(Seinast dagførd: 01/11-2009)
Spurningin, hvørt Jesus var/er Gud, hann latið eg liggja á hesum sinni - tað eru øll kristin samd um, at Hann er, var, og altíð verður. Einastu undantøk frá hesum eru Arianarir, sum í dag finnast í tveimum útgávum: Unitararir og "Jehova Vitni" - hvørgin av hesum trúðarbólkum verður roknaður fyri at verða kristin í bíbilskun týdningi, og hevur tað síðan hin fyrsta kirkjufundin hjá tí etableraðu statskirkjuni hjá Konstantin, t.v. s. Nicea-konsili í 325 verðið rokna sum markið millum heiði og kristi, hvørt ein trýr at Jesus er Gud ella ikki.
Oneness pentacostals, ella Jesus-Only, er ein bólkur fyri seg sjálvan, í føroyum eru teir kendir sum Nardus-samkoman. Teir trúgva ikki á tríeindina (Gud-Faðir/Sonur/Andi), men teir trúgva, at Jesus er Gud, og mugu teir tí roknast sum kristnir - annað er so tað, um læran hjá teimum v.v. Guds einleika er røtt, men tað fellur uttan fyri hesa greinina at taka støðu til.
Tvætli um, at eingin søguligur persónur, nevndur Jesus frá Nasaret, hevur veri til, tað tími eg ikki at diskutera - Hvørki jødar ella muslimar ivast í, at við byrjanina av vesturlendskari tíðarrokning livdi ein maður nevndur Jesus frá Nasaret.
Spurningin, sum henda greinin setur, og roynir at svara, er hesin:
Eg haldi, at "mannalíki" er eitt sera óheppi og tvískilt orð - tað er ikki nóg mikið at tað sum vit meina er rætt, tað sum vit siga, má ikki vera tvískilt, men týðuligt og greitt. (sí:1.Kor.14,9) "Ein frelstur syndari, ein heitur kaldur, ein stórur lítil" - tú kanst siga nógv, men hvat merkir tað, sum tú sigur? Hví ikki siga ein frelstur maður/kvinna. Hví kalla okkum syndarar sjálvi, tá Gud ikki kallar okkum tað? Ein trúgvandi er ikki siðloysingur, horkallur, drykkjumaður, avgudadýrkari pr. definitión, hóast hann kann falla/snáva í hesum og øðrum syndum, og ein rættvísur maður er ikki syndari pr. definitión, hóast hann (tað gera vit øll) snávar meir og minni í synd. Tað er ikki Gud (bíblian) sum kallar okkum syndarar og rættvís samstundis. Hetta er ein illa umhugsað útsøgn hjá Martin Luther - tað, sum hann meinar, er helst rætt, men útsøgnin er sjálvsmótsigandi eins og"frelstur syndari". Ein frelstur rættvísur er ein tautologi, ein frelstur syndari er ein sjálvsmótsøgn. Ein frelstur maður sum snávar av og á í synd, men sum hatar synd og elskar lóg (orð) Guds, og sum Gud hevur "erklera" fyri at vera ein rættvísan, er tað sum skriftin tosar um - ein frelstur persónur.
Stundum hoyrir ein eisini føroyskar talarar tosa um at Jesus (Gud) kom í, og tók á Seg menniskjalíki, og tað kemur meiri enn so fyri, at mann hoyrir hetta sungið eisini. Hetta passar ikki: Jesus líktist syndigum holdi, men Hann var, og er framvegis (óforgeingiligt), hold og menniskja, og Hann er Gud opinberaður í holdi.
Um ein andi ella dýr ella Gud kemur í mannalíki, so merkir tað á føroyskum at viðkomandi kemur í mannalikami uttan at blíva menniskja av náttúru. Í kvæðum, sagnum og ævintírum, tá menn koma í hundslíki og kvinnur í fugla- t.d. krákulíki, froskalíki o.líkn. tá koma tey í hami ella likami eins dýrs uttan at hava djóranáttúru. Munurin millum graslíki og gras, er at gras er gras, og graslíki er ikki gras, men er plastik? sum líkist grasi uttan at tað harvið blívur gras.
Um Jesus ikki var menniskja, men bert Gud kamufleraður í mannalíki, so er trúgv okkara tóm, og inkarnartiónin ein dárlig vits.
