil kanska meina, at hon hevur dugað ov væl, men hetta hevur júst kunna latið seg gera, tí at hon ikki hevur “eitt tungt byrokrati”, sum skal góðkenna broytingar, men á mangan hátt framvegis er ein “grasrótar-rørsla”

Hetta er so eisini grundin til, at eg meti, at um eitt ella tvey ættarlið vil læran hjá føroysku brøðrasamkomuni um menniskjaleika Kristusar vera farin aftur til vanliga reformeraða hugsan[33] – eins og amerikansk dispensationalisma longu er farin. Teir ungu menn, sum vaksa fram í samkomuni í dag – og annars eru teologiskt áhugaðir – lesa reformeraðan litteratur og enda helst sum “bleytir” calvinistar og moderatir dispensationalistar.

 

Fyri at skilja ensku Plymout brøðrirnar (PB) og læru teirra, so mugu vit seta teir í eitt søguligt ljós.

6.1 Hvørjir vóru Plymouth Brethren

Plymouth brøðrirnir byrjaðu í Bretlandi fyrst í nítjandu øld sum ein vekingarrørsla, ið gjørdi upp við stívan form-kristindóm hjá ensku statskirkjuni. Brøðrirnir ynsktu, at trúgvin skuldi vera ein hjartasøk hjá tí einstaka uttan at vera heft av sermonium og ritualum. John Nelson Darby 1800-1882 kom við at kalla beinanvegin og gjørdist skjótt tann óbestríddi leiðarin hjá hesi rørslu. Tað kann nógv gott vera sagt um Darby, men hann loyvdi ongum at vera ósamdur við seg, og tískil klovnaði henda rørslan[34], men tað fellur uttan fyri hesa ritgerð.

Læran hjá Plymout Brethren á menniskjaleika Kristusar skal síggjast sum ein reaktión upp á ein samtíðarmann hjá teimum, nevniliga Edward Irving[35] [36]

6.2 Irving

Edward Irving (1792-1834) er ein tragikomisk (van-) lagna av eini søgu um nakað, sum “skulle være so godt, men det var faktisk skidt”. Maðurin var ein andalig kempa, men hann dugdi ikki magamál – hann hugsaði breitt og djúpt og stórt, og fantasiurin fór av stað við honum. Hann bryggjaði eina teologiska heksagrýtu, sum kókaði yvir við tí úrsliti, at hann brendi fingrarnar. Helst er tað nakað um tað, sum Dallimore[37] endurgevur B.B. Warfield fyri at hava skrivað (parafraserað av mær), at “hevði Irving ikki brent fingrarnar av profetiskum pedantum og hysteriskum pietistum, so hevði hann – sum tann maður, hann var - brent teir aðrastaðni. Vit hava tó ikki tíð til at viðgera lívið og karrieruna hjá Irving, men fara at hyggja eftir teologiini hjá honum.

Stutt kann sigast um Edward Irving, at hann var tann ideologiski arkitekturin aftan fyri teologiina hjá tí karismatisku rørsluni við tað, at v.v. náðigávunum og profetum og ápostlum v.m., so lærdi hann tað sama, sum pinsarørslan, ið kom 100 ár seinri í U.S.A., lærdi.

Tað er tó ikki hetta, sum vit fara at hyggja eftir her, men hansara áskoðan á menniskjaleika Kristusar. Hvat lærdi so Irving?

Fyrst er at siga, at hann hevði eitt sindur av trupulleikum sjálvur við at vita, hvat ið hann meinti – ikki minst tí, at tað, sum hann segði, bleiv vent og snarað at mótstøðumonnum hansara, men eg skal við hjálp av teimum keldum, sum eg havi, royna at geva eitt representativ av læru hansara.

1.      Kristus var ein syndari av (manna-) náttúru, og likam og sinni hansara var syndafult soleiðis sum restin av eftirkomarum Ádams eftir syndafallið.

2.      Hinvegin syrgdi Heilagi Andin, sum í honum var, og hansara guddómligu eginleikar fyri, at hann vann stríðið (innvortis og útvortis) við synd, og tískil livdi hann uttan at synda.

3.      Samanumtikið var Jesus sum menniskja ein “syndari”, sum ikki syndaði, og tískil ein fyrimynd fyri okkum, sum við hansara hjálp kunnu uppnáa tað sama – sí eisini Fylgiskjal 4.

6.3 Reaktiónin hjá PB til Irving

Í 1861[38] skrivar J.N. Darby fylgjandi “On the Humanity of Christ”:

“The humanity of Jesus cannot be compared”

“ The state of humanity in Him is neither what Adam was before his fall nor what he became after his fall”

“The difference then, of His Humanity is not in that it was not really and fully that of Mary, but in that it was so by an act of divine power”

Í TBT Bind 2 skrivar Kelly[39], at (parafrasera) ”Jesus var ikki deyðiligur sum vit onnur” t.v.s. at Hann hevði ikki doyð av elli ella sjúku, um Hann ikki sjálvboðin gav lív Sítt á krossinum.

