Argir, við ársbyrjan 2003.
Rundskriv
Til Samkomurnar í Føroyum
Eg vil við hesum boða samkomunum
frá, at eg frá nú av virki í Orðsins
tænastu burtur av.
Hetta merkir, at eg hereftir brúki alla
arbeiðstíð og orku mína til at granska og
prædika orð Guds – og annars at luttaka í tí
verki í ríki Guds, sum evni og høvi veitast
mær til.
Hetta komi eg at gera so leingi, sum Harrin
gevur mær umstøður til at virka fulla tíð
í Orðsins tænastu.
Tykkara í Kristusi,
Óli Nicodemussen
Viðargøta 48 FO-160 Argir, tlf: 310615 / 210615
Til ábyrgdarbrøður
í Samkomunum
(Hetta er IKKI ætla at liggja alment
frammi, men er ætla andaliga búnum monnum)
[...Viðm
2005:
av
tí
at
hetta
skrivið
bleiv
tagt
burtur
í
nógvum
samkomum, so gjørdi eg kortini av at leggja
tað út alment á alnótina...]
Í samband
við avgerð mína, um at fara út í
Orðsins tænastu fulla tíð, haldi eg tað vera
hóskandi at boða ábyrgdarbrøðrum
frá, hvør eg eri, hvat eg læri, og hvat eg annars
kann taka undir við og hava felagskap við.
Eg eiti Óli
Nicodemussen, eri føddur í Skálavík
19/04-1969, og uppvaksin har.
Foreldur míni eru Sigrid og Napoleon (Poli) Nicodemussen.
Pápi mín, sum doyði fyri nøkrum árum
síðani var lítlibeiggi hjá Eiler Jacobsen,
reiðara á m.a. Krúnborg. Pápi sigldi sum
stýrimaður við Norðborg í mong ár, og
havi eg sjálvur siglt við Norðborg sum dekkari
meginpartin av mínum vaksna lívi. Tó
bóndaðist eg í Skálavík í
nøkur ár inntil eg kendi meg noyddan at selja garðin
fyri at sleppa undan at fara fallit.
Eg slapp skaðaleysur burtur úr
søluni, soleiðis at skilja, at eg kom ikki at skylda
nøkrum, men eg misti jørðina, og tí hevði
eg ikki hug at vera í Skálavík longur og
síggja uppá tað, sum eg einaferð hevði
átt – sumt av hesum hevði familjan átt í 500
ár, so eg fór til Havnar, og havi búð
síðani í Tórshavn, t.v.s. í 2-3
ár.
Kona mín er Karin Louisa G. Leo úr Hvalba, og vit
hava tvær døtur: Sigrið, ið er
hálvfjóra ár og Marjun, ið er
hálvtriðja.
(Kona mín, Karin Louisa stuðlar mær
heilhjarta í avgerð míni um
fulltíðartænastu í at granska og prædika
orð Guds, og hon hevur lutvíst rættlisið hetta
skrivið, men
harvið er ikki sagt, at hon er fult og heilt samd við mær
í øllum mínum sjónarmiðum.)
Sum tit vita, so hava prædikumenn
í samkomunum vanliga ikki fasta løn fyri
samkomuarbeiði, men liva av gávum frá samkomum og
samkomulimum, ið kenna seg leiddar (kanska eisini noyddar?) , at
stuðla hesum monnum.
Hetta
verður
tað
einasta,
sum
eg
kunngeri
alment
um
fíggjarstøðu
mína
og
pengar meðan eg
prædiki, so lat meg siga alt á hesum sinni – so er tað
sagt.
- Eg eri rímiliga fyri fíggjarliga í skrivandi
løtu – eg mangli einki – , men skuldi tann dagur upprunni, hvar
ið tað ikki hongur saman hjá mær longur, so vil eg
ikki boða nøkrum frá tí.
- Eg gevist við at prædika regluliga tann dag, ið eg
ikki kann liva av tí, og fari aftur í borgarligt starv,
t.v.s. helst til skips, um eg sleppi við onkrum líkinda
skipi, men tit fáa tað ikki at vita, fyrr enn eg eri givin.
Eftir tað, vil eg bara prædika hendinga ferð, sum
nú liggur fyri, og kann sameinast við arbeiði hjá
mær.
- Eingin fær heil ella hálvavegna biddarabrøv
frá mær, og samkomurnar skulu ikki vænta sær
nøkur brøv frá mær, ið kunnu
útleggjast sum slík, men eg vil takka evt. gevarum privat.
- Eg komi ikki at halda nakrar kollekt talir.
- Eg havi onga avtalu við nakran um fastan stuðul, og
skuldi eg fingið onkra slíka avtalu, so vil eg ikki boða
tykkum ella nøkrum øðrum frá tí.
- Eingin hevur biðið meg um at taka hetta stigið, og
eingin eigur at føla nakrar fíggjarligar skyldur yvirfyri
mær, tó eiga tit at stuðla Harrans verki, og tit hava
skyldu til at meta um hvørt eg, og einhvør
líknandi, eri í Harrans tænastu, ella eg havi
"kallað" meg sjálvan.
- Tit hava tó skyldu til at stuðla mær í
bønini. Meta tit Harran hava kallað meg, so skulu tit
biða Harran signa arbeiði mítt, og meta tit, at Harrin
ikki ynskir meg í hesum verkinum, so eiga tit at biða Harran
um at vísa mær durafjóringin, ongantíð
ov skjótt – veri ikki flógvir í hesum máli,
brøður, men takið eina væl umhugsaða
støðu, og geri so tað sum tit meta vera rætt, eins
og eg sjálvur geri tað, sum eg haldi vera rætt.
- Skuldi onkur samkoma, einstaklingur ella partafelag kent seg
leiddan at stuðla mær hendinga ferð ella regluliga, so
eru p-tal og kontu nr. míni hesi:
Føroyskt persóns tal hjá
Ó.N. er: .............
Kontu nr. Ó.N. í Føroya Sparikassa er: 9181 -
4250135
- Tað hevur verið mín stóri áhugi, og
eg havi kent tað sum vilja Guds í mong ár, at eg
skuldi granska hvat orð Guds lærir, og síðani
læra onnur tað. Eg havi samlað mær nógvar
teologiskar t.v.s. bíbliuútleggjandi bøkur
seinastu umleið 10 árini, og havi lisið tað, sum eg
havi fingið tíð til – sjálvandi eisini í
bíbliuni – og harumframt havi eg talað og skrivað
tað, sum arbeiði hjá mær hevur givið mær
umstøður til, t.v.s. rættiliga lítið
samanlagt. (Ezra.7:10)
- Eg havi kent tað sum vilja Guds í nøkur
ár, at eg skuldi fara í Orðsins tænastu fulla
tíð, men eg havi ikki mett, at tíðin var
búgvin til tað fyrr enn nú.
Hetta verður ikki sett fram sum tann
ævigi sannleikin, sum ikki kunnu vera fleiri áskoðanir
um, og sum ikki kann verða kjakast um. Hetta er
áskoðanin hjá undirritaða, sum kemur fram her. Eg
havi roynt at granska skriftirnar, og lisið eitt sindur av
hvørjum innanfyri bíbliuútlegging – umframt eitt
lítið sindur av slektaðum evnum sum t.d. filosofi. Eg
eri sjálvandi opin fyri, at eg kann hava onkra
áskoðan, sum ikki er fullkomin hvat viðvíkur at
skilja skriftirnar og nýta tær. Av tí, at tað
sum kemur fram í hesum skrivi eru meiningarnar hjá
mær, og ikki bíbliuundirvísing sum so, so havi eg
avmarka ávísingarnar til skriftstøð í
hesum skrivi. Ein onnur grund er, at ávísingar til
skriftstøð og útlegging av teimum hevði longt
munandi um hetta skrivið, sum er ivaleysa langt frammanundan –
upprunaliga ætlaði eg bara at skriva einar 2-3
síðir – eg havi roynt at hava evnini so stutt sum
møguligt, og heldur hava fleiri evni. Summi av hesum hava eingi
skriftstøð, sum beinleiðis kunnu brúkast – hvat
lærir bíblian t.d. um gen-gransking og møguleikar
og vandar í hesum sambandi? – og skriftstøð sum kundu
verði nýtt, høvdu kravt eina langa útlegging,
innlegging og forkláring.
- Læran hjá mær liggur stórt
sæð onkrastaðni millum A.W. Sloan og C.H. Spurgeon,
t.v.s.
at eg eri calvinist og dispensationalist. Ein núlivandi
bíbliulærari, sum eg eri samdur við í mongum,
tó ikki øllum, er amerikanski baptistapastorurin John
MacArthur.
- Sum heild, so verði eg roknaður fyri at vera, eftir
føroyskum mátistokki, víðgongdur v.v. t.d.
Guds lóg, og Guds alveldi, og harumframt havi eg konservativar
hugsanir um tað mesta.
- Har ið fólkalívsfrøði, pedagogikkur,
sálarfrøði og líknandi
mannavísdómur við sínum fáfongdarvillum
eru í andsøgn við hina heilnæmu læru
í orði Guds, t.d. í spurninginum um barnauppaling,
har taki eg støðu saman við orði Guds, og verði
eg tessvegna ósamdur við nógvar brøður
í hesum viðurskiftum – kanska serliga millum teir yngru
brøðurnar, sum eins og eg sjálvur eru vaksnir upp
aftan á tað humanistisku kollveltingina síðst
í 60-unum.
Nøkur viðurskifti eru
hóskandi at nevna, sum eg læri øðrvísi
um enn vanlig brøðralæra – eg havi skriva um sumt av
hesum á heimasíðu míni, og eg komi at skriva
og tala um restina, men eg vil geva eitt stutt og tessvegna
ófullfíggja yvirlit:
- Vanlig brøðralæra er, at Gud
íklæddist eitt ella annað slags menniskjalikam, sum
ikki hevði uppruna frá Ádam (ella Mariu), og at Jesus
tískil var (og møguliga er enn) mannalíki, og ikki
menniskja í vanligum týdningi av orðinum "menniskja"
– v.ø.o. Orðið varð ikki hold, men holdslíki.
Henda læran verður í gudfrøðini kalla
doketisma,
og eg takið ikki undir við henni. Eg læri, eins og
reformert gudfrøði, lutherdómur og
ortodoks/katólsk læra, saman við kirkjufundinum
í Chalcedon í 451, at Jesus, umframt at vera sannur og
ævigur Gud, er satt menniskja frá gitnaði
sínum, men Jesus varð ikki menniskja áður enn
Maria moy gjørdist við barn sum t.d. Karl Barth og Jack
Hyles lærdu – v.ø.o. Skaparin gjørdist partur av
skaparverkinum c.a. ár 5 f.v.t. Eg trúgvi, at Jesus er
sama slags menniskja sum vit onnur, við tí eina
undantakinum, at Hann er syndafríur bæði í veru
og gerningi (da: vesen og væren). Jesus er "fuldblóðs"
eftirkomari Adams og Evu og partur av mannaættini – ikki bara
likam Hansara, men persónurin allur í síni heild
og smálutum, hvat viðvíkur
"menniskjanáttúru" Hansara. Jesus hevur sína
menniskjaheit fult og heilt frá mammu síni – pápi
Hansara var ikki menniskja. Skuldi Jesus vera millum-maður millum
Gud og menniskju, so mátti Hann vera fult og heilt
bæði Gud og menniskja – tað var ikki nóg mikið
at vera mannalíki. Um Maria einki hevði við
menniskjanáttúru Jesusar at gera og Jesus tess vegna ikki
er partur av mannaættini, so kann Hann ikki vera tann seinri
Ádam. Gud fer ikki at snýta Seg Sjálvan við at
takað eitt "mannalíki" sum staðgongumann fyri
verðulig menniskju!!! (Jóh.1:14; Róm.5:12-19)
- Brøður flestir trúgva, at Gud
endirføðir okkum sum úrslit av, at vit trúgva
á Hann. Eg trúgvi (at bíblian lærir) sum
calvinistisk teologi annars, at Gud endurføðir
útvaldu síni, kallar tey, og harígjøgnum
leiðir tey til umvending og trúgv, (sum ikki kunnu
at skiljast), og rættvísgerð okkum táið vit
trúgva, og gevur okkum sonarrætt afturat
rættvísgeringini – eg lati heilaggeringina liggja á
hesum sinni, við tað at eg eri stórt sæð
samdur við brøðrum flest v.v. heilaggeringini,
hóast eg orði meg eitt sindur øðrvísi enn
teir.
- Hvussu blívir ein barn Guds? (Vit tosa um
gudfrøðisliga hugtaki "Synir Guds" í N.T. – ikki um
"børn Guds" í týdninginum skapningar Guds.) Eg
veit ikki um brøður hava eina avkláraða meining
um hetta, men kristin fólk sum heild meina í dag, at vit
blíva børn Guds gjøgnum endurføðingina,
v.ø.o. vit verða fødd til at verða børn
Guds. Eg trúgvi (at bíblian lærir), at vit
verða ættleidd ella adopteraði til at verða
børn Guds, t.v.s., at vit verða børn Guds,
táið vit fáa sonarrættin. Gal.3:26: "Tit eru jú
øll børn Guds við trúnni á Kristus
Jesus" Viðm: Trúgvin, sum so,
frelsir okkum ikki frá fortapilsi, men
rættvísgeringin, sum er juridiska avleiðingin av
trúnni. Á sama hátt blíva vit ikki
børn Guds av trúnni, sum so, men gjøgnum tað
juridisku avleiðingina av trúnni, nevniliga
ættleiðingina ella adoptiónina, tað at fáa
sonarkor, og harígjøgnum blíva vit samarvingar
Kristusar. Vit kunnu ikki bæði føðast og
adopterast til somu sonarkor ella barnarættindi. Um vit blivu
børn Guds gjøgnum (endur)føðing, so kundi
Kristus gaman í vera hin frumborni, men ikki hin einborni Sonur
Guds. Spurningurin um ævigu veru Sonar Guds er ov
rúgvusmikil til at viðgera her, lat meg tó siga, at
Gudsonurin er ævigur eins og Gudfaðirin er tað, og
Gudsonurin er tískil ikki "føddur" í
tíðarhøpi – vit sígga burtur frá
føðing Hansara sum menniskja her.