Siga vit, at Jesus gaman í var sannur Gud, eins og Faðir Sín, men at Hann var ikki veruligt menniskja, sum vit onnur, men eitt "serligt slag" av menniskja, sum líktist okkum, men sum ikki var partur av mannaættini, og at Maria moy fungeraði bara sum "klekimamma" hjá einum slags "mannalíki" sum Gud við Heilaga Andanum "plantaði" í móðirlív hennara, uttan at hon hevði nakað sum helst at gera við "menniskjaleika" (menniskjaheit) Hansara; um tað er hetta, sum vit meina, so skulu vit sjálvandi brúka heiti "mannalíki", tá tað er eitt hóskandi heiti til hetta pseudo-menniskja. Mannalíki kann ikki skiljast øðrvísi, enn at Jesus var ikki veruligt menniskja við menniskjanáttúru, men ein kamuflaga sum Gud virkaði í móðurlívi Mariu, uttan at Hann fekk "menniskjanáttúru" ígjøgnum/av Mariu - "likam gjørdi Tú mær til".
Um skeivar orðingar ikki vera rættaðar, koma tær skjótt at troka tær røttu burtur. T.d. "Gud koyrir ongan í Helviti, vit koyra okkum sjálvi hagar", verður sagt av talarastólum okkara, uttan at tað verður rætta, fyri ikki at tala um at "Gud gav okkum ein frían vilja!" Hvussu kan nakar geva einum øðrum ein vilja, og so enntá ein frían???. Ein frelstur syndari ljóðar "eyðmjúkt", men kom Jesus at frelsa okkum í ella frá syndum okkara? "Frelstur syndari" og "Fríur vilji" eru tvey skúladømi um hugtøk (begreb) sum annulera (uppheva) seg sjálvan innanhýsis, og tá hús er komi í stríð við seg sjálvt... Royn annars og analysera: eina heilaga almenna kirkju!?!
Es.52,14 "Hann líktist ikki menniskjabørnum", Heb.2,17 "Tí mátti Hann í øllum verða brøðrum Sínum líkur".
Summi av teimum, sum brúka orðafelli "mannalíki" trúgva helst at Jesus var/er satt menniskja, men brúka eina misvísandi orðing, mannalíki, í tankaloysi - ein slags "synd av óvart". Hetta er kanska ein misvísandi umseting av enska "manhood", Men "God came in manhood" og "Gud kom í mannalíki" merkir ikki tað sama.
Um Maria hevði einki við menniskjanáttúru Jesusar at gera og Jesus tess vegna ikki er partur av mannaættini, so kann Hann ikki vera tann seinri Ádam.
Eg trúgvi ikki, at nakar skilir inkarnatiónina - eg havi í hvussu er ikki møtt nøkrum enn - men eg trúgvi at tað er rætt at vit grunda djúpt alt lívið yvir spurningar, sum eru so djúpir, at teir eru óútgrundiligir. Vit hava ikki fingið høvd okkara til at hyggja eftir sápu-opraðum og talkshows við.
Eg skilji ikki inkarnatiónina (til fulnar), men eg haldi, at bíblian er púra greið: skuldi Jesus vera millummaður millum Gud og menniskju, so mátti Hann vera bæði sannur Gud og satt menniskja samstundis. Gud og Menniskja, hetta kunnu børnini í sunnudagsskúlanum skilja, men teologarnir kunnu ikki skilja tað til fulnar, hvussu hetta kann vera.
Tað er bara ein millummaður millum Gud og menniskja, Menniskjað Kristus Jesus. 1.Tim.2,5...(sum er)..."Gud, opinberaður í holdi". 1.Tim.3,16 (TEOS, ikki HOS) - t.v.s. 1.Tim 2&3 = Menniskja & Gud. Hann var líkur syndigum holdi (uttan synd). (Róm.8,3), men Hann varð hold. (Joh.1,14) og Hann er framvegis hold aftan á uppreisnina. Luk.24,39. Um Kristi uppreisn skal vera frumgróðurin av teimum sum sovnað eru, so kann uppreisnarlikam Hansara ikki vera øðrvísi enn okkara verður - annars var Hann ikki frumgróður - (s.e. sálm 45 - v.3 menniskja & v.7 Gud).