Annars viðger tíðarritið hjá PB, The Bible Treasury, sum William Kelly ritstjórnar[40] læruna hjá Irvingitunum um inkarnatiónina [41]. Henda greinin er so tætt uppá at vera ortodoks, sum hon kann vera – avbalanserað og greið. Her viðgongur Kelly, at “The Word of God took flesh of Mary”, “likeness of flesh (holdslíki? ella mannalíki?), would have been useless”[42]

6.4 Tað himmalska menniskja

Eitt hugtak, sum Plymouth brøðrirnir, serliga C.H. Macintosh bleiv kendur fyri, var “Tað himmalska menniskja”. Hetta kann neyvan skiljast øðrvísi, enn at Hann var ikki sama slag av menniskja sum vit jarðisku eftirkomarar Adams. Eg finni ikki (í skrivandi løtu) nóg nógvar tekstir, har ið Machintosh brúkar hugtakið nóg týðiliga, til at eg kann siga nakað við vissu um hetta hugtak, so eg lati F.F. Bruce kommentera “Tað himmalska menniskja” í fylgiskjali 2, har ið hann m.a. sigur, at tað himmalska menniskja, (sum Paulus umtalar í samband við uppreisnina í 1.Kor.15:47)  er at skilja sum uppreisnarlívið hjá Kristusi – ikki foldarlívið áðrenn deyða hansara  (fyri ikki at tala um lív Hansara í himli áðrenn inkarnatiónina) – sí eisini Croskery í fylgiskjali 3.

6.5 Innanhýsis frástøða frá tí etableraðu læruni hjá PB – F.F. Bruce

Í 1973 skrivar professarin F.F. Bruce, sum annars sjálvur var “bróðir”[43],  eina grein um “The Humanity of Jesus Christ” í “Journal of the Christian Brethren Research Fellowship”.

Í hesi grein, sum er alt ov long og grundig[44], til at eg kann viðgera hana her, setur Bruce fram læruna hjá PB og sigur, at hon til tíðir hevur verið eitt sindur docetistisk í støðum. Hinvegin orðar hann seg so diplomatiskt[45],  at hann ríður um snarið, hvørt hann gongur fríur sjálvur. Partur av trupulleikanum er sjálvandi, at Flesh, fyri ikki at tala um Carnal Flesh, hevur ein enskan týdning, sum er meiri og øðrvísi enn grikska Sarx - Rætt skal vera rætt, Kristus er ikki carnal í tí týdninginum, sum orðið carnal hevur á enskum, men skriftin lærir, at Kristus (Orðið) varð Hold – eitt sum eingilskmenn bæði umseta við Carnal og Flesh, og har ið Flesh kann merkja bæði mannalikamið og mannanáttúran.

6.6 Kundi Kristus synda? – viðmerkingar PB til F.F. Bruce

F.F.Bruce fær “svar upp á tiltalu” í eini bók, sum nevnist “Could Christ Sin?[46]

Fyrst okkurt brot úr bókini:

“Christ was not “subject to deth”. He was not mortal ... no necessity to die was part of his humanity” bls. 12

“His humanity, as such, was in a different state than all others in the world”bls. 19.

Og hetta er stílurin restina av bókini – Jesu menniskjaleiki verður (næstan) guddómliggjørdur allan vegin, uttan at tað verður sagt beinleiðis – men tað liggur á tunguni.

Tá ið so Huebner seint í bókini ger viðmerkingar til Bruce[47], so er tað í tveimum:

1.      Hann leypir á mannin heldur enn at svara honum, og roynir at frátaka honum trúvirðið við at postulera[48], at Bruce trýr hvørki upp á innblástur Bíbliunnar ella æviga glatan.

2.      Hann misteinkir Bruce, og “øll, sum misteinkja teir exclusivu PB fyri docetismu” at vera slík, sum trúgva, at Jesus kundi synda.

Kundi Jesus so synda?     Tað stutta svarið er Nei, Gud kann ikki synda[49].

Kundi Jesus so synda, um Hann bara var menniskja? Hetta er ein hypotetiskur og retoriskur spurningur, og hypotetiskir, retoriskir spurningar hava vanliga svarið “innbygt og undirforstaðið” – sum t.d. “Um Gud var ein ketta, hevði hann so havt hala?[50]

7.     Dispensationalisman og menniskjaleiki Kristusar

Brøðrasamkoman í teologiskum høpi var fyrst og fremst eitt bretskt fyribrygdi og fyrst og fremst ein leikmannarørsla, sum hon eisini bleiv í Føroyum[51]. Sum teologiskur viðspælari á tí meiri akademiska pallinum blivu tankarnir hjá PB kendir sum Dispensationalisma, t.v.s. læran um Tíðarhúshald[52]. Vanliga verður roknað við 7 tíðarhúshaldum, hóast nakað av ósemju er um, nær ið tey eru[53]. – tað er tó nóg mikið at skilja millum Ísrael og kristnu samkomuna fyri at vera dispensationalist[54]

Tað er full semja um, at tann amerikanski[55] akademiski varianturin av dispensationalismuni var upprunaliga Dallas Teological Seminary (DTS)[56], sum bleiv stovnað í 1924 av Dr. Lewis Sperry Chafer. Trúðarjáttanin hjá DTS er eitt sindur diplomatiskt orðað fyri at kunna rúma breitt, og kann eg ikki av hesi trúðarjáttan siga nakað við vissu um menniskjaleika Kristusar – trúðarjáttanin er at finna á http://www.dts.edu/about/doctrinalstatement/. Hinvegin er eingin ivi um, hvat ið Dr. Lewis Sperry Chafer lærdi. Eg eigi eina systematiska teologi hjá honum í 8 bindum (bundin saman í 4), har ið hann viðger spurningin um menniskjaleika Kristusar gjølla, men eg skal bara tríva í eitt brot úr bók hansara Major Bible Themes, ið uppsummerar læru hansara – tað kundi verið freistandi at endurgivið allan kapitulin hjá honum s.55-59, men eg skal avmarka meg til næstsíðsta reglubrotið:

“In the incarnation the Son of God took upon Himself not only a human body, but also a human soul and spirit. Thus becoming both the material and immaterial sides of human existence, He became entire man, and so closely and permanently related to the human family that He is rightly called “the last Adam” (1 .Cor. 15:45)  and “the body of his glory” (Phil. 3:21 ASV) is now an abiding fact.”