- Tvær náttúrur hins trúgvandi: Eg
trúgvi, aftan á at hava granska evni í fleiri
ár, at læran um tvær náttúrur
hjá einum menniskja er stutt og greitt begrebsforvirringur
við einum sindri av sannleika vavdum uppí.
- Í spurninginum um menniskjans sál og anda eri eg
dichotomist, meðan so gott sum allir brøður í
Føroyum eru trichotomistar. Tað skal tó sigast, at eg
sjálvur var víðgongdur trichotomistur inntil eg
granskaði evni, og sum úrslit av tí broytti hugsan
hesum viðvíkjandi.
Tað er okkurt smávegis annað, sum eg
læri øðrvísi um, enn brøður í
Føroyum sum heild, men tað eru smáting, sum tað
ikki loysir seg at gera nakað hóvasták
burturúr.
- Eg meti tað vera rætt at skriva omanfyristandandi, so
brøður ikki kunnu skuldseta meg fyri at koma, uttan teirra
samtykki, við fremmandum lærum, sum teir ikki vita av. (Jud.3)
- Eg krevji ikki av brøðrum, at teir skulu vera samdir
við mær í omanfyristandandi, og eg kann væl
samstarva við brøður sum eru ósamdir við
mær í hesum. Eg skal tó boða frá, at eg
tali ikki undir censuri – annahvørt prædiki eg alt
tað, sum eg meti, at bíblian lærir, ella tigi eg, og
lati aðrar brøður tala.
- Eg havi størstu virðing fyri teologum, eksegetum og
bíbliulærarum/útleggjarum annars, og eg lesi
tað, sum eg fái hendur á av
bíbliuútlegging, bæði tí, sum eg eri
samdur við, og tí sum eg eri ósamdur við – eg vil
sjálvandi vita hvat bíblian lærir, men eg kenni
tað sum mína skyldu at fylgja við í, hvat ið
menn og kvinnur læra, og hvussu tey útleggja skriftirnar.
(1.Tess.5:21)
- Táið hetta er sagt, so vil eg eisini siga, at
mín djúpa sannføring er, at
brøðrasamkomurnar í Føroyum eru fyrimyndarliga
heilnæmar í læruni – ikki tí at tær eru
"brøðrasamkomur" og stava teologiskt frá Darby &
co., men heldur "til trods fyri" ella hóast tað, at
tær eru teologiskt at rokna frá
brøðrarørsluni í Onglandi í
nítjandu øld.
- Lat meg runda av her við at siga, at høvuðsgrundin
til at tær føroysku brøðrasamkomurnar eru so
sjáldsama bíbilskar samanborði við
"bíbliuskúlakristindóm" aðrastani er, at
brøðurnir í Føroyum fyri tað mesta hava
verið leikmenn, og hava ikki havt annað at byggja læruna
hjá sær á, enn hina óforfalskaðu
læruna, sum teir funnu í bíbliuni, í
orði Guds – at hetta stundum hevur ført til
antiintelektualismu, er ein keðiligheit, ið vit sum
leikmannarørsla tó kunnu liva við. Hetta er sum so
ófarligt, og eitt fyribrygdi, ið hevur avmarkaða
livitíð, táið tað av og á livnar
uppaftur. So leingi sum menn lesa nógv í
bíbliuumseting okkara, so ger tað einki, um teir einki
annað lesa. Victor Danielsen hevur givið okkum eina
framúrskarandi bíbliuumseting, og hóast henni
tørvar onkrar smávegis ábøtur, so er hon
ein góð og fult álítandi umseting, sum ger
nógvar aðrar týðingar til skammar – eg kenni so
onga aðra týðing, sum eftir mínari meting er
betri enn tann hjá Victori.
[... viðm.2009: eg haldi, at
hann skuldi hildi seg til tann byzantska grundtekstin, men umsetingin
sjálv (av tí teksti, sum VD hevur umsett) haldi eg vera
óvanliga góða ...]
Eg síggi ikki leikmenn,
ið bara lesa bíbliuna, sum ein trupuleika. Tann mangan
størri trupuleikin eru menn og kvinnur, sum vilja tykjast
"lærd" við tað at tey hava gingi eitt ella tvey ár
á einumhvørjum bíbliuskúla, hvaðani tey
hava fingið eitt sindur av neo-evangeliskari indoktrinering og eitt
diplom á veggin, og tískil halda seg vita alt, ið er
vert at vita, og sum samstundis viðvíkjandi andaligum
lívi og læru villast tí tey kenna ikki skriftirnar,
og stundum mest kenna Gud av rykti. (Mark.12:24; 1.Tim.1:7)
Eg kann sjálvandi ikki nevna alt sum eg
meini og læri um alt – sumt havi eg onga meining um (enn), men
niðanfyristandandi skuldi givið eitt breitt yvirlit av
tí mesta, sum kann vera viðkomandi at nevna í einum
skrivi sum hesum.
- Eg trúgvi á Guds alveldi. Hetta avmarkar
neyðturviliga frælsi hjá menniskjans vilja. Gud
stýrir stundum ígjøgnum at forða ella fremja
materiel viðurskifti, okkum nýtist bara at hugsa um
tær 10 plágurnar í Egyptalandi, og hvussu Gud
leiddi fólk Sítt ígjøgnum Reyðahav,
samstundis sum Hann druknaði Farao og hermenn hansara. Tann
vanligasti mátin hjá Gudi at stýra hesum heimi
við er tó ígjøgnum menniskjans vilja. (Ezra
1:1; Op.17:17; Sálm.135:6)
- Eg haldi, at menn og kvinnur fattast vit táið tey
biða til Gud..."[eg biði,] at Tú, Harri og Gud
má fáa loyvi til at [gera eitthvørt]". Um Gud
er alvaldandi (annars er Hann ikki Gud), so tørvar Honum ikki
loyvi frá nøkrum – "Hann
ger
hvat
Hann
vil!". Um Gud tørvar loyvi frá
triðjamanni til okkurt, so er nyttuleyst at biða til Gud
hesum viðvíkjandi – so má tað orðast við
rætta viðkomandi.
- Eg trúgvi ikki uppá "menniskjans
fría vilja". Eg rokni hin fría viljan sum eina
arvalæru hjá hesum heimi, sum hitt
náttúrliga (gr: sálarliga) menniskja hevur
upphugsa til frama fyri sítt egna sjálvsvirðið,
so tað kann føla seg betur. Vit minnast
trúðarjáttanina hjá Tróndi í
Gøtu, sum trúði á menniskjan egna mátt
og megi. Hetta er við øðrum orðum humanisma í
kristiligum hami. Victor Danielsen og J.N.Darby høvdu somu
áskoðan sum eg um hin fría viljan – tað kann
prógvast út frá skriftum teirra (um neyðugt) –
men flestu brøður í Føroyum á okkara
døgum trúgva á menniskjans fría vilja. At
hin fríi viljin ikki sampakkar við æviga frelsu,
tykjast teir ikki at hava varnast – hetta dugdi systematikarin John
Nelson Darby annars at síggja, og kundi hann tískil ikki
trúgva uppá menniskjans fría vilja. Tað tykir
mær annars løgi, at teir menn, sum tosa mest
sannførandi um at menniskja hevur ein frían vilja, teir
eru teir somu, sum royna at yvirtala hin fría viljan at velja
Kristus – ein yvirtaling sum ikki bar til, um viljin var fríur.
- Gud aleina kennir forholdi millum Guds vilja (í
sínum ymisku týdningum) og menniskjans vilja (við
sínum relativa frælsi). Tað sum vit vita við vissu
út frá Guds opinbering (bíbliuni) er, at
menniskjans vilji er innanfyri Guds vilja. Tað sum er út um
hetta er mannahugsan, sum er meir og minni røtt – bert Gud veit.
- Tríeindin Gud – Faðir Sonur Andi: Eg trúgvi
á tríeindina, og eg havi somu uppfatan av
tríeindini sum Jean Calvin og eftirfylgjandi reformert teologi.
So vítt, sum eg dugi at meta um, so hevur klassisk
brøðralæra somu uppfatan sum reformert teologi. Hetta
er ein meiri víðgongd "eind" í "tríeindini",
enn tað sum stendur í trúðarjáttanini
frá Nicea ár 325 (í sínum ymisku
variantum), sum er grundarlagi undir læruni um tríeindina
hjá katólsku, luthersku og anglikansku kirkjunum. Helst
hevur tann góði gudsmaðurin Athanasius trúð
tað sama sum vit, men hevur latið seg lumpað av
subordinatianistunum at góðtaka orðingar sum "Gud av Gudi,
Ljós av Ljósi", uttan at gjøgnumskoða
tað ariansku moldvørpuna í heilagari jørð.
- Eg trúgvi á æviga Sonarskap Kristusar, "Ethernal Sonship",
og
tað
ger
John
MacArthur
forrestin
eisini
nú,
hóast
hann
ikki
trúði tí, táið hann skrivaði
kommentarin til Hebrearabrævið. Gud kundi ikki senda Son
Sín hin einborna, um Hann ikki hevði ein Son.
(Jóh.3:16; Gal.4:4)
- Eg meti tað vera skeivt at gera filmar av Jesusi Kristi, og
sjálvsagt eisini at vísa ein slíkan film alment –
fyri ikki at tala um á kristiligum fundi. Lóg Guds
forbjóðar at gera myndir av Gudi, og eg meti tað vera
respektleyst og óhóskandi fyri trúgvandi
fólk at útbreiða eina mynd av einborna Syni Guds, sum
er átøk einum sjónleikara – eg havi somu hugsan um
málningar av Jesusi.
- Eg meti biografar og dansistøð at vera
óhóskandi støð fyri trúgvandi
fólk at hugna sær í, og eg haldi kortspøl
ikki vera hóskandi dagdvølju fyri eitt Guds barn –
tað eru nógvar góðar bøkur umframt
bíbliuna, sum áttu at fingið hesa tíðina,
umframt tíðina sum sjónvarpi fær hjá
teimum flestu. (Sálm.1)
- Eg meti tað vera óskil og byrjanina til
flokkadrátt at luta møtini sundur í áhuga
og aldursbólkar. Likam Kristusar er eitt, og vit hava ikki
rætt at lima tað sundur. Umframt breyðbróting, sum
bert er fyri lærisveinar, ið liva verdigt at verða
kallaðir so, so eiga vit bara at hava eitt slags møti,
nevniliga samkomufund, ið er fyri alla tað kristnu familjuna;
umframt ófrelst fólk, sum eru søkjandi – tey skulu
eisini vera vælkomin. (1.Kor.14:23-26)
Viðmerking: Hugtaki
"søkjandi"
er
eitt
sindur
misbrúkt. "Eingin
er,
sum
søkir
Gud;" (Róm.3:11),
men
menniskjir
søkja
meining
við
lívinum,
og
royna
at
fylla
tómleikan
í lívið sínum. Tey
"søkjandi", sum eg meini við, eru slík, sum Gud
leiðir til Sín m.a. við at leiða tey inn á
fundir okkara fyri at tey har kunnu hoyra orð Hansara.
- Eg haldi tað vera andaligt sjálvmorð at samkomur
gera møtini "brúkaravinarlig",
fyri
at
óandalig
fólk
skulu
trívast
har.
Skulu
gudloysingar
trívast
á
møtum okkara, so má
Gud Heilagi Andin út og tíðarandin inn.
Táið Guds Andi og Guds orð eru rikin út úr
einum sali, so eiga børn Guds at fylgja eftir og byrja av
nýggjum aftur, t.v.s. at stovnseta eina gudsóttandi
samkomu. Annars havi eg ongantíð skilt logikkin í at
skipa møtini eftir teimum sum stórtsæð ikki
ganga á møti yvirhøvur vegna vantandi áhuga
í orði Guds. Vit áttu heldur at laga møtini
eftir teimum gudsóttandi fólkunum, sum
trúføst ganga á møti – og ikki stygt tey
burtur við trummum og øðrum fananskapi.
- Eg trúgvi á "Lordship
Salvation", t.v.s. at eg trúgvi ikki nakar kann hava Jesus
sum frelsara, uttan viðkomandi er ein lærisveinur og hevur
Jesus sum Harra – ikki bara av navni, men undirgivin harraveldi
Kristusar. Kristus kann ikki frelsa nakran uttan gjøgnum
harraveldi Sítt. Hann frelsir fólk Sítt frá syndum teirra, ikki "bara"
frá revsing syndarinnar t.v.s. helviti. (Matt.1:21)
- Eg meti tað vera skeivt fyri ein trúgvandi mann at
boyggja knø fyri øðrum monnum ella kvinnum
aftaná at hann hevur boygt knø fyri Kristusi sum Harra.
At boyggja knø sermonielt er at rokna við tilbiðan. Um
ein trúgvandi maður boyggir knø fyri presti (við
vígslu ella "altargongd"), fyri stórmeistara, kongi ella
drotning (í samband við riddaraslag, heiðurstekin o.l.),
ella fyri gentu síni (í samband við, at hann
biður um hana til konu), so fremur hann avgudadýrkan –
í samband við komandi konu sína, so játtar
hann samstundis, at hann skal vera henni undirgivin, sum knæfalli
vísir. Latið okkum, brøður, vísa tí
heiður, sum heiður skal hava, men latið okkum hava so
mikið av sjálvsvirðing og gudsótta, at vit ikki
boyggja knø fyri øðrum enn Gudi.
- Eg haldi at hugtakið "Frelstur
syndari" er
misvísandi, tí ein frelstur er ikki syndari (juridiskt
sæð), og ein syndari er ikki frelstur – Kristus frelsur
fólk Sítt frá syndum teirra.
Somuleiðis haldi eg útsøgnina og klicheina "Gud hatar synd, men
elskar syndaran" vera
ein
(í
besta
lagi)
partvísan
sannleika
við
modifigatiónum.
Gud
identifiserar
ein
óumvendan syndara
við syndina hjá honum – men bjóðar honum
náði, ikki treytaleyst, sum ein stundum hoyrir, men treyta
(umframt av trúgv) av umvending, t.v.s. at syndarin vendir
sær frá síni synd.
- Eg trúgvi á federala arvasynd. Læran um
naturella arvasynd er fyri so vítt røtt, men hon
niðurtónar ella gloymir tað juridiska v.v. arvasyndini,
sum er tann berandi tankin í Róm.5. At vit vóru "í lendum Adams" tekur einki frá Adam
v.v."federal headship", men styrkir heldur um tað.