Sambært calvinistiskum krittikara av "brøðralæruni", Thomas Croskery 1879, so høvdu teir "gomlu" brøðurnir, C.H.M., J.N.D., og W. Kelly eina læru um "tað himmalska menniskja" Kristus, sum var eitt annað "slag" av menniskja, enn "tað jørðiska menniskja"Ádam var, bæði áðrenn og aftan á syndafalli. Sambært hesi læru, so var jørðiska likam Harrans Jesusar, áðrenn uppreisnina, sama "slag" sum uppreisnarlikami hjá tí endurloysta menniskjanum aftan á uppreisn hansara t.v.s. tí endurloysta. T.v.s. at jarðarlikam Jesusar var frítt fyri avleiðingarnar av syndafalli Ádams, og kundi ikki doyð av elli, óansæð hvussu gamalt tað var - ikki tí at Gud forhindraði tí, men tí at jarðarlikam Harrans Jesusar var ikki undirlagt forgeingiligleika. Likam Hansara í inkarnatiónini hevði sambært hesi læru einki við "okkara" likam at gera, tí at "(himmalst menniskja-) likam gjørdi Tú mær til" - So Jesusbarni slapp eftir hesum at døma undan barnasjúkunum -"Tað vóru sjúkur okkara, Hann bar", men Hann hevði ikki "lut" í sjúkum okkara - Henda læran samanumtikið liggur á markinum til at avnokta, at Jesu likam hevði blóð (tað hevur uppreisnarlikami ikki - tað, vit vita), men teir síggja nok sjálvir, tað førir ov vítt, og hevur "óhepnar" avleiðingar.
Eg veit ikki, um eg eri greiður nok, men eg haldi, at læran er ov ógreið til at seta hana greiðari fram í einum skrivi av hesari støddini. Eg havi lisið hesa læruna í Betragtninger over mosebøgerne hjá C.H.M., men eg hefti meg ikki við hana tá, nakað serligt, tí eg helt bøkurnar sum heild vera sera áhugaverdar og læruríkar - eg helt (fyri at sitera C.H. Spurgeon í ummæli av betragt. í Comment. & Com.), at hetta vóru nakrar eiindommiligheitir hjá Machentosh.
Eg eri glaður fyri ta verk - serliga skrivliga verk - sum teir gomlu brøðurnir gjørdu, og eg haldi, at brøðrasamkoman (føroyska modelli) er tað nærmasta, sum ófullkomin menniskju eru komin gjøgnumførligum bíbilskum samkomustrukturi og læru. Menn skilja skriftina ymiskt, men vit hava "bara" skriftina sum autoritet, ikki viðtiknar trúðarjáttanir, ella traditiónina til autoritet, tá tað kemur til skarpskeringar, og vit kunnu uttan byrokrati, kirkjuminesteriir v.m. broyta tað, sum farna ættarliði skilti øðrvísi enn vit, um vit finna brúkulig bíbilsk argument fyri tí - Teir gomlu brøðurnir høvdu sínar eiindommiligheitir, sum ein sær, um ein lesur "brøðralæru" c.a. A.D. 1880. Tá ið teir kundu exkommunikera W. Kelly, sum kanska var størsta "høvdið" sum teir høvdu á hansara døgum, so sigur tað nakað um teirra ófeilbari - eg meinti annars, at tað var ein rómversk katólsk doktrin við ófeilbariheitini. Ensku/amerikansku brøðurnir hava annars "annulera" hesa exkomunikatión av W.K. nýliga.
At brøðralæran hevur docetistiskar tendensir, eri eg ikki tann fyrsti, sum hevur varnast. Kendi breski professarin í griskum, F.F. Bruce, sum sjálvur var "bróður", vísti á tað fyri ártíggjum síðani - tað bleiv hann ikki beinleiðis populerur fyri, hvat ið eg valla blívi heldur fyri hesa greinina, men táið tað skal sigast, lat tað so vera sagt.
Hvar brøðrasamkoman hevur fingið sínar docistisku tendensir frá, veit eg ikki. Menno Simons, sum sokallaðu "mennonitarnir" stavaðu frá, var docetist, t.v.s., at hann trúði á Kristi mannalíki, og mennonittarnir vóru anababtistar. Tað løgna í hesum sambandi er, at brøðrasamkoman var ikki babtistisk, táið hon byrjaði í bretlandi fyrst í 1800 talinum - hóast "brøðrirnir" blivu kendir (og beryktaðir) sum gendoyparar í føroyum - J.N. Darby var barnadoypari. Føroysku brøðrirnir sum byrjaðu við at doypa vaksin, doypa nú børn í 8-10 ára aldri, og kanska yngri eisini - tá vildi eg fyritrekt barnadóp av pinkubørnum. Annahvørt má ein doypast sum myndigur persónur uppá sína egnu játtan, ella sum ómyndigur uppá játtanina hjá foreldrum/verjum. At doypa eitt 8 ára gamalt barn, gevur onga meining, uttan so at foreldrini vilja "spæla", at barnið er tilkomið, men "fyri ein ordans skuld" fáa tað í dópskarið, meðan tey enn hava maktina yvir "avgerðunum" hjá barninum.