Dallas Teological Seminary hevur útgivið eina aðra bók, sum eg vil sitera frá. Í A Biblical Theologi of The New Testament á s.183 skrivar W. Hall Harris, Professari á DTS : ““The Word became flesh and made his dwelling among us” nevertheless presumes that the flesh the Word became was real and that He bore a humanity like all the othe decendants of Adam”.

Hetta[57] sigur mær so mikið, at DTS í høvuðsheitum hevur eina ortodoksa áskoðan á menniskjaleika Kristusar.

8.     Føroyska brøðrasamkoman og menniskjaleiki Kristusar

Føroyska brøðrasamkoman hevur einki sjálvstøðugt lærugrundarlag, men byggir á læruna hjá bretsku Plymouth Brethren – ella rættari sagt, á bíbliuna soleiðis sum enska brøðrasamkoman skilti hana.

Føroyska brøðrasamkoman kemur annars frá einum moderatum vongi av ensku PB, teimum “Opnu Brøðrunum”, sum blivu tveittir út frá teimum “Eksklusivu”, tí at teir ikki dansaðu í takt við teir strongu Darby’istarnar.

Harumframt var W.G. Sloan (gamli Sloan), sum kom við brøðralæruni til Føroya, ein friðarmaður sum bara ynskti at kunngera evangeliið fyri føroyingum (og hetlendskum fiskimonnum undir Føroyum), og hann var ikki systematiskur teologur, men leikmaður, og tískil hevur hann ikki havt nakra innviklaða teologi við sær, men bara eina greiðan gleðiboðskap um frelsu við trúgv.

Sonur Hansara, A.W. Sloan, sum virkaði sum bíbliulærari í Ebenezer alla sína tíð, var ein systematiskur lærari, og hann varð roknaður sum fremsti autoritetur í brøðrasamkomuni alla sína tíð, men eg eri ikki vitandi um nakað skrivligt (ella bandað) tilfar frá A.W.Sloan[58], sum lýsur greitt hansara áskoðan á menniskjaleika Kristusar  - um hon er reformerað ella darby’sk.

8.1 Trupulleikar við keldum

Líka so íðin sum føroyska brøðrasamkoman hevur verið til at kunngera evangeliið, gleðiboðskapin um frelsu við trúgv á Kristusar fullgjørda verk eina, líka so afturhaldin hevur hon verið við at útdýpa eina systematiska teologi.

Hetta kemst uttan iva av tí, at føroyska brøðrasamkoman hevur verið fyrst og fremst ein leikmannarørsla, og hava menn aftrað seg við at hava ov avgjørdar meiningar um innviklaðar teologiskar spurningar, sum teir ikki skiltu heilt.

Tað er rímiliga ófarligt at taka feil v.v. onkrari gerandisligari áskoðan, men at læra ”Orð Guds” skeivt, vildu teir ikki riskera, so teir lærdu greitt við fullum frímóði tað, sum teir vóru vísir í, og lótu hitt liggja til teologarnar at klandrast um.

Tann einasti bíbliulærarin í føroysku brøðrasamkomuni í dag, sum hevur eina hægri útbúgving í teologi og er virkin, er Jógvan Zachariassen. Hann hevur havt avgjørdar meiningar um ymisk “ófarlig” ting so sum gamlar traditiónir, sum hann heldur vera avoldaðar. Men hann hevur verið rættiliga varin við at hava avgjørdar meiningar um teologisk viðurskifti, har ið hann kundi koma í trupulleikar við “fedranna læru”. Eg sendi honum (í góðari tíð) ein e-post v.v. uppgávuni hjá mær og bað hann gera viðmerkingar, men hann svaraði ikki aftur.

Pápi hansara, Zacharias Zachariassen, ið eg meti at vera tann mest systematiski lærarin í samkomuni í dag, ynskti heldur ikki at siga nakað, sum hann kundi endurgevast fyri.

Arni Zachariassen, beiggi Jógvans, sum er kendur frá www.dialogos.fo, segði seg vera samdan við mær í, at læran hjá upprunaensku brøðrasamkomuni um menniskjaleika Kristusar var ikki í samsvar við klassiska teologi (ella Bíbliuna, fyri alt tað). Trupulleikin við áskoðanini hjá Arna, ið annars lesur teologi, er, at hon víkur so nógv frá vanligari brøðralæru, at hann ikki kann úttala seg vegna samkomuna.

Annars kann strangt tikið eingin í brøðrasamkomuni úttala seg vegna samkomuna, tí at samkomurnar í Føroyum er sjálvstøðugar, og leiðslan í tí einstøku samkomuni, sum annars ofta er rættiliga óformell, kann bara úttala seg vegna elstaráðið í tí einstøku samkomuni – um samkoman annars hevur eitt elstaráð, og tað hevur eina meining.

Eg royndi fyri nøkrum árum síðani at fáa “autoritetarnar” í føroysku brøðrasamkomuni at úttala seg um nakar spurningar, m.a. menniskjaleika Kristusar[59], sum eg helt vera áhugavert at vita um, hvørja læru teir høvdu. Eg sendi í hesum sambandi 12 spurningar til allar teir leiðandi lærararnar í brøðrasamkomuni, sum eg hevði e-post addressu hjá, men eingin svaraði spurningunum[60].