- Í spurninginum um útveljing, sæð í
ljósinum av syndafallinum, infra vs supralapsarianismu, eri eg
supralapsarianistur. Hetta er tó ikki nakar kardinalspurningur
fyri meg, men meiri ein spurningur um logik.
- Í spurninginum um creationismu vs traducianismu, í
samband við uppruna sálarinnar, eri eg traducianistur.
Læran hjá creationistum, um at Gud skapir hvørja
einstaka sál, er røtt, men traducianisman trýr, at
Gud skapir gjøgnum náttúrliga nøring,
formering.
- Viðvíkjandi fyrsta kapitli í
1.Mósebók, so trúgvi eg á "creatio ex nihilo" (skapan úr ongum),
og á "gap" teoriðina í vers 1-3, [...
sí
niðanfyri ...] og
á eina
vanliga 7 daga viku fyri umleið 6.000 árum síðan.
(max. 10.000 ár)
Viðmerking [2003]: Eg
trúgvi
uppá
eitt
"gap",
t.v.s.
at
jørðin
gjørdist
oyðin
og
tóm,
uttan at eg tó eri
fullvísur í hesum, men eg taki onga ábyrgd av
teimum teorium sum Erich Sauer og aðrir tykjast stuðla, um eina
jarðiska skapan við dýrum, sum var áðrenn
"gapið". Um jørðin er vorðin oyðin og
tóm, so
trúgvi eg tað hevur verið av Satans og einglanna
ávum, vegna fall teirra.
[... Viðmerking 2009: V.v.
gap-teoriðini, so var eg
ongantíð heilt sannførdur, men "trúði"
hesum mest, tí at eg var vaksin upp við hesum t.v.s.
"fedranna læra". Annars havi
eg slept trúnni á "gap-" teoriðina, ið eg (sum
partur av brøðrasamkomuni) vaks upp við - eg havi
tað fatan, at tað ikki eru nógv í mínum
ættarliði, sum trúgva hesum longur - eg havi t.d.
ongum møtt enn sum er yngri enn eg, og er avgjørt
sannførdur um, at "gap-" teoriðin er røtt - annars
var mín "stuðul" til "gap-teoriðina" tað einasta,
sum eg í endanum av 2002 ivaðist í, hvørt eg
skuldi skriva í Rundskrivið - restin var uttanfyri
"ivans borg". ...]
-
Etikkur og moralur yvirhøvur:
Fylgjandi sitat eru øll meiri ella minni eftir
danska
filosofin Johannes Sløk – sumt er leysliga endurgivið:
- "Øll tosa um bæði etikk og moral, men eingin
kann definera munin í millum etikk og moral."
- "Eg havi spurt limir av Etiska Ráðnum,
hvønn etikk, teir hava, men teir vita ikki."
- "Vit hava fleiri Etisk Ráð, men fyristilli tykkum
at Fólkatingi setur eitt Moralskt Ráð – tað er
púra óhugsandi."
- "Etikkur og moralur merkja etymologiskt tað sama, men
etikkur er eitt fínari orð, uttan at nakar kann siga
hví og hvussu."
- "Mens det står sløjt til med moralen, så
klarer etikken sig glimrende. Midt i det moralske forfald taler alle om
etik."
- "Í dagligari talu merkir moralur skrivaðar ella
óskrivðar reglur fyri, hvat ið er góður
fólkaskikkur, meðan etikkur er tann filosofiðin,
religiónin ella onnur djúpari
lívsáskoðan, sum liggur til grund fyri, og gevur
lív og nering til moralin."
Hetta síðsta sitati,
var ikki eitt
sitat, men eru míni orð, sum uppsummera Sløk, men eg
eri samdur við Johannes Sløk í tí, sum nevnt
er í hesum brotinum, og so siga vit farvæl og takk til
Sløk á hesum sinni.
- Vísinda og læknaetikkur: Hetta er djúpt
vatn og ringt er og mangan ógjørligt at finna
sjálvsøgd mørk t.d. v.v. gen-tøkni og
møguleikunum, ið hon gevur. Nakrar vegleiðingar eru
kortini hóskandi:
- Lóg Guds forbjóðar at para tvey ymisk
dýrasløg saman á nattúrligan hátt,
og sama má sjálvandi vera v.v. kloning.
(3.Mós.19:19)
- Fosturtøka er manndráp og tískil vanliga
skeivt, og somuleiðis gitnaður av eggum til
granskingarendamál, og t.d. endurnýtsla/flyting av
gøgnum, stamkyknum v.m.
- Organtransplantatión, at geva menniskjum gøgn av
øðrum menniskjum ella av djórum t.d.
grísahjørtu, er skeivt, men eg meti tekniskar lutir, t.d.
kunstig hjørtu, protesir etc. at vera rætt.
- Líkbrenning er skeivt, men nýtsla av deyðum
likamum til læknaundirvísing og gransking er í
lagi, um tey fáa eina virðiliga viðferð og
gravseting.
- Nýtsla av djórum, og "frívilligum" fangum
til "forsøksdjór" er í lagi, um endamáli er
gransking, og ikki píning, sum stundum kemur fyri.
- Í samband við barnloysi, kann eg, umframt
ættleiðing bara góðtaka, at læknar
hjálpa giftum kvinnum at gerast við barn við manni
sínum. Fremmant sáð ella egg, eins og klekimammur,
tað veri seg menniskju ella dýr, umframt kloning, tað
meti eg ikki, at Samkoman kann samtykkja í.
- Óneyðugt at siga, aktiv deyðshjálp er at
drepa fólk, og er tískil vanliga skeivt, men tað er
eisini skeivt at leingja kunstigt um eitt menniskjalív,
aftaná at náttúrligt lív er yvirstaði.
[... Viðmerking
2009: Tað, sum eg hugsaði um, var ikki so nógv hvar
eksakt, ið markið gongur, men heldur nakrar generellar
viðmerkingar um hvar, ið eg haldi, at eitt generelt mark gongur
- um ein skal taka útgangsstøði í tí
morali/etikki, sum vit kenna frá bíbliuni. Tað er
ómøguligt at seta neyv mørk. Hvørja
ferð, ið onkur hevur "funni" eitt mark, so kemur ein
problemstilliningur upp, sum "markið" ikki kann brúkast til.
Harnæst, so eigur juridisk lóggáva v.v. gransking
ikki at vera eins strong og ein kristin samvitska. ...]
- Seksual-etikkur og kyns-moralur: Fylgjandi er
óbetinga skeivt: Polygami, hor, homoseksualitetur, incest,
pædofili, bestialitetur. ( 3.Mós.18:22-23; 20:10-17;
Ef.5:31.) Hvat so við etiskum reinleika í kynslívinum
hjá monogamum hinskyndum (heterioseksuellum), er alt loyvt, ella
eru bíbilskar avmarkingar – hvat við seksuellum
hjálpitólum og meir ella minni eksperimenterandi
teknikkum? Fyrst vil eg siga, at t.d. sambært Ef.5:3-4, so er
hetta ikki egnað til detalieraða útlegging av einum
talarastóli við einum blandaður áhoyraraskara,
men ein andaligur vegleiðari kann vera spurdur um tað mest
ótrúliga, serliga um talan er um ein trúgvandi
lækna. Ikki tí, soframt talan ikki er um ein organiskan
funktiónsfeil, so skuldi ein tilkomin prædikumaður
kunna svara líka væl upp á tað.
Eg havi tað einfaldu
áskoðan á hetta, at ein gudrøkin
persónur, sum fylgir orði Guds í øllum, sum
har er umtala, honum nýtist ikki aðra vegleiðing
í moralskum og etiskum spurningum enn samvitskuna.
V.ø.o. alt er í prinsippinum loyvt, men í praksis
er alt ikki loyvt alíkavæl, tí samvitskan fungerar
hjá einum gudsóttandi persóni, og hon regulerar og
avmarkar, hvat ið er hóskiligt og virðiligt, eisini
í kynslívinum. Um vit lesa ein miðalhampa danskan
brævkassa í onkrum blaði, so kunnu vit konstantera, at
samvitskan hjá gudloysingum, sum hava spilt sinnið við
pornografi og siðloysi, ikki er eftirfarandi, men tað broytir
einki uppá tað, sum eg havi sagt um samvitskuna hjá
einum trúgvandi.
Hvat við einari
"yvirfølsamari" samvitsku? Hon skal vegleiðast í
orði Guds (t.d. 1.Kor.7:3), og annars fylgjast – samvitskan skal
ikki kúgast, men fáa tíð og
umstøður at búnast og mennast í samfelag
við orði Guds - og gøgnum lívið annars.
Við vanda fyri at verða
misskiltur vil eg pástanda, at kynslívi hjá einum
trúgvandi persóni er ikki ein spurningur um mát og
metodir, vinklar og positiónir, og alskyns løgnar og
eksperimenterandi teknikkir, sum hesin friðleysi heimur roynir at
krydda og "peppa" sítt sexlív við, geva tí
eina aðra dimentión og seta tað í eitt
nýtt perspektiv etc.etc., hvar ið tað frægasta av
hesum endar í eysturlendskum meditatiónsteknikkum við
"seksualenergi" o.l, og sumt endar í perversum
ósmagligheitum.
Eg vil pástanda, at alt
tað ektaskapliga samlívið, harundir tað seksuella
samlívið hjá einum Guds barni, er høgt hevja
yvir hetta kjakið, og er ein spurningur um at vera
jørðiskar
avmyndir hins Himmalska veruleika, nevniliga at avspegla sambandi
millum Kristus og samkomuna, meðan vit njóta
lívið saman við kvinnuni, ið vit elska, og sum Gud
hevur givið okkum, allar dagar fáfongda foldarlívs
okkara, og har í gjøgnum fremja heilaggerðing
á
holdi eins væl og anda. ( Orðt.9:9; 2.Kor 7:1)
- Peningamoralur: Eg
meini
tað
vera
skeivt
fyri
trúgvandi
fólk
at
luttaka
í
peningaspæli
sum t.d. "Gekkinum" og "V4", og eg haldi
tað vera skeivt fyri trúgvandi fólk at selja og keypa
lutaseðlar. Eg meini tó, at trúgvandi fólk
hava rætt at nýta bankar, tryggingarfeløg o.l. –
ikki sum álit sítt í lívinum, men sum
vinnuligar samstarvsfelagar, uttan at gera seg til trælir
hjá viðkomandi.
- Preventión: Tað
hevði
veri
betur
fyri
heimin,
um
p-pillarin
og
líknandi
preventión
ikki
var uppfunnin. Uttan hesi evni, so hevði
siðloysi í heiminum aldrig havt nátt tí
støði, sum tað hevur. Kynsligi lágaldurin
Í Dannmark er 15 ár, men ein skal leita leingi eftir eini
normalari 15 ára gamlari gentu í Danmark, sum ikki er
trúgvandi, men tó er jomfrú. Kynsligi
lágaldurin í Noreg er 16 ár, men 12 ára
gamlar gentur fáa útflýggja p-pillarar frá
heilsuverkinum. Tað mest groteska dømi er Grønland,
har ið fosturtøka verður brúkt sum fyribyrging
í ein slíkan mun, at yvir 50 % av øllum
barnsburðum enda við fosturtøku. Er so fyribyrging
móti barnsburði rætt og loyviligt fyri ein
trúgvandi? Nógvir góðir og kendir
bíbliulærarar t.d. Jean Calvin siga katagoriskt "Nei!" –
tað er forrestin censurera burtur í tí ensku
prentaðu útgávuni av kommentarunum hjá honum
(1.Mós.38). Fosturtøka er manndráp, og
preventión sum hevur til endamál at drepa tað
befruktaða eggi, ístaðin fyri at forhindra gitnaði,
kemur í somu katagori, nevniliga manndráp. At maður
og kona halda seg frá hvørjum øðrum í
longri tíð, fyri at konan ikki skal gerast uppá
vegin, stríður ímóti læru Paulusar, um
at maður og kona skulu gera hvørjum øðrum skyldu
sína. Samlega undir menstruatión sum "tryggum"
tíðarskeiði er strangliga banna í Gamla
Testamenti (3.Mós.20:18), hóast vit kristnu vanliga ikki
kenna okkum bundin av kultiskum sermonial og
hýgieinulógum í tí gomlu paktini.
Gelding/sterilisering er forboðin í lóg Guds
(5.Mós.23:1). "Børn
eru
gáva
frá
Harranum,
lívsfrukt
er
løn.
Tað
er
vanlagna
hjá
konu, at Harrin letur
móðirlív hennara aftur, so at hon er
ófruktbør – tað er vanliga vilji Guds, at konur skulu
eiga børn." Táið
alt
hetta
er
sagt,
og
preventión
er
uppfunnið,
sum
so
mangt
annað medisini, so meini eg, at ein trúgvandi kona [og
maður] hevur
rætt til at nýta preventión – ikki til at forða
fyri, at hon fær børn, men til at regulera hvussu
nógv børn hon fær, og nær ið hon
fær tey. Í hesum, sum í øllum etiskum
spurningum, hvar orð Guds ikki lærir nakað
beinleiðis, og bíbliulærarar eru ósamdir, eigur
ein og hvør í síðsta enda at fylgja samvitsku
síni. "Alt
ið ikki er av trúgv er synd", og tað er
ongantíð rætt at kúga samvitsku sína
ella annara, men – "alt
er
loyviligt,
og
einki
er
skeivt
í
sær
sjálvum",
í og fyri seg. (Sálm.127:3; 1.Mós.30:1-2;
1.Tim.5:14; Róm.14:14,20,23; 1.Kor.10:23 )
- Eg meini, at "polterabend" er ein heiðin [vanhalgan av
hjúnabandinum], sum
samkomurnar eiga at sláa hart niður á við
samkomutykt, og um neyðugt við samkomu og politiverju av
parinum, sum er í vanda fyri hesum pøbellevnaði.
Slík vanvirðing av heilagleika og tign hjúnabandsins
eigur ikki at vera told av samkomuni og anstendigum fólki annars.
- Eg meini, at samkomulimir eiga at koma undir samkomutykt, um teir
loyva børnum sínum opið og alment at liva í
siðloysi inni hjá sær í heimi teirra. Eg eri
ikki fyri mistonkiliggering og dýnulyftaríið, og eg
respekteri privatlívsins frið hjá tannáringum,
men vit eiga ikki at stinga høvdið í sandin,
táið vit síggja okkurt, vit helst ikki vildu
sæð.