Tann klassiska
"brøðralæran" (Darby/Kelly etc.) øtast um
tað ræðuligu (horreble) læruna um, at Kristus fekk "carnal natur", og
dømir hesa læruna sum blasfemi av grovasta slag. Til hetta
er at siga, at eingilskmenn (KJV etc.) umseta orðið hold, SARX
við flesh við hvørt, carnal við hvørt, og
stundum við øðrum orðum, og leggja ymiskar
týdningar í hesi orð, sum eru umsett frá
tí sama griska orðinum, SARX. Rætt skal vera
rætt, Kristus er ikki carnal, í tí
týdninginum, sum orðið carnal hevur á enskun, men
skriftin lærir, at Kristus (Orðið) varð hold; hetta
gevur
brøðralæruni ein kardinal-trupuleika ,
brøðralæran hevur gjørt hugtakið
"holdið"
(sum teir skilja sum tað gomlu náttúruna) til
nakað so ræðuliga demoniskt, at Kristus sum hold
má burturforklárast uppá allar møguligar
(og ómøguligar) mátar, og tá argumentini
eru uppi, so kemur polemikkurin teimum til hjálpar (halda teir) ? "Hvorom alting er, og
vorder bleven", í staðin fyri at lata Orðið
verða hold = menniskja, so blíva teir (uttan at vita tað
sjálvir) apollinarianistar, og fáa ein Kristus, sum ikki
er menniskja, men mannalíki. Eg kann annars minna á at
táið Pelagius (hann við tí fría viljanum)
var vorðin óynsktur í ortodoksum kristindómi,
tá flýddi hann til Nestorianus, sum tá var
biskupur
í Byzants (Konstantinopel) - tað er kanska lagnunnar
speiðsemi, at brøðralæran, sum upprunaliga var
calvinistisk, fekk Pelagius blandaðan upp í teologiðina,
aftan á at hon hevði hýst Apollinarius (við
mannalíki) síðan Darbys dagar - ein ólukka
kemur sjáldan aleina. Skuldi brøðralæran
verði konsikvent, so var hon meiri nestorianistisk enn
apollinaristisk - Nestorianus lærdi ein skisofrenan Jesus við
tveimum náttúrum. Teir "gomlu" brøðrirnir
vóru fyri ein part umskiltir. Í sínum ídni
fyri at bøta um skaðan sum pop-prædikanturin og
pre-pinsin Irving hevði gjørt, fóru teir alt ov langt
við at forklára, hvussu Kristus kundi vera uttan (arva-)
synd,
sum Irving eftir øllum at døma lærdi, at Hann
hevði lut í - læran hjá honum var tó
hvørki greið ella systematisk.
Eg minnist annars okkurt um
Doketistar, ávirkan frá Platon, Apollinarianismu,
Nestorius, Cyril, Kirkjufundir etc. Tað stutta av tí langa
er tað, at teir kláraðu ikki at forklára
inkarnatiónina til fulnar, og eingin - heldur ikki vit, hevur
klára ta síðan - og eingin kemur at klára
tað, tí inkarnatiónin kann ikki forklárast
nøktandi (vit mugu tó royna) - hon er ein
snávisteinur fyri tankan
og fornuftina - og hon er munandi verri at forklára enn
tríeindin. Tríeindin er hóast alt "bara" Gud, men
inkarnatiónin er bæði Gud og menniskja. Onkur
gudsmaður hevur sagt, at ein Gud sum hann hevði skilt til
fulnar, hevði hann ikki kunna havt stórvegis
hávirðing fyri.
Strangt tikið, so er tann klassiska brøðralæran (A.D.1880) hvørki konsekvent apollonarianistisk ella nestorianistisk, men skisofren, við tað at hon trýr at Jesus hevði tvær náttúr (Gud og Menniskja), men trýr samstundis, at Jesus bleiv ikki menniskja - heldur ikki likam hansara, men at Jesus var menniskja í Himli, og at hetta "himmalska menniskja" kom í móðurlív Mariu, og gav seg síðan út fyri (leyg!?!), at tað var menniskja sum vit onnur. Logikkurin í hesum (í tann mun, at tað hevur logik) er, at Jesus er ævigur Gud og ævigt (himmalskt) menniskja - v.ø. orðum, menniskjaleiki Jesusar er samanfallandi við guddómleika Hansara, og "báðar" náttúrurnar eru í veruleikanum tann sama æviga náttúra GudMenniskjans - Karl Barth trúði nakað tað sama, og ensku brøðrirnir trúgva hesum enn (soleiðis skilji eg teir), men hvat brøðrasamkoman í Føroyum í dag (A.D.2009) trýr í hesum máli er torført at útgreina systematiskt - størsti trupuleikin er, at teir vita ikki sjálvir hvat, ið teir trúgva í hesum máli. Ja, ja, ja, teir trúgva ikki uppá kirkjufundir og viðtøkur manna, men bert tað sum orð Guds lærir t.v.s. hina heilnæmu læru, óblandaðu mjólk orðsins o.s.fr. - trupuleikin er so bert, at útgreina systematiskt, hvat bíblian lærir í hesum máli, tað fær mann ongan til - tað gevur kraftigar ábendingar um, at teir vita ikki sjálvir, hvat teir meina.