8.2 “Mannalíki”

Einaferð fyrst í 90’unum var eg á bíbliuskeiði á Zarepta, har ið Rodmundur í Liða undirvísti í Jóhannesar evangeliðinum. Tá segdi hann m.a. at “Maria hevði einki við menniskjaleika Jesusar at gera”. Eg hvakk við – kendi ikki hesa læruna tá, og helt hann vera mismæltan, og tískil “rættaði” eg upp á hann. Men hann stóð við sítt, og eftir at vit høvdu kjakast eina løtu, fann eg út av, at hann meinti hetta, og at hann var ikki einsamallur um hesa áskoðan.

Eftir hesa hending byrjaði eg at fata, hví boðskapurin hjá brøðrasamkomuni var fullur av orðingum um “mannalíki”, táið tosa varð um Jesus – hann var jú ikki eitt vanligt menniskja, ein kjøtiligur eftirkomari Adams ella Mariu, men júst sum orðið segði, eitt “mannalíkið”.  

Í samband við hesa uppgávuna spurdi eg annars fleiri tilkomin fólk, sum hava gingið í Ebenezer alla sína tíð, um A.W.Sloan umtalaði Jesus sum “mannalíki”, men tað mintust tey einki um.

Brøðrasamkoman er ikki einsamøll um at brúka “mannalíki” um Jesus – tað hugtakið er at finna í nógvum sálmum og sangum sum t.d.

“í mannalíki til synddapran dal” SGF 160,

“letur son sín verða mannalíki.” SFK 115,

“í mannalíki, uttan synd.” SFK 382,

og jólasanginum “O, halga nátt! ”, ið sigur “tá Guð í mannalíki til jarðar steig! ,

o.s.fr. o.s.fr. men eg rokni við, at grundin til hetta er meiri skaldslig enn teologisk – tað ljóðar skaldsliga háfloygt at siga “mannalíki”.

Hugtakið “mannalíki” er annars bíbilskt – so tíðliga sum hjá Tyndale í 1534 er “lyknes of men” at finna í Ápostlasøguni 14:11[61], men hetta er rætt brúkt har, nevniliga um gudar sum eru komnir í mannalíki, eins og menn og kvinnur í føroysku kvæðunum kunnu koma í hundalíki, krákulíki o.s.fr., uttan at tað hevur nakað sum helst við hugtakið “Inkarnatión” í Jóh.1:14 at gera. Kemur eitt menniskja í djóralíki, so kemur tað í "hami" eins djórs t.v.s. ein letur seg í eitt djóralikam uttan at fáa djóranáttúru. Sama er sjálvsagt galdandi fyri ein gud, sum kemur í mannalíki. Ein slíkur gudur letur seg í eitt menniskjalikam, ein manna "ham" uttan at fáa menniskjanáttúru.

Á vanligum føroyskum (soframt ikki annað framgongur týðiliga av samanhanginum), so merkir "líki" eisini nakað sum líkist uttan at vera tað, ið tað líkist - t.d. líkist graslíki grasi.

Á norrønum verður hetta hugtakið í Ápostlasøguni 14:11 til “mannalíki”, og á skandinaviskum (úr týskum) verður tað til manna/menneske “skikkelse”, og er tað annars rætt umsett úr frummálinum – umframt, at tann enski/týski/norrøni týdningurin er í samsvar við “orðabókatulking” og etymologi[62].  Grikska orðið “o`moiwqe,ntej”, ið kemur av o`moio,w (homoioo) er brúkt fyri “líki”: qeoi. o`moiwqe,ntej avnqrw,poij (gudarnir í mannalíki), og fær júst hetta orðið “homoioo” okkum at hugsa um “stríðið um orð” (2.Tim.2:14), sum gekk fyri seg í Nicea (var Jesus Gud ella gudalíki?)[63],  men tað fáa vit ikki farið nærri inn á her.

  
                        Tann føroyski prædikumaðurin og rithøvundurin í brøðrasamkomuni, sum fram um aðrar hevur tilvitað brúkt hugtakið “mannalíki” um Jesus, er Osvald Kjærbo

Osvald Kjærbo hevur eina líknandi ambivalenta støðu til Kristi menniskjaleika, sum J.N. Darby hevði. Hann kann siga í sama andadrátti, at Jesus var satt og veruligt menniskja sum vit onnur – fyri síðani at siga, at tað var hann ikki álíkavæl.

Tað síðsta, sum vit fáa pláss fyri her, eru nøkur sitat úr bók hansara Sóu Jesus eina, sum sleppa at standa sum eitt representativ av útsøgnum hans. Osvald Kjærbo skrivar:

“Nakað nýtt byrjaði, táið Hann klæddi Seg í hold ... Hann læt Seg í spjarrar okkara uttan á dýrdarbúna sín”[64]

“ ... fullkomin Gud, og samstundis var Hann fullkomin maður ... guddómliga náttúra Hansara varð klædd í mannalíki”[65]

“ ... Harrin Jesus er samstundis bæði Gud og menniskja ... Hann mátti [...] klæða Seg í mannalikam ... Hann ... mátti [...] gerast okkum líkur ”[66]

“ ... var bæði Gud og maður”[67]

“Orðið, sum alt er vorið til við, var av sonnum hold og tók bústað millum okkara”[68]

“ ... Hann var Gud í mannalíki”[69]

“ ... dýrdin varð fjald innan fyri mannaklæði, ið Hann hevði latið Seg í ...”[70]

“Hon [Maria] var jú jarðiska mamma Hansara, hóast Hann sjálvur hevði skapt hana – eins og øll onnur, í Síni mynd” [71] [72]

“Jesus Kristus var bæði Gud og maður, tá ið Hann setti Seg við Faðirsins høgru hond.”[73]

“Sonurin kom til jarðar í mannalíki”[74]

 

Eg skal at enda geva Osvaldi Kjærbo rætt í, at “Tað, sum skilið ikki fatar, kann trúgvin hvíla á”[75], men hví gera tingini meira inviklaði, enn tey longu eru?