- Samkomutykt er ikki bara at sýta fólki at koma til
breyðbróting – tað koma tey ofta ikki kortini – men at
slíta sosiala felagskapin við tey, í tann mun ið
tað letur seg gera – "ikki
so
mikið
sum
at
eta
saman
við
teimum" útilokar
føðingardagar,
bindiklubbar
og
tilsvarandi
mannfólka
samankomstir.
Hetta
er
torført
at
halda, men vit eiga í
hvussu er at royna. Endamáli við samkomutykt er ikki at
dríva "heksajakt" eftir fólki fyri gamlar syndir, men at
halda fólk sum liva í synd her og nú burtur
frá samkomufelagskapinum, so Guds Heilagi Andi ikki heldur seg
burtur – Hann trívist ikki í nærveru av
opinlýsari og ójáttaðari synd. (1.Kor.5:11;
2.Kor.6:14-18)
- Eg meti tað vera óverdugt fyri ein trúgvandi at
fara í brúdleyp hjá fólki, sum
opinlýst og alment hava búð saman áðrenn
tey giftust (Heb.13:4). Lívið er margháttað,
tað
gevast tilfelli hvar tað er meiri skeivt at lata vera, enn at fara
í eitt slíkt brúdleyp, men sum heild eiga vit
trúgvandi at halda okkum burtur frá slíkum
veitslum. Latið tey giftast í stillheit – hitt er at halda
bæði seg sjálvan og gestirnar fyri spott. Eg meini
ikki, at vit skulu halda okkum burtur, um brúðurin er
uppá vegin – hetta er komi fyri hjá so mætum monnum
sum A.W. Sloan – eg sipi til pør sum opinlýst og alment
hava liva saman í siðloysi, og so giftast við pomp og
prakt, brúðarsløri o.s.fr. Eg kann í hesum
sambandi nevna, at Jean Calvin vildi ikki luttaka í
vígsluni ella brúdleypinum hjá Guillaume Farel,
trúgvasta viðhaldsmanni hansara í fyrstu
tíð hansara í Geneve, tí hesin Farel hevði
liva saman við komandi konu síni, sum var munandi yngri enn
hann, í eina tíð, áðrenn hann giftist
á gamalsaldrinum. Calvin bað tó lærisveinar
sínar um at vísa Farel virðing og ikki døma
hann ov hart, við tað at hann hevði fylgt Kristusi
trúgvur eftir í eitt langt lív, og gjørt
eitt stórarbeiði fyri ríki Guds. Farel var hann, sum
álegði Calvin "í
navni
Guds" at
búsetast í Geneve og reformera har. Her síggja vit
hjá gudsmanninum Calvin myndugan kristnan fastleika og andaligan
búnaskap í kærleika – samanber so við tann
konfliktskýggjandi og eftirgevandi sentimentalitet, sum vit
kenna alt ov nógv til á okkara døgum. Gud
gevið okkum menn sum Calvin og Knox í dag, samkomurnar
tørva teir meir enn nakrantíð.
- Hjúnaskilnaður og uppafturgifting: Klassiska
brøðralæran um at eitt hjúnaband ikki kann
upploysast aftur er ikki bíbilsk, men stavar frá
tí katólsku læruni um at hjúnabandi er eitt
sakramenti – sigst. Hvar læran um hin seka og óseka partin
í samband við uppafturgifting stavar frá, veit eg
ikki, skal hon lesast úr bíbliuni, so má hon
lesast inn í tekstin fyrst. Annars hevur fráfalli
frá hini heilnæmu læruni næstan
yvirhála hesa eisegesina (innílesingina).
Sálarfrøðin hevur eti poppkristindómin upp
innan í frá sum ein krabbasvullur, so øll kunnu
føla seg sum ósek og offur fyri umstøðunum.
Hvat lærin so Skriftin:
Lóg Guds (Móses)
loyvir hjúnaskilnaði og uppafturgifting, Jesus vísir
á munin millum hvat Gud loyvdi og hvat Hann ætlaði
ella ynskti við hjúnabandinum. Paulus áminnir tey
trúgvandi (tað ger Malakias eisini) og biður tey halda
seg til Guds ætlan við hjúnabandinum, t.v.s. ikki at
gera brúk av tí loyviliga rættinum til
hjúnaskilna, men at gera alt í teirra makt fyri at
varðveita hjúnabandið – Eg komi helst at skriva meiri
gjølla um hetta evni seinri, tá kann eg vísa til
viðkomandi skriftstøð. Paulus setur ikki borgarligar
fyriskipanir í lóg Guds úr gyldi, m.a.
hjúnabandslógina. Ein persónur í samkomuni,
sum skilir seg og giftir seg uppaftur, hevur sum so loyvi til tað
sambært lóg Guds, soleiðis at skilja, at gamla
hjúnabandi er upployst og tað nýggja er
lógligt og gyldugt, men ein slíkur vil í flestu
førum gera ímóti Guds opinberaða vilja, og
eigur tískil at koma undir samkomutykt. Samkoman eigur
sjálvsagt ikki at luttaka í eini slíkari
vígslu, heldur ikki trúgvandi prestar – annað er so
tað, at trúgvandi menn eiga ikki at vera prestar í
verandi statskirkju. Ein maður, hvørs heim fer í
upploysn, líkur ikki treytirnar fyri
ábyrgdartænastu í samkomuni aftan á hetta.
Gud hevur givið okkum eitt hægri og meiri fullkomið
støði í Sínum áminningum og
Sínum opinberaða vilja, enn tað støði sum
Hann hevur sett í Síni hjúnabandslóg.
Áminningar Guds eru mest at kalla fullkomnar, meðan
boðlógir Guds er realpolitikkur vegna tey hørðu
hjørtuni. Latið okkum í samkomuni áminna sum
Paulus og Pætur. Latið okkum fremja neyðuga samkomutykt,
um áminningarnar ikki vera fylgdar. Og latið okkum
viðurkenna lógir Guds m.a. hjúnabandslógina –
eisini í tí skapi sum borgarliga yvirvøldin
í Føroyum hevur hesa lóg í dag.
Viðurskiftini millum Lóg Guds og borgarliga lóg
í konfliktstøðum kann eg av góðum grundum
ikki útgreina her, men við verandi føroyskari
lóg anno 2003 eru sjáldan nevniverdar konfliktir.
Latið okkum
vera
álvarsamar,
praktiskar
og
konkretar.
Latið okkum
fylgja
orði
Guds
í
strangleika
tess,
brøður,
men
latið
okkum
ikki
vera strangari enn lóg Guds.
Latið okkum
ikki
vera
teoretiskar
floskulryttarar
og
liva
upp
á
klicheir.
Um
vit
ikki skilja ímillum 1: áminning við samkomutykt,
2: lóg við revsing, og 3: fyrigeving av syndum og
misgerðum við fráhaldi frá persónligari
hevnd, so koma vit út fyri tragikomiskum absurditetum, sum eg
bert skal nevna trý dømi um – øll eru frá
protestantiskari traditión.
- Reformatorurin Swingly druknaði gendoyparar sum part av
kirkjutukt.
- Løgreglan t.v.s. borgarliga yvirvøldin á
okkara leiðum vendir ofta hin vangan til, táið hon
verður álopin – enntá við skotvápnum.
(Matt 5:39)
- Lutherska kirkjan tilsigur fólki "náðiga
fyrigeving fyri allar syndir teirra", uttan at hesi fólk hava so
mikið sum játtað syndir sínar alment,
tíansheldur vent sær frá teimum.
- Eg trúgvi upp á uppreisn likamsins. Tað er
næstan neyðugt at siga tað, við tað at alt fleiri
trúgvandi fólk í dag trúgva ikki longur upp
á uppreisn likamsins – tey trúgva, at vit fáa eitt
annað likam í býti ella í staðin fyri
holdliga likam okkara, sum doyr. (1.Kor.15; Fil.3:21)
- Eg haldi at organtransplantatión og líkbrenning eru
ósambærilig við trúnna á uppreisn
likamsins – vit eiga at vísa tí deyða likaminum
virðing og gravseta tað í heilum líki, ikki
skrotta tað sum ein bil, ið er raseraður fyri eykalutir.
- Eg meti tó ikki at flutningur av blóði og mergi
er skeivt, um tað ikki stríður í móti
samvitskuni hjá tí einstaka.
- Eg meini ikki at tær kultisku og hygieinisku
fyriskipaninar í móselóg um blóð og
feitt, kvaldar fuglar v.m. eru bindandi fyri ein kristnan í
nýggja sáttmálanum. Tær koma tó,
ið hvussu er í ávísan mun at vera hildnar
undir sama nýggja sáttmálanum av jødisku
tjóðini í 1000 ára ríkinum. (Sí
templi í Ezekielsbók)
- Hin nýggja jørðin: Gudfrøðingar eru
ósamdir, hvørt hin nýggja jørðin er ein
heilt onnur jørð, ella henda sama jørðin, sum er
umskapt og endurnýggja – ikki heilt ólíkt
sambandinum millum verandi likam okkara og uppreisnarlikami,
hóast tann nýggja jørðin ikki verður
andalig, soleiðis sum uppreisnarlikami verður –
uppreisnarlikami verður stoff, óforgeingiligt hold, men ikki
undirlagt tær avmarkingar sum stoff vanliga hevur, við
tað at tað verður andaligt eisini. Hvussu tað hongur
saman, veit eg ikki, men vit síggja at Jesus aftan á
uppreisnina gongur ígjøgnum hurðina,
áðrenn brúkti Hann durðin. Eg eri samdur við
teimum, sum trúgva, at sama jørðin, sum hevur
verið sýnisstað og leikpallur fyri frelsuráði
Guds, skal kunngera dýrd Guds í ævinleikanum.
(Op.21:1)
- Eg trúgvi á ævigu sælu teirra
útvaldu og æviga straff teirra fortaptu. Hetta sigi eg,
tí at alt fleiri trúgvandi fólk, eisini
bíbliulærarar hava universalistiskar tendensir og loyva
sær at ivast í um helviti verður ævigt, um
tað gevist ein annar "møguleiki" eftir deyðan, ella Gud
kanska blíðkast við tíðini. (Heb.9:27)
- Eg eri protestantur og anti økomeniskur, samsvarandi
áminning Paulusar og boði Guds annars: "Fari tí
út frá teimum, og havi ikki felagskap við
villlæru, og nemi einki óreint, fyri at tit ikki skulu
fáa lut við hesum". Hetta merkir so eisini, at eg havi
ikki felagskap og samstarv við Billy Graham, Luis Palau og
aðrar trúgvandi menn, sum dríva andaligt hor við
skøkjuni í Róm. (2.Kor.6:14-18; Op.18:4)
- Eg kenni nógv trúgvandi pinsafólk, sum eru
gudsóttandi og heilhjarta í síni
gudsdýrkan, men eg eri ceaceationalistur og meti tískil
tað karismatisku trúðargreinina sum eina rørslu,
ið dýrkar Gud í holdi og villfarilsi heldur enn
í anda og sannleika. Eg meti at vit gera okkum sjálvum og
eftirkomarum okkara eina stóra tænastu, um vit ansa okkum
fyri at taka við inspiratión frá hesum samkomum. Um
vit fylgja teimum eftir í tilbiðan/lovsongshátti og
møtistíli, so koma vit fyrr ella seinri at fylgja teimum
í læruni eisini. "Villist
ikki!
Ringur
felagskapur
spillir
góðar
siðir".
- Spøkilsir –
fólk
ið
ganga
aftur
í
hamferð:
Eg
trúgvi,
at
tað
mesta,
sum gongur fyri at vera deyð fólk, ið
vitja aftur og/ella seta seg í samband við livandi
fólk, annahvørt beinleiðis ella gjøgnum
spiritistiskar millummenn, at meginparturin av slíkum er illir
andar. Eg meini tó at andin, sum Saul kongur fekk
spákonuna í En Dor at mana uppaftur, var veruliga Samuel,
og at einstøk onnur spøkilsir eru verulig menniskir. Um
talan ongantíð var um menniskju, so hevði Gud ikki bara
forbjóða at seta seg í samband við tey deyðu,
men Hann hevði boða frá, at tað bar ikki til,
tað lat seg ikki gera.
- Andaligt og tímiligt er ein máliska, sum
er sera vanlig millum trúgvandi í
brøðrasamkomuni í Føroyum. Hetta
samanparaða mótsetningshugtakið er ikki føroysk
uppfinning, men vit hava tað frá
bíbliutýðing Victor Danielsens. Hetta
misvísandi hugtak finnist ikki í grundteksti
bíbliunnar, skilligt nokk, við tað at andaligt er
negativi av begrebinum stoff og tímiligt er hugtaki
tíð, og verður tað tískil begrebsforvirringur
at brúka tey sum mótsetningshugtøk.
Bíbilska sundirdeilingin er andaligt vs. holdligt &
ævigt vs. tímiligt. Andi verður brúkt í
ymiskum týdningi í bíbliuni, m.a. menniskjans
persónligheit, og eisini í abstraktum ella
yvirførdum týdningi, t.d. tíðar "andin" og
mótloysis "andi", sum ikki eru andar sum so, men stemningar ella
fyribrygdi. Hugtakið andaligt hevur tó altíð (eg
kann
ikki koma í tankar um nakað undantak) relatión
í bíbliuni til Guds Anda og verk Hansara. Har ið
andaligt og holdligt standa í mótsetningsforholdi
í bíbliuni, er holdligt = menniskja í sær
sjálvum, meðan andaligt er Gud Sjálvur ella
ávirkan Hansara t.d. gjøgnum menniskju sum eru fylt av
Anda Hansara. Eg trúgvi at ævinleiki er óendalig
tíð, ikki uppathald (frávera) av tíð. Eg
trúgvi ikki uppá at tíðarreisir eru
gjørligar, ella at Gud kann broyta fortíðina –
nakað annað er so tað, at Gud í
nútíðini ella framtíðini kann leggja upp
fyri avleiðingunum av fortíðini, og Gudi nýtist
ikki at ferðast í rúmi, við tað at Hann er
í meiri og minni mun til staðar allastaðni í
skaparverkinum, hóast nærvera Hansara ikki
altíð kann merkjast. Eg skal ikki gera meg klókan upp
á sambandi (forholdi) millum rúm og tíð, men
eg trúgvi ikki at rørsla er møgulig uttan í
tíð. Ævinleikin hjá Gudi má
neyðturviliga vera ein eginleiki hjá Honum Sjálvum,
við tað at hann ikki hevur byrjan og sostatt ikki er partur av
skaparverkinum. Ævinleikin hjá okkum skaptu hevur, hvat
okkum viðvíkur, byrjan í tíð við
skapan ella føðing okkara – "í Honum eru, liva og
rørast vit", "dróg
Hann
lívsandan
aftur,
so
gekk
alt
lív
til grundar". Tað finnast nógvir meiri
ella
minni filosofiskir gudar í mannahuganum, men um vit hugsa okkum
bíbliunnar Gud sum høgt hevjaðan yvir allan logik og
handan tíð og stað, so gevur tað okkum trupuleikar,
sum vit betur vóru fyri uttan.