Um Jesus var "mannalíki", hvat í víðu verð gjørdi Hann so her á jørðini? Hann kundi tala av Himni, eins og áður og aftaná. Hann, sum er Gud, var allvitandi áðrenn Hann kom niður á jørðina, so Honum nýttist ikki at koma at kanna nakað. 1.Mós.18,21 var ikki neyðugt fyri Hin Alvitandi, men var nakað Hann, valgdi Sjálvur - Hann arbeiður á Sín hátt.
Gud fer ikki at snýta Seg Sjálvan við at takað eitt "mannalíki" sum staðgongumann fyri verðulig menniskju!!!
Hjá okkum
er tað eingin spurningur um at Jesus er (altíð hevur
verði/altíð verður) sannur og heilur Gud
áðrenn, í og aftan á inkarnatiónina.
Spurningurin er, í hvønn mun, Hann var og er menniskja,
og hvat "slags" menniskja. At Hann var og er menniskja í onkrum
týdningi av orðinum "menniskja", letur skriftin ongan iva
vera um. (Sí 1.Tim.2:5.) Annars kom Hann ikki bert í
holdi, men Hann bleiv (varð) hold - spurningurin er so, hvat
tað merkir!?!
Men eg slái fast, at inkarnatiónin ikki kann forklárast rationelt, og hypotetiskir spurningar eru loyviligir, um teir hjálpa okkum at skilja okkurt ógreitt, men teir eru ikki gagnligir, um teir leiða okkum út í filosofiskt pedantarí. Spurningar sum: Um nú Gud...., eru í besta føri nyttuleysir. Hjá Gudi er einki "um" ("no if's and but's" M. Lloyd Jones). Gud ER, Gud hevur tala, Og Gud ger hvat Hann vil. Annað er, hvussu vit fyrihalda okkum til tað. Tað er ein góður spurningur, og hann er ikki hypotetiskur, men deyða-álvarsamt konkretur.
Viðvíkjandi menniskjanáttúru Kristusar, so framt Hann var menniskja í vanligum týdningi av orðinum, og ikki bert manna- "líki", so kundi sambært "tvey-náttúru terminologi" menniskjanáttúra Hansara ikki vera tann "gamla náttúran" við tað, at hon er ein syndanáttúra, og Kristus er uttan synd. Menniskjanáttúra Kristusar kann heldur ikki vera tann "nýggja náttúran", tá hon er ein gudilig nýskapan, sum Gudurin Jesus Kristus ikki hevði tørv á, og hevði hon, um so var, falli saman við tí guddómligu náttúru Hansara (2 Pæt:1.4?) og gjørt læruna um Kristi tvær náttúrur meiningsleysa, við tað at "báðar" náttúrurnar vóru tann "sama" náttúran - nevniliga tann guddómliga náttúran.
Eg ætlaði mær at skriva um tað søguliga kjaki v.v. inkarnatiónini, sum Apollinarus og aðrir góðir og minni góðir menn tóku lut í, men tað verður ikki her. Kanska eg skitsi tær søguligu rembingarnar umkring Nicea ár 325 og Chalsedon ár 451 v.m. eina aðruferð.
Niðurstøða mín er:
Jesus Kristus var (og er) umframt
Gud í orðsins fulla týdningi, menniskja í
orðsins vanliga týdningi, sum biologiskur/sálarligur
eftirkomari hjá Ádam og Evu, og tískil partur av
mannaættini, við tí eina undantakinum, at Hann er
uttan synd, og hevur altíð verði tað - vit
síggja burtur frá, táið Hann hekk á
krossinum sum staðgongumaður mannaættarinnar, men
tá var tað sum so ikki "Hansara" synd, men okkara.
Spurningin um hví og hvussu Jesus, sum partur av
mannaættini og eftirkomari Ádams, kundi "sleppa" undan
arvasynd, tann spurningin goymi eg til eina evt. grein um arvasyndina.