Og annars vil eg siga um bókina hjá Osvald Kjærbo, sum C.H Spurgeon segði um Notirnar hjá C.H Macintosh yvir mósebøkurnar:[76] “gott og uppbyggjandi, men skal lesast kritiskt”

9.     Niðurstøða:  Er læran hjá PB um menniskjaleika Kristusar ortodoks

Tað stutta svarið er NEI.

Men svarið er ikki so einfalt kortini. Plymouth brøðrirnir, ikki minst Darby og Kelly undirstrika ferð eftir ferð, at Jesus er eitt satt og veruligt menniskja, júst sum tú og eg, MEN ikki eins og tú og eg kortini, og aftan fyri alla orðanøgdina, sum síðan kemur, er úrslitið vanliga, sum Darby orðar tað í áður nevndari grein “Our precious Savior was quite as really man as I, as regards the simple and abstract idea of humanity”[77] víðari í næsta reglubroti sigur hann: “I recommend you with all my heart to avoid discussing and defining the person of our beloved Savior”.

Sleppa PB avstað við at kalla inkarnatiónina og Jesu menniskjaleika fyri eitt loyndarmál, sum vit ikki kunnu skilja, og ikki skulu royna at skilja, so gera teir vanliga tað[78], men verða teir kroystir til at úttala seg, so “hjálpa” teir Jesu menniskjaleika burtur úr øllum vanda fyri at kunna misteinkjast fyri teoretiskt sæð at kunna potentielt at hava havt møguleikan á foldartíð Síni fyri at synda – hetta gera teir við at guddómliggera Jesu menniskjaleika so nógv, sum tað kann lata seg gera, um Hann kortini skal skal hava tvær náttúrur  - og kunna kallast menniskja.

 

        Argir                              11-02-2010                   Óli Nicodemussen

­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­Argir                                     d.d.                                     undirskrift



Endanotur:


[1] Bíblian. Jóh.18:38

[2] Sørensen bls.16

[3] Eg kann ikki viðgera exegesiskar spurningar sum t.d. “Holdið” í paulinskari terminologi, ella hvussu “likam gjørdi Tú Mær til” (Heb.10:5) skal skiljast – tað er uttan fyri evnið hjá mær (og hevði harumframt kravt eyka síðutal).

[4] Hetta havi eg lisið einaferð í Illustreret Videnskab – men eg havi ikki blaðið.

[5] Sørensen bls.1

[6] Eg brúki heitið “samkoma” inntil Nicea 325, og síðan heitið “kirkja” – eftir at samkoman bleiv statskirkja.

[7] “Gevi Gudi tað, ið Guds er, og keisaranum tað, ið keisarans er, og mær tað, ið mítt er”(tekstur 100).

[8] http://www.newadvent.org/cathen/11044a.htm

[9] Miller bls. 240-245

[10] sum er at finna á  http://www.newadvent.org/fathers/3801.htm

[11] Pelikan bls. 207

[12] Lutzer bls. 44

[13] Hetta eru sjálvsagt høvuðsbólkarnir – tað finnast millumloysnir og kombinatiónsmøguleikar.

[14] Lutzer bls. 44

[15] Lutzer bls. 44

[16] Cyril, Biskupur úr Alexandria stóð fyri hesum rætninginum. Møguliga er hann misskiltur nakað, men hansara áskoðan leiddi logiskt sæð til monofysismu. Víðgongdi lærisveinur hansara, Eutyches, gjørdi ta logisku niðurstøðu út frá læruni hjá Cyril, at Jesu likam var “essentielt” øðrvísi enn onnur menniskjalikam. “Through the union of the two natures, a third substance had been formed”  (Lutzer bls. 46).

[17] Lutzer bls. 44

[18] http://www.newadvent.org/fathers/3811.htm

[19] Og annars finnast kirkjufedrarnir og kirkjufundirnir fleiri staðni á alnetinum – t.d. á http://www.ccel.org/

[20] Jóh.1:1 og Róm. 9:5 (og 1.Tim.3:16 TR&MT) beinleiðis, umframt óbeinleiðis aðrastaðni.

[21] 1.Tim. 2:5 og nógvar aðra staðni

[22] Pelikan bls. 266

[23] Pelikan bls. 267

[24] Pelikan bls. 277

[25] Pelikan bls. 236-37

[26] Verduin bls. 253

[27] Hodge bls. 421

[28] Tað gekk ein vittigheit á døgum Barths um, at sjálvt Gud visti ikki, hvar ið Barth endaði við verki sínum, so Gud fór helst at lata hann liva, inntil hann var liðugur við Kirchliche Dogmatik (fyri at síggja, hvat ið tað endaði við).

[29] Hodge bls. 423 ff.

[30] Hodge bls. 440 ff.