- Guds alvitan: Eg
trúgvi
at
Gud
er
alvitandi,
tí
at
einki
hendir
uttan
Hansara
loyvi – ikki tí at Hann situr uttanfyri og hyggur meir
ella minni óvirkin at fortíð, nútíð
og framtíð samstundis. Eg trúgvi at
fortíðin er farin fyri Guds viðkomandi, og at
framtíðin ikki er komin fyri Hansara viðkomandi enn, men
at Hann kennir hana, tí Hann hevur fyriskipa og/ella loyvt henni
og tí sum hon ber við sær.
[... Viðmerking 2009: Eg
meini ikki, at Gud er avmarkaður av tíð, og heldur ikki,
at hann hevur sama "slag" av tíð, sum tann materielli
skapningurin - eg meini at óendalig tíð (soleiðis
skilji eg ævinleika) er ein eginleiki hjá Gudi, sum Hann
"er" eins og Hann ER meiri enn "hevur" aðrar "eginleikar"
hjá sær ...]
- Í spurninginum um hebraiska grundtekst bíbliunar (Gamla Testamenti) er
stórt sæð semja um upprunatekstin, t.v.s. at
ósemjan er mest um hvussu orð skulu umsetast, har eru ikki
variantar av tekstum á sama hátt sum við grikska
tekstinum.
- Í spurninginum um grikska grundtekst bíbliunar (Nýggja Testamenti)
eru mótpolarnir
1: Textus
Receptus - King James Version (KJV) - harundir "King James Only",
og
2: Westcott
& Hort og Nestle & Allan etc.- New International Version (NIV)
etc.
Í hesum spurninginum havi
eg ta støðu, at sannleikin liggur ímillum hesar
rætningar, tó ikki mitt ímillum, eg haldi at hann
liggur væl nærri Textus Receptus, sum King James Version
(KJV-AV) er umsett frá. Tað skal tó sigast, at allar
bíbliuumsetingar byggja á onkran grundtekst, spurningurin
er so, hvat er upprunateksturin, og hvat eru variantar. Ósemjan
er í stuttum henda: Hevur onkur (í góðari
meining, fyri at forklára) skriva aftur at t.v.s. inn í
tekstin, ella hevur onkur t.d. Origenus tikið burtur úr
tekstinum og umskrivað okkurt smávegis fyri at laga tað
til sína áskoðan, sum vit vita, at Marceon
gjørdi? Svari er neyvan antin ella, helst er tað
bæði og. Eg meti sjálvur, at Majorety Tekst, ein
moderat útgáva av Textus Receptus er tað
nærmasta, sum vit í dag kunnu koma grikska uppruna
grundtekstinum. Vit eiga tó ikki at læsa okkum slaviskt
til ein ávísan tekstvariant, hóast vit
brúka hann sum grund, men vit eiga at fyrihalda okkum
frælsi at gera okkara egnu niðurstøður út
frá teimum variantum sum fyriligga, við at meta um teir
út frá heildini, sum vit eiga at samanbera teir við.
Umseting Victor Danielsens t.d. liggur ikki slaviskt á
nøkrum ávísum varianti [hon liggur tó
tættari NA/UBS enn TR/MT].
- Rasisma: Mín
áskoðan
v.v.
fólkasløgum
verður
sambært
skandinaviskum
rasismuparagraffum
definera
sum
rasisma,
hóast
mær
als ikki dámar hetta negativa orði.
Ikki soleiðis at skilja, at eg ynski øðrum
fólkasløgum nakað ilt. Eg trúgvi, at Jesus
meinti hvat Hann segði um, at evangeliið skuldi kunngerast fyri
øllum heimsins tjóðum og fólkasløgum.
Eg ynski eisini, at allar tjóðir og fólkasløg
skulu liva í friði innanfyri síni landamørk.
Eg trúgvi, at Gud ger mun á rasum (tað er rasisma),
og at Gud hevur sett landamørk fyri at halda rasir,
fólkasløg, málbólkar o.s.fr. atskilt, m.a.
so Hann kann signa eina tjóð ella fleiri tjóðir
eina ávísa tíð, meðan Hann avmarkar og
heldur signing aftur og enntá bannar øðrum
tjóðum samstundis, so hvørt, sum Hann fremur
Sítt ráð við hesum heimi. Gud er ikki
javnaðarmaður, Hann hevur t.d. altíð gjørt
mun á Ísrael og øðrum tjóðum –
eisini táið Hann tyktar tey. Læran í
vesturheiminum um, at "øll
fólk
eru
líka", er ikki bíbilsk, men stavar
frá fronsku kollveltingini, og hevur yvirliva upp til okkara
dagar sum sosialisma og humanisma – og sum popp-kristindómur,
men
hann er sum múldýr, sterkt og treiskt, men livir bert
eina generatión, síðan má bíbilskur
kristindómur parast við humanismu fyri at fáa henda
bastardin aftur til lívs. Eg haldi, at hjálandaveldi
(imperialisma) er skeivt, og tað var skeivt av europeiskum londum
at halda Afrika hersett. Tó meini eg, at tað var skeivt av
hvíta manninum í Suður Afrika at lata valdi
frá sær – tað var eisini hansara land, og tann
yvirvøldin var eisini innsett av Gudi. Eg meini, at tað er
skeivt at avtaka landamørk við t.d. Schengen
sáttmálanum. Eg biði fyri øllum, sum eru
høgt sett, m.a. kongi (drotning) okkara, men eg haldi tað er
skeivt av donsku tjóðini at halda føroyska
fólki hersett sum ein landspart í Dannmark, og eg vil
hava Føroyar út úr danska ríkinum sum
skjótast, so vit ikki fáa lut við danska
fólkinum í syndum tess, og tí dómi, sum
má koma, táið Gud missir tolið við
dønum. Eg ynski arabarunum alt Arabia í frið, men
bara Arabia. Eg ynski palestinararnar (filistarar v.m.) tveittar
út úr Ísrael, men eg trúgvi, at Gud heldur
teimum har, fyri at hava ófrið inntil
Friðarhøvdingin kemur Sjálvur og skapir frið –
í meðan skulu vit biða frið yvir Jerusalem. Á
sama hátt trúgvi eg, at Gud hevur tikið vitið
frá dønum, ikki minst politikarum teirra, fyri at lata
teir geva muslimunum loyvi at yvirsvimja landið – hetta
frítekur
tó ikki trúgvandi danskarar fyri at royna at fáa
teir tveittar útaftur. Guds yvirstýring av
mannaættini gjøgnum heimssøguna fyllir okkum mangan
við undran. Hvør veit, kanska yvirsvimur Gud Europa við
muslimum, fyri at teir skulu hoyra evangeliið her – teir hoyra
tað ikki heima hjá sær –, og kanska Gud
síðan sendir teir heimaftur við
gleðiboðskapinum, aftaná at Gud hevur brúkt teir
at tvinga Europa niður á knæ, at biða Gud um at
fría seg fyri muslimarnar. Guds vegir eru órannsakiligir,
og Hann ger okkum mangan bilsin. Í hvussu er, Gud er
rættvísur, og Hann letur Seg ikki spotta. Um Gud í
Síni náði ikki vendir gongdini t.d. við at unna
danskarum sum tjóð umvending, við at lata eitt danskt
ræðslustýri, líknandi tí týska
100 ár frammanundan, geva muslimunum eina viðferð sum
týskararnir góvu jødunum, ella Gud á annan
hátt fær muslimarnar út úr danmark [og/ella
avmarkar tilflytingina], so
verður gongdin henda: Um tvey til trý ættarlið
kemur lógleysa Danmark at hava muslimska sharialóg,
afturfyri at tey vrakaðu Guds lóg. (1.Tim.2:2; Gal.6:7)
- Trælahald: Eg
eri
glaður
fyri,
at
Gud
í
Síni
náði
hevur
avskaffað
trælahald
í vesturheiminum – tað sum er
eftir er ólógligt, so at allir menn eru fríbornir
borgarar við somu rættindum – formelt. Tað er tó
einki í bíbliuni t.d. í NT, sum
forbjóðar ella avtekur trælahald, sum ein stundum
hoyrir í samband við útlegging av
Filemonbrævinum. Lat meg her nevna, at bretski evangelisturin
George Withfield átti trælir í U.S.A., men teir
fingu betri viðferð frá honum, enn hvat summir
trúgvandi arbeiðsformenn í Føroyum hava
vartað upp við. Tað sum bíblian lærir um
trælahald er í stuttum, at harrin skal behandla
trælin væl, og trælurin skal akta harran. Somu
meginreglur eru, sum rímiligt er, eisini galdandi fyri
arbeiðsformenn og tænastufólk. Eg haldi, at tað
var skeivt at flyta nekarar til Amerika sum trælir, og meini at
amerikumenn eiga at viðfara eftirkomararnar hjá
trælunum t.v.s. amerikanskar nekarar og mulatar sum
javnbjóðis statsborgarar og landsmenn í dag.
Hóast bíblian loyvir trælahaldi, so áleggur
bíblian ongum at hava trælir, og trúgvandi
fólk høvdu fullan rætt til at virka fyri, at
trælahaldi varð avtikið í vesturheiminum.
(Kol.3.22; 4:1)
- Eg meini ikki at tíggjund er galdandi fyri okkum kristnu
í tí nýggja sáttmálanum – heldur
ikki sum vegleiðandi. Eg skilji N.T. soleiðis, at vit kristnu
eiga sjálvi alla ogn okkara, og Harrin eigur okkum øll
sum prestastætt. Vit skulu sostatt umsita alla ogn okkara
sjálvi sum húshaldarar Guds og prestar, og vit skulu
røkja bæði ríki Guds og heim okkara við
okkara ognum tíð og evnum. Vit eiga í hesum sambandi
at stuðla teimum prædikumonnum, sum vit eru sannførd um, at
Gud hevur kallað til Orðsins tænastu – at ein maður
sjálvur metir seg at vera kallaðan, tað forpliktar ongan
annan til at geva honum nakað sum helst.
- Eg havi alla virðing fyri fráhaldsmonnum, men
bíblian loyvir trúgvandi monnum at nýta øl
og vín við máta. Stillandi heilivágur sum
nervatablettir, sovitablettir v.m. kemur alt í bólkin "loyviligt, men ikki
gagnligt" uttan
í undantaksføri, stytri tíðarskeið. Eg
meti, at trúgvandi menn hava rætt at nýta tubbak,
men av heilsuávum vil eg mæla frá tí. Eg
kann nevna, at bæði Victor Danielsen og Charles H. Spurgeon
royktu – báðir doyðu relativt ungir, uttan at eg skal
geva tubbakkinum skyldina, teir høvdu báðir
heilsubrek og overvaðu seg gjøgnum mong ár við
arbeiði. Sambært Rodmund í Liða, lækna, so
doyði William Kelly, næstimaður John N. Darby av
innvortis skaðum [allarhelst] vegna ov stóra
alkoholnýtslu.
Latið okkum nýta frælsi okkara, brøður, men
ikki misnýta tað. (1.Kor.6:12; Kol.2:21)
- Paulus hevur í grundini avskaffa allar heiligdagar,
soleiðis at skilja, at vit kristnu skulu ikki halda nakrar
høgtíðir, men vit hava sjálvandi fullan
rætt at minnast Kristi deyða og uppreisn og komu hins seinra
talsmansins, Heilaga Andans, á ein serstakan hátt teir
kalendaradagar, ið hesar hendingar fóru fram. Nær
Jesus varð føddur, veit eingin, og eg meti tað verða
skeivt fyri ein trúgvandi at halda Jól. Sjálvandi
kunnu vit eta gás og geva børnum okkara gávur, og
annars hava tað hugnaligt um jólini, men vit eiga ikki at
luttaka í religiøsum tiltøkum saman við hesum
gudleysa heimi á jólum. Lat heimin eiga sína
kaldeisk/katólsku móður/barn tvíeind saman
við sínum nissum og vættrum, men latið okkum
trúgvandi ikki eta "avgudaoffurkjøt" sum verður
borðreitt í hesum sambandi.
- Eg haldi, at vit kristnu eiga at halda sunnudagin heilagan, ikki
sum lógartrælir, men sum frælsir menn (og kvinnur),
sum halga Harra okkara uppreisnardag Hansara. Um vit kalla henda dag
fyri hin kristna sabbatin ella dag Harrans ella okkurt annað,
tími eg ikki at kjakast um – eg haldi sjálvur, at tað
er villleiðandi at kalla hann sabbatin ella hvíludagin – men
eg haldi tað vera skeivt at gera óneyðugt arbeiði
henda dag, t.d. at draga saman bilvask, húsarudding,
havaarbeiði o.s.fr. til henda dag. Sjálvandi skulu vit gera
alt neyðugt arbeiði, sum ikki kann bíða, sunnudag,
og gera tað við góðari samvitsku. Eg meini eisini at
skip hjá trúgvandi monnum (reiðarum og skiparum) eiga
at halda sunnudagin heilagan. Um tað ber til at leggja stilt allan
dagin, so er tað ynskiligt, og táið tað ikki ber
til, kundi arbeiði verði lagt niður í 2-3
tímar, og møti verið hildi – eg eri sannførdur
um, at Harrin vil ikki skylda nøkrum manni hesar tveir
tímarnar.
- Elstir í samkomuni: Brøðrasamkomurnar
hava
onga
formella
leiðslu,
tað
stavar
frá
J.N.
Darby,
ikki
frá
skriftini – eg fari ikki nærri inn á hetta
nú, um tørvur er á tí, so kann eg skriva
eina grein um samkomuleiðslu v.m. seinri. Skriftin lærir, at
hvør samkoma skal hava nakrar elstar, sum skulu lúka
ávísar treytir, og hesir skulu leiða samkomuna og
taka avgerðir í ivaspurningum. Í staðin fyri at
velja menn sum elstar at hava umsjón við samkomuni, hava vit
valt menn til verjar at hava umsjón við bygninginum,
salinum. Hesir verjar noyðast, hvørt teir vilja tað ella
ikki, at taka avgerðir sum tilkoma elstum, við tað at teir
eiga salin, og ongir elstar eru at taka avgerðirnar. Hetta var eitt
mistak (í bestu meining), sum vit brøður
gjørdu av berari ræðslu fyri prestaveldi,
táið vit t.v.s. forfedrar okkara grundløgdu
brøðrasamkomurnar. Tíðin er nú
búgvin til, at vit rætta hetta mistakið, og
smidligasti mátin hevði verið at konvertera teir
verjarnar til elstar, sum lúka treytirnar, og annars hava hug at
gerast elstir. Síðan kundu vit valt nakrar afturat teimum,
um vit høvdu hug ella tørv á tí.
- Samkomutænasta hjá kvinnum: Eg dugi ikki at
síggja annað hjá Paulusi viðvíkjandi
samkomutænastu hjá kvinnum, enn at tær eingi
álitisstørv kunnu hava í samkomuni, sum innibera
myndugleika yvir monnum. Tær skulu sum heild tiga á fundum
í samkomuni, tær hava ikki rætt at prædika
Orðið, tí tað inniber bíbliuútlegging
og læru í meiri ella minni mun. Tær hava heldur ikki
rætt at luttaka í kjaki á samkomufundum, tí
tá koma tær at føra seg fram við einum
javnbjóðis myndugleika sum teir menn, ið tær
kjakast við. Eg meini tó, at ein kvinna kann syngja ein sang
í samkomuni undir ábyrgd faðirs síns ella mans
síns, ella við loyvi frá teimum elstu. Eg haldi, at
Paulus gloppar hurðini fyri, at trúgvandi kvinnur í
avmarkaðan mun kunnu biða alment á
bønarmøtum undir hesum treytum:
1: Tær skulu vera
undirgivnar, og hava á høvdinum sum tekin um hetta.
V.ø.o. tær mugu ikki føra seg fram við einum
andaligum myndugleika líknandi tí hjá monnum.
2: Tær skulu ikki
útleggja skriftirnar ella læra samkomuna gjøgnum
bønina.
3: Kvinnan má ikki taka
mannin av ræði og t.d. leiða samkomuna í
bøn – hennara lutur í almennari bøn má
avmarkast eftir hvussu nógvir menn luttaka.
Um eg havi skilt Paulus rætt
í hesum, so skal hesin avmarkaði rætturin hjá
kvinnum at biða alment vera skiltur og praktiseraður innanfyri
høvuðsmeginregluna um, at kvinnan skal tiga á
samkomufundum, og ikki í mótstríð við hesa
meginreglu. At flestar aðrar samkomur geva kvinnuni ein
størri leiklut í samkomulívinum enn orð Guds
loyvir teimum, tað gevur ikki okkum rætt at krevja fullkomna
tøgn frá kvinnum, fyri at binda um heilan fingur. Gud
hevur givið kvinnuni eitt sangmál, sum bæði er
estetiskt vakrari og musikalskt neyvari enn tað hjá
manninum. Kvinnumáli hevur tó ikki tað tign og tann
myndugleika sum tað hjá manninum, tað ljóðar
komiskt táið kvinnur tala við "tign og myndugleika",
júst
tí
at
kvinnan
skuldi
ikki
tala
alment
við
myndugleika.
Latið okkum akta orð
Guds, brøður, men latið okkum vera rímiligar.
Hvør av okkum vildi forbjóða at sungið sangirnar
hjá Linu Sandel og Fanny Crosby á møtum okkara.
[... viðmerking 2009: Eg
síggji einki skeivt í, at ein kvinna hevur
ábyrgdina av ymiskum praktiskum í samkomuni. Eg haldi
eisini, at ein kvinna kann hava ábyrgdina av
sunnudagsskúlanum. Men evstu andaligu ábyrgdina av
vaksnum monnum gevur Paulus ikki kvinnu loyvi at hava. ...]
- Demokrati og Monarki: Trúgvandi
fólk
skulu
vera
undirgivin
og
lýðin
tí
myndugleika,
sum
yvir
teimum
er – í okkara føri
demokratiskt valdum politikarum. Tað er tó einki
bíbilskt ella kristiligt við demokratiðinum, sum
forpliktar trúgvandi fólk at virka fyri demokratiið
í øðrum londum – tað var t.d. skeivt, at
trúgvandi fólk í vesturheiminum vóru
við til at tvinga demokrati ígjøgnum í
Suður Afrika. Demokrati byggir á grikska filosofi, at
fólki skal ráða, v.ø.o. pøbelveldi.
Tað er satt, sum onkur hevur sagt, at Gud setur ikki eina nevnd
ella eitt ráð, men ein mann, sum Hann hevur skikka til
uppgávuna. Gud setti Móses, Josva og Dómararnar at
stýra fólkinum. Seinri setti Hann kongar, og profetar at
vegleiða teir. Eg meti suverent kongsveldi at vera besta
stýringsformin aftaná teokratiið, tað sæst
best við at hyggja eftir 1000 ára ríkinum, hvar hesir
báðir stýringsformar ganga saman upp í eina
hægri eind við Kristusi sum Kongi og Gudi (Teos). Summir
kongar eru góðir og summir vánaligir, men
demokratiið er altíð miðalhampað. Harafturat er
tað munandi lættari hjá Gudi at skifta ein kong
út, enn eitt heilt parlament, hóast Hann eisini
klárar tað – og at yvirstýra parlamentinum.
Lat meg her siga nøkur
orð um verandi drotning okkara, høvur statskirkjunar
tí "evangeliskt luthersku", sum hvørki er lutherst og enn
minni evangelisk, "Vi
Dronning
Margrete
II,
Konge
af
Guds
Nåde". Ja, Gud
náðið okkum. Danmark hevur í
stjørnartíð hennara (og beint áðrenn),
vistnok sum fyrsta land í heiminum fingið fría
fosturtøku, frítt pornografi og homoseksuell
hjúnabond við kirkjuligari vælsigning. Harumframt er
skøkjulevnaður í praksis óavmarkaður,
hóast juraðin er nakað afturúrsigld av praksis.
Allar hesar viðurstygdir eru komnar við hennara samtykki. At
hon samstundis sigur seg at vera trúgvandi og kristna, má
roknast henni sum ein vanæring av navni Kristusar og sum ein
stór synd, hóast hon helst trýr tí
sjálv, at hon er eitt Guds barn. Hon hevur tann blasfemiska
frekleika oman á alt hetta, í
nýttársrøðum sínum at biða "Gud bevare Danmark!" Hartil kann ein bert siga
sum danski skemtarabólkurin Linje 3: "Gud bevares!" Ja, Gud forbarmi Seg!?
(Sálm.50:16; Orðt.15:8)
- Brøðralæran er tað, sum
gudfrøðin kallar antinomistisk t.v.s. lógleys
í sínum uppruna - tað stavar frá J.N.Darby -
og Scofield gjørdi tað ikki mætari við
sínum sterka skilnaði millum lóg og náði,
hann setti tey nærmast upp ímóti hvørjum
øðrum, soleiðis at kristni einstaklingurin og samkoman
einki høvdu við lóg Guds at gera - hon var til
jødarnar. Eg eri ikki samdur við hesum, men havi
stórt sæð somu hugsan um lóg Guds sum reformert
teologi, men tað verður ov drúgt at viðgera her, eg
komi at skriva og helst tala um hetta seinri. Lat meg tó siga,
at náði kann bara vera har, ið ein lóg er
galdandi, sum ein kann náðast fyri, og
rættvísgering ber ikki til, um eingin lóg er
í gyldi, sum ein kann rættvísgerast fyri.
Ábraham var rættvísgjørdur av trúgv
áðrenn móselóg, men Guds Lóg var til
áðrenn Móses fekk hana handaða, tillagaða til
eitt ávíst fólk og eina ávísa
tíð. Um lóg Guds ikki hevði gyldi fyri onnur enn
jødar frá Móses til Kristus, so var ikki
tørvur á móselóg, við tað at eingir
syndarar vóru áðrenn hon var givin, og Kristus kann
ongan frelsa aftan á at móselógin fór
úr gyldi, við tað at eingin er syndari longur -
sambært eini lóg, sum ikki er í gyldi.
- Eg eri ikki reconstruktionistur í
týdninginum, at eg vil hava móselógina í
sínum fulla orðaljóði setta í gyldi
í t.d. Føroyum í dag - tað er
ógjørligt at isolera sermoniallógirnar
knívskarpt, um ein skuldi vilja sæð burtur frá
teimum. Móselóg er skriva til eitt annað fólk,
jødarnar, til eina aðra tíð, undir
øðrum umstøðum. Kristna samkoman hevur
sínar reglugerðir í Nýggja Testamenti, t.d.
í brøðum Paulusar. Borgarliga yvirvøldin,
serliga um tað eru gudsóttandi og trúgvandi
politikarar og lóggevarar, skal tó gera og handhevja
rættvísar lógir, og eigur tískil at taka
støði í teimum GT lógunum og fyriskipanunum,
sum Gud sigur vera rættvísar, og má
yvirvøldin so laga hesar lógir til realpolitikk í
dag. Ger yvirvøldin ikki hetta, so hevur hon ikki
rættvísar lógir, soleiðis sum Gud definerar
rættvísi - t.v.s. lutfalli 1-1 millum brotsgerð og
revsing, og so svíkja trúgvandi politikarar sítt
kall, um teir ikki vísa á hetta, og virka fyri
rættvísum lógum.
Nýggja Testamenti er
skrivað til kristnu samkomuna, og kann bara í sera
avmarkaðan mun vera brúkt til at vegleiða borgarligu
yvirvøldina. Ein kann ikki byggja rættvísar
borgarligar revsilógir á andaligar áminningar til
børn Guds.
- Orð Guds er eitt tvíeggja svør.
Tað talar til trúgvandi og vantrúgvandi, til menn og
kvinnur, til børn og vaksin, og vit kundu hildið
áfram. Tað talar eisini til politisku og religiøsu
yvirvøldirnar, ella sum tey søgdu fyrr, til kirkjuna og
statin. Samkoman (kirkjan) og staturin eru hvør sítt, og
mugu vit royna at halda tey so atskilt, sum tað ber til, og lata
Gud og Cæsar fáa hvør sítt - eg taki undir
við (tað royndi Calvin eisini, eg sigi ikki at tað
lukkaðist), at vit ikki blanda religión og politikk saman.
Men tað ber ikki til at dríva politikk uttan trúgv -
ein kann trúgva einumhvørjum filosofi t.d. Platon ella
Marx, onkrum teologi t.d. Augustin, ella onkrum blandingi av
ideologium, men ein má trúgva onkrum autoriteti fyri
í heila tikið at hava meiningar og áskoðanir.
Hóast ein heldur politik og religión atskilt, so eiga
bæði politiska yvirvøldin (staturin) og
religiøsa yvirvøldin (samkomuleiðslan) at
stýra og innrætta seg eftir Guds opinberaða vilja fyri
teimum - hvør sær. Staturin skal ikki fremja samkomutykt,
men juridiska rættvísi, og samkoman skal ikki fáast
við politikk - tað er ikki hennara kall. Hvussu nær
ið politiska yvirvøldin skal leggja seg við
móselógirnar, tað eru trúgvandi menn
sjálvandi ósamdir um, og tað er eisini ein spurningur
um, hvat ið er politiskt gjøgnumførligt, men tað
er ein veruleiki, ið vit ikki eiga so mikið sum at kjakast um,
at kristnir politikarir kunnu ikki bara síggja burtur frá
lóg Guds í tí líki, sum Móses fekk
hana handaða. Gud úttalar seg stórt sæð
ikki um politik og revsilógir í Nýggja Testamenti,
so móselóg má brúkast sum vegleiðandi
fyri Guds vilja við statinum, um ein væl at merkja ikki hevur
tann gudleysa frekleika at síggja heilt burtur frá Guds
opinberaða vilja - fjallaprædikan var ikki til statin, men
til lærisveinarnar, og sigur Jesus annars í
fjallaprædikuni, at Hann var ikki komin at seta lógina
úr gyldi, men at fullføra (staðfesta og uppfylla)
hana.
- Eg taki undir við deyðarevsing. Borgarliga
yvirvøldin hevur plikt til at revsa morð við
deyðarevsing. Harumframt hevur hon fullan rætt til at revsa
t.d. neyðtøku við deyðarevsing. Fólkahugsanin
í vestureuropa er so gjøgnumsúrga av humanismu, at
tað er politiskt korrekt og enntá "kristiligt" at vera
ímóti deyðarevsing - fyri at citera Høgna
Hoydal, landsstýrismann í lógarmálum; "Deyðarevsing
sømir seg ikki fyri einum framkomnum samfelag". Í
U.S.A. er øðrvísi. Teir hava eitt sindur meiri eftir
av bíbilskum mentanararvi enn vestureuropa - enntá ein
politiskt korrektur maður sum Billy Graham tekur undir við
deyðarevsing, til stóra undran fyri hansara europeisku
lærisveinar, sum ivast í, um evangelisturin er blivin
miljøskaddur á gamalsaldrinum. Paulus kundi við
nøgdsemi staðfesta, at rómverska yvirvøldin
bar ikki svørðið til einkis. Í dag hevði hann
stúrsa yvir, at politistar bóru revolvarar til pynt, og
høvdu so dánt loyvi at brúka teir í
sjálvverju. Læran um, at privatpersónar ikki hava
rætt at drepa síni medmenniskju, er ikki nakað sum
Jesus ella Paulus komu við. Hetta var partur av teimum 10
(boð)orðunum, sum Gud gav Mósesi, saman við
øllum lógunum um at yvirvøldin skuldi
avrætta fólk fyri grovar brotsgerðir sum t.d.
morð. Boðið "Tú
mást
ikki
myrða" stendur
í
bíbliuni í fullum samljóði við,
at yvirvøldin skal avrætta mordarar. At humanistiskur
"kristindómur" hevur fingið eina konflikt her, kemst av, at
teir hvørki kenna skriftirnar, ella Hann sum skrivaði
Orðið. Tað er stórt spell, at trúgvandi menn
skulu byggja sínar meiningar á humanistiska
"bíbliuútlegging" ístaðin fyri at granska
sjálvir, hvat orð Guds lærir. (4.Mós.35:33)
- Um tað var skilagott av Calvin og
býráðnum í Geneve at avrætta Servetus,
kann diskuterast - eg hevði neyvan tikið undir við
tí í Føroyum í dag, mær dámar
væl skrivi og talifrælsi, og eg meini ikki at Servetus
spottaði Gud bevíst. Um eg hevði liva í Geneve
á døgum Calvins, so hevði eg allarhelst havt somu
støðu sum Calvin [...tað ger tó ikki ein feil
minni, at fleiri taka undir við honum...]. Calvin samtykti
í, at Servetus
varð avrættaður, men Calvin var ímóti at
hann skuldi brennast, hann ynskti eina humana avrætting, men
varð niðurstemmaður. Eg kundi argumentera fleiri
síður fyri hví býráði í
Geneve avrættaði Servetus, men eg tími ikki, eg vil
hvørki forsvara ella ákæra teir. Eg staðfesti
bara, at teir høvdu fullan rætt til hetta, men tað er
ivasamt hvussu skilagott ið hetta var. Sí annars
Søguuppgávu mína á HF.