[31] Berkhof  bls. 198

[32] Eg eigi t.d. eina bók av Paul McCaulley, sum í ramasta álvara brúkar hálvfjórðahundrað síður til at “prógva”, at Jesu blóð er øðrvísi enn okkara, tí at Gud (sum annars er Andi! – mín viðmerking) er pápi hansara – øll teoriin hjá honum krakkulerar av einum skriftstaði – Heb.2:14.

[33] Og eingin vil kennast við, at tey nakrantíð hava meint nakað annað.

[34] Tað verður annars sagt – hálvt í skemti og hálvt í álvara, at føroyska brøðrasamkoman er ov “magelig” til at hon kann klovna – hon hevur onga alment samtykta trúðarjáttan, sum nakar kann vera ósamdur við.

[35] Hetta sigur F.F. Bruce í hvussu er – sí http://www.biblicalstudies.org.uk/pdf/ffb/humanity_bruce.pdf

[36] Tað er annars væl hugsandi, sum summi vilja vera við, at Irving hevur ávirkað Plymouth brøðrirnar gjøgnum Darby via Lady (Theodosia Wingfield ) Powerscourt viðvíkjandi profeti útlegging um snarligu komu Messiasar (http://en.wikipedia.org/wiki/Edward_Irving), og at teir tískil hava kent seg noyddar at leggja sjógv millum seg og Irving, tá ið Irving misti tað doktrinera fótafestið, ið hann, sum presbyterianari annars hevði havt.

[37] Dallimore bls. 172 endurgevur Benjamin B. Warfield í Counterfied Miracles, 1918 (eg havi ikki funnið tann tittulin í samlaðu verkum Warfield, sum eg annars eigi).

[38] TBT Bind 3 bls. 367 -68

[39] Eingin annar rithøvundur er uppgivin, so eg rokni við, at Kelly hevur skrivað sjálvur.

[40] Eingin annar rithøvundur er uppgivin, so eg rokni við, at Kelly hevur skrivað sjálvur.

[41] TBT Bind 18, bls. 73-77

[42] Annars fløkir hann brøðralæruna um endurføðing og tvær náttúrur í einum endurføddum upp í greinina (sum aftursvar upp á, at Irving hevur fløkt tað saman áðrenn) og spyr retoriskt: “When a man is born of God, is his human nature born again?” (undirforstaðið, at tað er hon ikki – v.v. læruni um fleiri náttúrur í einum endurføddum, sí grein mína http://on.fo/oli-nic/greinir/ein-tvaer-triggjar-natturur.html)

[43] Og ráðgav føroysku brøðrunum v.v. at endurskoða Bíbliuna í 1974 (dópsboðini seinast í Matteusar evangeliinum, "doypi tey ella teir?") - Zacharias Zachariassen skrivaði til hansara vegna Hin Føroyska Bíbliugrunnin HFB

[44] Kann lesast á http://www.biblicalstudies.org.uk/pdf/ffb/humanity_bruce.pdf

[45] Tað er jú eitt brøðrablað, sum hann skrivar í.

[46] Hetta er einasta svarið, sum eg havi sæð, men tey eru ivaleyst fleiri – eg eigi ikki so nógvan nútíðarlitteratur hjá PB.

[47] Huebner bls. 41 ff.

[48] Eg veit ikki, um tað passar, men tað var ikki tað, sum málið snúði seg um, og er sum so óviðkomandi her.

[49] Og Jesus hevur ongantíð verið menniskja leyst av tí, at Hann er Gud.

[50] T.v.s. spyrjarin fær tað svar, sum hann vil hava – alt eftir hvussu hann orðar spurningin.

[51] Lagnunnar speisemi var annars í Føroyum, at brøðrirnir blivu hundskendir og stemplaðir sum ranglærarar, tí at teir vóru “gendoyparar” (og “gendøbere skal ikki arve Guds rige”,  segðist), men upprunabrøðrasamkoman í Onglandi (áðrenn hon klovnaði í franktiónir) doyptu børn – tað gera nógvir PB enn, men ikki føroyski varianturin, sum praktiserar játtanardóp av tilkomnum “myndingum” í teoriini (hóast í praksis børn í hvussu er niður í 7-8 ár eisini verða doypt – upp á teirra egnu “játtan”)

[52] Ísrael og lógartíðin varð avloyst av altjóða samkomuni og náðitíðarhúshaldinum, sum seinni via eina trondartíð upp á 7 ár verður avloyst av 1000 ára ríkinum, har ið Kristus kemur aftur sum Kongur.

[53] Tankin um tíðarhúshald er annars ikki fremmandur í teologiini áðrenn PB. Jonatan Edwards hevur tankar, sum hella tann vegin, men sum ikki fylgja PB nóg mikið til, at hann brýtur við Covenant Theology.

[54] Tað finst ein teologiskur rætningur, nevndur Progressive Dispensationalism, ið roynir at samansjóða dispensationalismu og vanliga reformerta Covenant Theology, men úrslitið hevur ikki verið yvirbevísandi fyri tey flestu.

[55] Dispensationalisman hevur havt stóra ávirkan á amerikanskan kristindóm gjøgnum menn sum Billy Graham, sum (tilvita ella ikki) hava verið ávirkaðir sjálvir.

[56] Jógvan Zachariassen er forrestin útbúgvin har. Jógvan Zachariassen var annars Bachelor frá Emmaus Bible School áðrenn).

[57] Saman við øðrum tilfari hjá teimum, sum eg ikki havi pláss til at viðgera – sí fylgisskjal 5.