- Viðvíkjandi skrivi og
talifrælsinum, so eru Sosialdemokratarnir í
Norðurlondum í ferð við at avtaka tað við
rasismuparagraffum - samstundis sum teir hava gjørt gudsspottan
loyviliga. Hetta vísir bara alt ov týðiliga, at
demokratiið kann ikki liva sítt egna lív, men
má byggja á einahvørja
lívsáskoðan, tað verið seg kristindóm,
humanistiska sosialismu ella okkurt annað.
- Eg meti tað vera at sløkkja Andan at
skipa vanlig møtir. Ein maður kann vera
høvuðstalari til serstøk møtir, og ein
bróður kann hava høvuðsábyrgdina av
vanligum møtum, uttan at okkum nýtist at yvirskipa
í høvd og reyv.
- Eg eri fyri at sláa børn sum part av
revsing og tykt í samband við barnauppaling. Eg meti tað
vera neyðugt at boða frá mínari støðu
hesum viðvíkjandi, við tað at psykologiskt
inspireraður pedagogikkur hevur troðka tað bíbilsku
læruna um barnauppaling burtur manga staðni í samkomum
okkara við slíkari styrki, at fáur torir at siga, at
tey fylgja orði Guds í hesum máli. Zarepta hevur onga
greiða støðu í hesum máli, í
samband við undirvísing á hjúna og
familiulegum. Tey sum skipa fyri samkomum fyri foreldrum at
nýføðingum t.d. í Ebenezer siga tað vera
grundleggjandi skeivt og óhóskandi at sláa
børn, og sama søgdu báðar
heimasjúkrasystrarnar, sum vitjaðu tær tvær
døturnar hjá mær, táið tær
vóru pinkubørn - báðar
heimasjúkrasystrarnar hoyrdu til samkomur okkara. Hetta botnar
sjálvandi alt í tí pelagiansku humanismuni,
hvørs áskoðan er, at menniskja innast inni er gott og
skal tískil ikki uppdragast undir autoriteti, men skal sleppa at
búnast "náttúrliga". Øll hesi tulka Heb.12:6 "Harrin slær
harliga hvønn tann son, ið Hann tekur sær av" til at merkja: "Harrin
tosar við børn Síni og áminnir tey". Í
nógvum londum í vesturheiminum er tað við
lóg forbjóða foreldrum at sláa børn
síni, og forkvinnan hjá heimasjúkrasystrunum
í Føroyum hevur í Útvarpi Føroya
sett fram ynski um, at ein slík lóg kemur í gyldi
í Føroyum eisini. Henda kvinnan hoyrir til samkomur
okkara, men útsøgn hennara hevur ikki fingið nakrar
avleiðingar fyri hana - tað boðar frá
ófrættakendari semju við sjónarmiðum
hennara. Skuldi ein slík lóg komi í gyldi í
Føroyum eisini, og Gud forbjóði tað, so vil eg
senda eitt hirðabræv til samkomurnar, um hvussu tær
skulu fyrihalda seg til hesa lóg. Henda lógin er bert ein
á leiðini til eina aðra, um Harrin ikki kemur aftur
áðrenn, sum vil forbjóða trúgvandi
foreldrum í E.U. at ávirka og indoktrinera børnini
religiøst áðrenn tey eru 18 ár og myndug.
Grundtankin aftan fyri slíkar lógir er tann grikska
filosofiðin, sum Europa er dottið aftur á, aftan
á at statskristindómurin í protestantiska Europa
doyði fyri egnari hond, og sum lærir, at børnini hoyra
statinum til, og staturin kann til eina og hvørja tíð
tvangsfjerna tey, um tað er í hansara áhuga.
Mótvegis hesum stendur so tann jødisk-kristna uppfatanin,
at børnini hoyra foreldrunum og Gudi til, og skulu uppalast
í "tykt og
áminning Harrans", í gudsótta,
líðin móti Gudi og foreldrum so leingi, sum tey eru
partur av eini trúgvandi og gudsóttandi familju og
ætt.
[... Viðmerking decembur 2006: Lógin kom so
í decembur 2006, men eg trúgvi ikki at tað loysir seg
at gera meiri við hetta, sum er. Lógin í sær
sjálvum forbjóðar
bara
at
banga
børn,
og
tað
kann
eingin
vera
ímóti,
nú
fáa vit at síggja hvussu
strangt, ið lógin verður tulka av
dómstólunum. Og annars broytir henda lógin einki
uppá støðuna hjá trúgvandi foreldrum,
vit havi ikki fingið heimildina
til at uppdraga
børn
okkara frá borgarligu yvirvøldini, men frá Gudi,
og tískil kann yvirvøldin ikki takað
"revsirættin" frá okkum, men hon kann gera barnauppaling
eftir Guds fyriskipanum revsiverda sambært borgarligari
lóg - og tað er so tað, sum løgtingið hevur
gjørt í hesum førðinum, enntá við
atkvøðunum hjá trúgvandi løgtingslimum.
Støðan hjá trúgvandi foreldrum er
óbroytt enn sum áður:
1. Vit skulu sum høvuðsreglu akta borgarliga lóg og
yvirvøld - Róm.13:1
2. Vit skulu kortini lýða Gud meiri enn menniskir -
Áp.5:29) ...]
Latið okkum, undirgivin landsins lógum so langt sum Gud
loyvir, gera skyldu okkara og nýta rætt okkara sum fedrar
at staðfesta: "Eg
og
hús
mítt
skulu
hoyra
Harranum
til,
Honum
skulu
vit
tæna,
og Hann skulu vit akta!"
-
Vegleiðing í samband við barnauppaling við
tykt:
- Um tú skeldar, lat so vera at rópa. Tosa við
hóskandi ljóðstyrki og myndugleika - myndugleiki
hevur einki við decibel at gera, men við tign. Tað er
ósambæriligt við tignina hjá einum faðir
(og móður), og óhóskandi fyri ein
trúgvandi at rópa eftir barni sínum, og
fólki annars.
- Nýt ikki "psykiskan terror" móti barninum. Revsa,
ella lat fara, men fá málið út av vegnum.
- Set reglar, og handhevja teir. Tað er betri við
fáum reglum, sum verða handhevjaðir, enn við
nógvum, sum ikki kunnu haldast.
- Eggið ikki børn tykkara til vreiði við
órímiligheitum. Tey eru menniskju, ikki
kríatúr, sum ein kann seta í bás, ella
ting, sum ein kann leggja í eina skuffu.
- Ver strangur við børnini frá vøgguni av,
og lora so spakuliga sum tey búnast og mennast - at uppala ein
tannáring til nakað nýtt, er nyttuleyst og
burturspilt orka - men ver rímiligur, tað er teirra
heim, sum tey vera uppald í, ikki Fremmandlegiónin.
- Toga ikki hart í armin á barninum - uttan tú
rippir tað undan einum bili á vegnum ella
tílíkt - tað er skjótt at koykja (forstrekkja)
okkurt.
- At
sláa
eitt
barn
skal
ikki
gerast í staðin
fyri, men saman við áminningum og øðrum
revsingarháttum, t.d. "arrest" á kamarinum.
- Slá ongantíð í vreiði. Far heldur
á knøðini og bið Gud hjálpa tær
við sinninum. Um ein slær í vreiði, so er
skjótt at sláa ov hart.
- Slá við flatari hond, lógvanum,
ongantíð við knýttari hond, nevanum.
- Gev barninum ein brest á rumpina ella læri, ella
eitt slag á hondina - minst tó til, at ein barnahond er
munandi veikari enn tín, og kann brotna.
- Slá ikki hart, vanliga - barni skilir væl
hóttanina um at sláa harðari eina aðruferð.
Gerst tað neyðugt, skal ein tó ikki aftra seg við at
fleingja barni væl og virðiliga - t.d. um barni er
"hysteriskt" og bannar eftir foreldrunum, slær mammu sína
o.s.fr.
- Slá ikki meðan onnur síggja, vanliga - ger
tó undantøk, um barni benyttar sær av tí.
- Slá ONGANTÍÐ eitt barn í høvdi.
Tað kann fáa varandi mein t.d. á sjónina.
- Tað er betri at tú brýnir barni hjá
tær, enn at hesin núverandi óndi heimur skal gera
tað - hann slær ikki avmált og í kærleika.
- Revsa ikki óhapp. Ein smádrongur sparkar neyvan
bóltin í kjallararútin við vilja, men
slær hann hamaran í bilrútin, so er tað helst
við vilja.
- Hvørki Gud ella barni hjá tær rokna við,
at tú ert fullkomin. Bæði Gud og barni forlanga
tó, at tú ert rættvísur og rímiligur,
og at tú viðgongur egin mistøk.
- Les bøkur og bløð um barnauppaling, um
tú eigur slíkt, men sálda væl -
meginparturin av slíkum er skrivað av fólki, sum
trýr meiri uppá pedagogik og sálarfrøði
enn orð Guds, hóast summi av hesum siga seg at vera
trúgvandi.
- Vís ongantíð barninum frá tær,
táið tað biður um fyrigeving, sjálvt um
tú ivast í hvussu veruligur ið angurin er. Ver ikki
"kostbarur" við at fyrigeva.
- Alt sum faðir eitur hevur navn sítt eftir Gudfaðir
- tað forpliktar, og tað ger allar aðrar fyrimyndir
óneyðugar. (Ef.3:15)
- (Sálm.78:3-8): "Tað,
ið
vit
hava
hoyrt
og
vita,
tað,
ið
fedrar
okkara
hava sagt
okkum, dylja vit ikki fyri børnum teirra, men siga hinum komandi
ættarliði frá heiður og veldi HARRANS og
frá undrunum, ið Hann hevur gjørt. Hann hevur
í Jákupi reist vitnisburð og givið lóg
í Ísrael, sum Hann segði við fedrar okkara, at
teir skuldu lata børn síni vita, so at komandi
ættarlið kundi kenna tað, og børn, ið
fødd skuldu verða, kundu stíga fram og siga
børnum sínum frá tí og seta vón
sína á Gud og ikki gloyma verk Guds, men halda boð
Hansara, og ikki bregða til fedrarnar, sum vóru
ólýðin ætt, ið setti seg
ímóti Gudi, ætt, ið ikki gjørdi hjarta
sítt fast, men sum í anda sínum var Gudi
ótrúgv".
"Land, land, land! Hoyr orð
HARRANS!"
"Á ættarlið! Gev orði HARRANS gætur!"
(Jer.22:29 &
2:31)
- Frelsan hjá óvitum og menningartarnaðum: Sum eg havi skilt, so
trúðu bæði Andrew Sloan og Charles Spurgeon, at
allir óvitar, sum doyðu áðrenn "skilsaldur",
blivu frelstir - helst hava teir trúð tað sama um
menningartarna. Tað eru nógvir kendir rithøvundar
millum teir reformertu t.d. presbyterianarar sum hava trúð
og trúgva hesum eisini, hóast tað tykist eitt sindur
ókonsekvent samanborið við
útveljingslæruna. Óneyðugt at siga, allur
arminskur kristindómur trýr hesum, og hetta er
fólkatrúgv hjá øllum navnkristindómi
og øllum sum "trúgva á Gud" í
vesturheiminum. Í hesum máli havi eg somu
áskoðan sum John Owen.
Fyrst nøkur orð um John
Owen (NB! tað var ein annar John Owen, sum týddi
kommentararnar hjá John Calvin til enskt). John Owen var tann
størsti av teologunum í Onglandi millum puritanararnar -
vit síggja burtur frá John Gill, við tað at
puritanaratíðin strangt tikið endar í 1662 og
síðan fjarðar út, hóast ávirkan og
innblástur puritanaranna er óloysiliga samanrunnin
við alla enskttalandi reformerta teologi fyri
eftirtíðina. John Owen skrivaði ein 7 binds kommentar
til Hebrearabrævið, sum hevur verið eitt standardverk
síðani. Hann skrivaði eina bók, sum í
ensku týðing J.I. Packer eitur: The Death of Death in
the Death of Christ -
ein
bók
sum
afturvísir
arminismuna við hennara
"General Atonement" so gott og grundiga, at hon er av mongum mett sum
besta bók um hesi viðurskifti og síðsta
orðið í kjakinum, við tað at eingin arminari enn
hevur klára at afturvíst argumentunum hjá Dr.
Owen [hóast onkur hevur roynt]. Hann setur í hesi
bókini fram somu
sjónarmið sum eg havi um frelsu óvita. Eg hevði
tó mína áskoðan áðrenn eg las
Owen og aðrar við somu meiningum - eins og eg hevði somu
meiningar áðrenn, sum eg havi nú, um "menniskjans tvær
náttúrur", "menniskjans
fría
vilja", og t.d."Jesus sum mannalíki" áðrenn eg
læs menn, sum vóru samdir við mær - eg havi bygt
mína teologi á bíbliuna, ikki á Calvin,
Owen, Kierkegaard, MacArthur ella aðrar, sum eg við
hvørt verði lagdur undir. Tað er tó
sjálvsagt, at mínar meiningar verða styrktar og
systematiseraðar av at stórir gudsmenn og teinkjarar hava
hugsað og lært tað sama áðrenn eg - menn, sum
eg ikki kann samanberast við í evnum og
lærdómi. Eitt sum eftirtíðin hevur gloymt, men
átti at veri John Owen æviga takksom fyri - samd við
hann ella ikki - er, at Owen brúkti sína ávirkan
sum kendur og virdur teologur at fáa myndugleikarnar at leyslata
John Bunyan, sum sat fastur fyri at prædika uttan at vera
ordineraður t.v.s. prestvígdur. Owen helt nógv av
Bunyan, hóast hesin seinri var "baptistur".