[58] Tann eina vikan, sum hendan uppgávan skal skrivast í, loyvir mær ikki at brúka dagar á Føroya Landsbókasavni (sum annars er stongt hesa vikuna) at gjøgnumganga gomul bløð, sum A.W.Sloan hevur skrivað í – tíansheldur at leita i bandasavninum hjá ÚF ella EVR eftir gomlum talum. Eg minnist meg at hava lurtað eftir 10 fyrilestrum hjá A.W.Sloan sum unglingi, men legði ikki merki til, at menniskjaleiki Jesusar varð viðgjørdur.

[59] http://on.fo/oli-nic/greinir/12-vidkomandi-spurningar.html

[60] Onkur svaraði mær aftur á høviskan hátt, at hatta vóru áhugaverdir spurningar – og tað var alt.

[61] Wiclif  ár 1380 hevur “liik to men”.

[62] Tað fari eg ikki at prógva her, men tað kann sláast upp í øllum vanligum (og etymologiskum) orðabókum.

[63]   http://www.newadvent.org/cathen/07449a.htm

[64] Kjærbo bls. 18

[65] Kjærbo bls. 19

[66] Kjærbo bls. 20

[67] Kjærbo bls. 21

[68] Kjærbo bls. 33

[69] Kjærbo bls. 36

[70] Kjærbo bls. 38

[71] Her blandar hann menniskjaleika og guddómleika Jesusar (báðar “náttúrurnar”) saman – Gudsmyndin er ikki ein menniskjamynd – menniskja Jesus var ikki til, táið skapanin fór fram. (Uttan so, at Jesus var eitt preexisterandi prototypu-menniskja, hvørs mynd, ið Adam varð skaptur í – sum Karl Barth verður lagdur undir at læra – eg kenni ikki Barth nóg væl til at gera viðmerkingar til tann pástandin.)

[72] Kjærbo bls. 76

[73] Kjærbo bls. 97

[74] Kjærbo bls. 100

[75] Kjærbo bls. 194

[76] “Precious and edifying' reflections marred by peculiarities ... Not free from Plymouth errors, yet remarkably suggestive ... Like the other notes, they need filtering. Good as they are, their Darbyism gives them an unpleasant and unhealthy savor.”  http://www.spurgeon.org/misc/c&c_c.htm

[77] TBT Bind 3 bls. 368

[78] Eins og teir føroysku í dag plaga at gera við Guds alveldi vs. frían vilja, sum teir siga um, at bíblian lærir bæði !?! – Hvørki Darby (http://www.biblecentre.org/topics/jnd_free_will.htm) ella Victor Danielsen vildu annars hoyra talan um nakran “frían vilja”.




Keldulisti

 

Berkhof, Louis – The History of The Christian Doctrines – The Banner of Truth Trust,
 3 Murrayfield Road, Edinburgh EH12 6EL, Reprinted 1997

Bíblian – umseting Victor Danielsens frá 1949, endurskoðað 1974, Hin Føroyski Bíbliugrunnurin, Tórshavn 1975

Blaising, Craig A. og Darell L. Bock: Progressive Dispensationalism – Victor Books, 1825 Colleage Avenue, Wheaton, Illinois 60187, 1993

Chafer, Dr. Lewis Sperry - Systematic Theology vol. 1 – Kregel Publications, Grand Rapids. MI 49501,  1976

Chafer, Dr. Lewis Sperry: Major Bible Themes – Zondevan, Publishing House Grand Rapids, Michigan 49530, (revised) 1974

Croskery, Rev. Thomas – Plymouth-Brethrenism:  A Refutation of its Principles and Doctrines – William Mullan & Son, London 1879

Dallimore, Arnold – The Life of Edward Irving -  The Banner of Truth Trust 3, Murrayfield Road, Edinburgh EH12 6EL, 1983

Bruce, F.F. - The Humanity of Jesus Christ - Journal of the Christian Brethren Research Fellowship 24 , bls. 5-15, 1973

Giversen, Søren (ums.):  De Apostolske Fædre – Museum Tusculanums Forlag, København 1985

Giversen, Søren (ums.): Thomas Evangeliet – Gyldendal 1990

Gwatkin, H. M. - The Arian Controversy – Longmans, Green, and Co, London 1908

Hodge, Charles – Systematic Theology II – Hendrickson Publishers  U.S.A. 2001

Huebner, R.A. – Could Christ Sin? – Present Truth Publishers, 411 Route 79, Morganville NJ 07751 USA  1993

Kjærbo, Osvald – Sóu Jesus eina – Forlagið Døggin – Tórshavn 2005

Lutzer, Erwin – The Doctrines that Divide - Kregel Publications, Grand Rapids. MI 49501,  1998

McCaulley, Paul –  Our Blood, His Blood  – Aviation Missions, Inc. PO Box 1485 Bethany, Oklahoma  2002

Miller, Andrew – Millers Church History – útgivið av Chapter Two Publishers London, Prentað í U.S.A. 1980

Pelikan, Jaroslav - The Emergence of the Catholic Tradition (100-600) –The University of Chicago Press 1971

SGF  Songbók Guds Fólks – Sálmabókagrunnurin, Tórshavn 1976

SFK  Sálmabók Føroya Kirkju – Føroyskt Kirkjumál – Tórshavn 1990

Sørensen Villy: Jesus og Kristus -  Gyldendal 1992

TBT  The Bible Treasury 1-20 & N(new)1-12 – ritstjórnað av William Kelly og útgivið
1856-1920.  Uppafturprentað og útgivið av Chapter Two, Plumstead, London   1995

Verduin, Leonard: The Reformers and Their Stepchildren. Wm. B. Eerdmans Publishing Co., Michigan 1964

Zuck, Roy B., editor: A Biblical Theologi of The New Testament -  Moody Press Chicago 1994

http://www.biblicalstudies.org.uk/pdf/ffb/humanity_bruce.pdf   -   Bruce um brøðralæru

http://www.biblecentre.org/topics/jnd_free_will.htm  -  Darby um frían vilja

http://www.ccel.org/ - the Christian Classics Ethereal Library

http://www.newadvent.org/   -  The Catholic Encyclopedia v.m.

http://www.spurgeon.org/misc/c&c_c.htm   -  Spurgeon um Bíbliukommentarir v.m.

http://en.wikipedia.org/wiki/Edward_Irving  -  grein á Wikipedia um Irving

Fylgiskjøl 1-5


Fylgiskjal   1
Lewis Sperry Chafer   -  Systematisk Teologi  Bind 1

LES PDF TIL FYLGISSKJAL 1 - TRÝST HER


Fylgiskjal   2

F.F.Bruce – The Gospel of John kap. 1 vers 14 (Orðið varð hold)

LES PDF TIL FYLGISSKJAL 2 - TRÝST HER



Fylgiskjal   3
Croskery, Rev. Thomas – Plymouth-Brethrenism:
A Refutation of its Principles and Doctrines – bls. 84-86

LES PDF TIL FYLGISSKJAL 3 - TRÝST HER



Fylgiskjal   4
Dallimore Arnold – The Life of Edward Irving -  bls. 79-80

LES PDF TIL FYLGISSKJAL 4 - TRÝST HER



Fylgiskjal   5

Brot úr grein hjá Joseph G. Sahl (sum eisini endurgevur aðrar – eg havi strikað noturnar)  úr Bibliotheca Sacra - blaðnum hjá Dallas Teological Seminary — January-March 1983, sum er einasta greinin, ið eg fann í yvirlitinum hjá Bibliotheca Sacra um evnið – hon er uttan allan iva ortodoks.


[ ... sitatið byrjar ... ]     However, one must remember that the Scriptures also affirm His deity. In the Incarnation the eternal Son of God was inseparably united to an Unfällen human nature. Thus He is unique from all other men not only in that He was kept from the consequences of Adam's sin in His perfect humanity but also in that He was the God-Man. In this way one Person, the Lord Jesus Christ, possessed a divine nature as well as a human nature. Though the divine nature of Christ had eternal existence apart from the humanity of Jesus Christ (Heb. 10:5), that was not true of His human nature. His humanity exists only in union with His deity. Thus the personality expressed in the humanity of Jesus Christ was nothing less than that personality of God the Son, the Eternati Word who became flesh. As Dabney states, "It is the unanimous testimony of the Apostles, as it is the creed of the church, that the human nature never had its separate personality. It never existed, and never will exist for an instant, save in personal union with the Word. " When Philip asked to see God the Father, Christ replied, "Have I been so long with you, and yet you have not come to know Me, Philip? He who has seen Me has seen the Father; how do you say, 'Show us the Father'?" (John 14:9). Christ thereby affirmed that the divine personality of the Eternali Son which was flowing through His perfect humanity was beheld by the disciples.


    The foundation of Christ's person was His divine nature not His human nature.  He was the God-Man and not the Man-God.


It is the divine nature, and not the human which is the basis of Christ's person. The second trinitarian person is the root and stock into which the human nature is grafted. The wild olive is grafted into the good olive, and partakes of its root and fullness. The Eternal Son, or the Word, is personal per se. He is from everlasting to everlasting conscious of Himself as distinct from the Father and from the Holy Spirit. He did not acquire personality by union with a human nature. The incarnation was not necessary in order that the trinitarian Son of God might be self-conscious. On the contrary, the human nature which He assumed to Himself acquired personality by its union with Him. By becoming a constituent factor in the one theanthropic person of Christ, the previously impersonal human nature, "the seed of the woman" was personalized. If the Logos had obtained personality by uniting with a human nature, He must have previously been impersonal. The incarnation would then have made an essential change in the Logos, and thereby in the Trinity God-head, even by so remarkable an act as the incarnation.


Though Christ was of both human and divine desires, He had only one determinative will. That determinative will is in the
eternal Logos and continuously follows the will of the Father. Therefore statements one may make about what the humanity of Christ could or could not do must always be tempered by this understanding of the theanthropic Person.


    This understanding of the person of Jesus Christ is essential to evaluate adequately the argument that since Jesus Christ was human He had to be peccable. Succumbing to sin or susceptibility to sin is a reality for a person, but not for a nature. Dabney states, "Since the humanity never was, in fact, alone, the question whether, if alone, it would not have been peccable, like Adam, is idle it is impossible that the person constituted in union with the eternal and immutable Word can sin; for this is an absolute shield to the lower nature, against error."

     
 
It is the person, the rational being, who sins against God. Man is a sinner, and therefore sins. The person, not just a nature within the person, is held accountable for sin. Thus one is wrong in suggesting that Christ could sin because He possessed a human nature. Instead one must ask what the person of Jesus Christ can do. He possessed a genuine sinless human nature, and as a person He was impeccable. To state anything else is to impugn the character of God. As Chafer stated, "Since this bond of union which unites Christ's two natures — for He is one Person — is so complete, the humanity of Christ could not sin. Should His humanity sin, God would sin."
  [ ... sitatið endar ... ]


Óli Nicodemussen Argir februar 2010