Hvat læri eg so:
Eg læri, at óvitar
hjá trúgvandi foreldrum verða frelstir, um teir
doyggja sum óvitar - sama er galdandi fyri menningartarna
børn hjá trúgvandi foreldrum, sum
ongantíð blíva annað enn óvitar, hvat
forstandi viðvíkur. Vit kunnu ikki tosa um vantrúgv
ella rættvísgering av trúgv her - tey hava ikki
forstand at trúgva. Vit kunnu heldur ikki tosa um
óskyldug lítil børn, tí tey hava lut
í arvasyndini og tørva frelsu. Høvdu tey ikki lut
í arvasyndini, so høvdu tey heldur ikki tað
sokallaðu "gomlu
náttúruna", og so høvdu tey ikki brúk
fyri einum frelsara. Táið Sakeus trúði, kom
frelsa yvir alt hús hansara, og táið fangavaktarin
í Filippi trúði, tá bleiv alt hús
hansara frelst. Hetta útilokar ikki, at eventuel
smábørn í húsinum kundu venda sær
frá trúnni og Gudi sum tilkomin - tey høvdu ein
Gud og eina trúgv at venda sær frá, hvat ið
børnini hjá gudloysingum ikki hava.
Paulus ger púra greitt, at
børn, har ið annað ella bæði foreldrini eru
trúgvandi, eru halga Harranum á ein hátt, sum
børn av vantrúgvandi foreldrum ikki eru. Í
bíbilsku læruni um signing og bann hevur ættin,
húsi og familjan ein munandi størri týdning, enn
vit í vesturheiminum í dag geva okkum far um, vegna
tað at vit hava lagt allan dentin á einstaklingin, á
hansara ábyrgd og møguleikar - "Lyfti er til
tín og børn tíni". Gud frelsir og leiðir
til trúgv hvønn ið Hann vil, og Hann kann frelsa
óvitar hjá gudloysingum, um tað líkar Honum.
Tað tykir mær tó ikki rationelt at halda, at Gud
frelsir allar óvitar hvørs foreldrum Hann ikki hevur unt
umvending, um hesir óvitar doyggja sum óvitar - tey
flestu av hesum foreldrum hevur Gud ikki so frægt sum unt at
hoyra gleðiboðskapin. Bíblian gevur heldur ikki grund
til at halda, at øll børn eru børn Guds.
Sambært sálmi 137, so er tann sælur, sum sorar
børn Bábels móti einum kletti - hendan sælan
virkar løgin, um talan er um børn Guds ("Nemið
ikki hini salvaðu Míni, gerið ikki profetum Mínum
mein!"). "Ríki
Guds
hoyrir
børnunum
til" merkir,
at
ríki
Guds hoyrir eisini børnunum til, ikki
bara vaksnum, men heldur ikki bara børnum - ríki Guds
hoyrir bæði børnum og vaksnum til. Nøkur
børn og nøkur vaksin blíva frelst, ikki øll
børn og "bara" nøkur vaksin ? skuldi "ríki Guds
hoyrir børnunum til" blivi
pressað
til
at
merkja,
at
øll
børn
høvdu
borgaraskap
í
ríki
Guds, so vildi útsøgnin
veri eksklusiv og útiloka okkum vaksnu. Eg vildi ynskt,
líka væl som tit ið lesa hetta, at øll
børn og øll vaksin blivu frelst, men eg vil ikki byggja
læru mína á ynskidreymar, men á orð Guds.
"Mong eru tey, sum rópa
hart, hvør um
kærleika sín..."
"Elska tit Meg, so haldið boð Míni!"
(Orð.20:6 &
Jóh.14:15)
- Eg meti tað baptistisku dópsáskoðanina at
vera tað bíbilsku kristnu, t.v.s., at myndig tilkomin
fólk skulu doypast upp á sína egnu játtan
av trúnni, aftan á at samkoman hevur mett
játtanina og trúnna at vera sannførandi. Eg vil
tó nógv heldur hava barnadóp (uttan
"endurføðing"), enn tann óskikk, sum er við at
breiða seg í samkomum okkara v.v. at doypa børn undir
pubertetsaldur, eg havi hoyrt um 8 ára gomul, og kanska eru
onkur yngri. Um vit ikki hava tíð at bíða við
at doypa børnini inntil tey eru í hvussu er í
konfirmatiónsaldri, og helst myndig, so áttu vit heldur
at doypt tey sum pinkubørn upp á játtanina
hjá foreldrum ella verjum.
- Dispensationalisma er
læran
um
atskilt
tíðarhúshald
í
ráði
Guds,
sum
Hann
fremur
í
tíðarætlan
Síni við mannaættini. Eg
eri moderatur dispensationalistur, soleiðis at skilja, at eg
trúgvi á tíðarhúshald, men eg haldi
ikki neyðturviliga, at tey skulu vera 7. Vit kunnu t.d. býta
sundur í Gamla og Nýggja Testamenti - ella sum tey
søgdu fyrr, gomlu og nýggju paktina - tað gevur 2.
Vit kunnu eisini býta sundur í meiri enn 7
tíðarhúshald. Eg haldi at tali 7 tykist eitt sindur
konstruera, nakað líknandi tí, at summir menn
partú
skulu hava 7 bønir í "Faðir vár", og
harumframt skulu finna logiskar 3 eindir at kalla allastaðni
í skriftini. Ensku brøðurnir fyrst í
nítjandu øld høvdu eisini lyndi til at gera
systematikk av øllum, og enntá at seta klandur
sín ámillum í profetiskt perspektiv. Eg minni
aftur
á Spurgeon, sum segði um ein rithøvund, at summir
menn finna ikki Kristus har, sum Hann er sjónligur, men hesin
góði maður fann Hann har, ið Hann ikki var
yvirhøvur. Um ein endiliga skal hava 7
tíðarhúshald, so virka summi húshald í
G.T. ov stutt og summi ov long, og gjørd mest fyri at fáa
kvotuna á 7 at røkka. Eg haldi eisini, at skifti millum
tey ymisku tíðarhúshaldini er eitt sindur meiri
glíðandi, enn tey knívskørpu skiftini sum t.d.
Scofield roknar við. Í heila tikið, so hava Scofield og
aðrir líknandi dispensationalistar lyndi til at lesa meiri
systematikk og sundurdeiling inn í bíbliutekstin, enn
tað sum teksturin sjálvur kennist við, táið
hann verður lisin í síni heild og samanborin við
restina av skriftini. Dómaratíðin er t.d. ein
glíðandi yvirgongd frá mósetíðini
til kongatíðina, og er sum so partur av hvørgum, men
kann ikki sigast at vera eitt sjálvstøðugt
húshald heldur. Skifti frá kongatíðini til
profetatíðina gongur yvir fleiri ættarlið, og
fellir síðan saman við eina endurstovnaða
tempultænastu. Tey 400 tøgnárini,
bíðitíðin millum Gamla og Nýggja
Testamenti verða ring at systematisera í form av
tíðarhúshaldi, men skulu vit tað?
Annars so trúgvi eg
"brøðra" læruni um endatíðina,
eskatalogiðina, t.v.s. á 7 ára trongdartíð
Jákups, eftirfylgt av 1000 ára ríkinum, at Kristus
kemur fyrst eftir Sínum og síðan við Sínum
í dýrd, á uppreisn fyrst av rættvísum
og síðan av gudleysum - v.ø.o., eg skilji
Danielsbók, 1.& 2.Tessalonikabræv og Opinbering
Jóhannesar á klassiskan brøðrahátt.
Skorið inn á bein, so
er dispensationalisma læran um, at Gud handlar (virkar) á
ymiskan hátt til ymiskar tíðir við ymiskum
fólkum, og at Hann hevur hvør sína ætlan
við jødunum sum tjóð, Ísrael, og við
kristnu samkomuni - tvær ætlanir, sum ikki mugu blandast
saman.
Ein nýggjur rætningur
hevur tikið seg upp innanfyri dispensationalismuna seinru
árini (uml. 1990), sum kallar seg Progressiva
Dispensationalismu. Teir hava áhugaverdar meiningar t.d. um
sambandi millum teir ymisku sáttmálarnar í
bíbliuni, men teir kunnu ikki kallast dispensationalistar,
strangt tikið, við tað at teir skilja ikki greitt millum
Ísrael og kristnu samkomuna, sum er sjálvt grundarlagi
undir dispensationalismuni. Progressiv dispensationalisma má
sigast at vera ein miseydna roynd at ríða á tveimum
hestum samstundis, dispensationalismu og covenant teologi - teir detta
niður í millum, og hvørgin parturin vil kennast
við teir. Vit kunnu siga, at báðir hestarnir sparka
hesar neyðars trúðarvillingar (kættarar).
- Calvinisma, t.v.s. reformert teologi: Eg kalli meg
calvinist, tí í mínari verð noyðist ein
í høvuðsheitum at trúgva tí, sum Jean
Calvin trúið um frelsuráð og ætlan Guds,
"particular redemtion" (vanliga nevnt "limited atonement") - harav
calvinisma. Ella noyðist ein at trúgva í
høvuðsheitum tí, sum Jákup Arminius
trúið um "general atonement", - harav arminisma - um ein
væl at merkja er bíbilskt trúgvandi og hugsar
systematiskt um frelsuráð Guds, soteriologiðina. Tað
ber sjálvandi til at taka einahvørja millumloysn, men so
hevur ein ikki eina systematiska teologi. Calvinist, lutheranari og
kristin eru øll eyknevni, sum tey eyknevndu við
tíðini hava tikið til sín og brúkt sum
heiðursnavn. Teir flestu (tó ikki allir) menn í dag,
sum teologiskt í høvuðsheitum eru samdir við
Arminius hava tó "berøringsangst" fyri tí
navninum, og vilja bert vera kallaðir bíbilskt
trúgvandi ella evangeliskir, men vit calvinistar meta okkum
eisini at vera bíbilskt trúgvandi og evangeliskir, so tey
heitini kunnu ikki brúkast til at lýsa
gudfrøðina hjá protestantum við.
Eg haldi at heitini: reformertur,
protestantur, lutheranari, ortodoksur katolikkur, rómverskur
katolikkur, konservativur, liberalur, calvinistur, arminari,
pelagianari, universalistur, (ana-) baptistur, pædo-baptistur,
o.s.fr., eins og karismatikari og dispensationalistur kunnu væl
brúkast at kalla (nevna, ikki eyknevna) játtandi kristin
fólk við, vegna tess, at tað liggur ein heil systematisk
teologi í hvørjum av hesum nøvnum ella heitum.
Menn hava eisini brúkt hesi heiti um seg sjálvar og
aðrar upp gjøgnum tíðirnar, til at skilja
ímillum hvat teir og aðrir trúðu og ikki, t.d.
kallaði Spurgeon seg fyri calvinist, og Wesley kallaði seg fyri
arminara. Samtíðarmaður Wesley brøðurnar,
Withfield, sum var vinmaður teirra, og bæði kom til
umvending og byrjaði "útimøtir" áðrenn
teir, hann vaks upp og kom til trúgv sum arminari, men
gjørdist calvinist eftir at hava granska bíbliuna
í nøkur ár - og vit eru mangir, sum eru komnir
honum á baki. [innskot
2009...
tað
er
rættiliga
sjáldsamt, at nakar
búgvin trúgvandi fer frá at vera calvinist til at
vera arminari (ein kann tó blíva ein moderatari calvinist
við árunum, um ein var heldur víðgongdur at byrja
við) - tað vanliga skifti hjá trúgvandi monnum
(um teir skifta) er, at teir við at granska skriftirnar koma til
eina avgjørda meining um Guds alveldi - og regulera sína
áskoðan á "frælsi" hjá menniskjans vilja
samsvarandi. ...]
At ein calvinistur ikki kann vera
evangelistur, sum ein stundum hoyrir, verður best
mótprógva av fylgjandi faktum. Størstu
evangelistar upp gjøgnum tíðirnar George Withfield,
Jonathan Edwards og Charles H. Spurgeon vóru allir calvinistar -
tað var John Bunyan forrestin eisini, enntá ein
víðgongdur slíkur. At John og Charles Wesley
vóru arminarir, Charles G. Finney var pelagianari og Billy
Graham er arminari, tað vísir bert, at Gud er ikki bundin av
teologiðini hjá nøkrum manni, men kann brúka
sum reiðskap hvønn villigan mann, sum kunnger
evangeliið, soleiðis sum hann skilir tað. Eg kann til
stuttleika nevna, at Calvin bleiv kallaður lutheranari alla
sína tíð. Í dag høvdu vit kalla Luther
fyri calvinist, men táið hann var á lívið
bleiv hann kallaður augustinianari. Eftirmaður Martin Luther,
Philiph Melancthon verður í dag kallaður fyri
lutheranari - hann broytti læruna hjá luthersku kirkjuni
eftir deyða Luthers, so hon samsvaraði við hansara broyttu
áskoðan á Guds alveldi og menniskjans fría
vilja - hann var samdur við Luther í yngri árum. Av
samtíð síni bleiv Melancthon roknaður sum
semi-pelagianari, ið er tað sama sum arminari, men tað var
áðrenn Arminusar dagar. Hóast Melancthon koppaði
yvir til (semi) pelagianismuna, og Jean Calvin var
víðgongdari enn sjálvur Augustin, kirkjufaðirin,
so vóru Melancthon og Calvin góðir vinir við
stórari respekt fyri hvørjum øðrum - hetta
átti at lært okkum nakað um tolsemi í
hesum spurninginum, brøður.
Lat meg runda av við at sitera tveir stórar gudsmenn - eftir
minninum:
- Jonathan Edwards: "Eg
eri
calvinist,
og
eg
trúgvi
í
høvuðsheitum
tað
sama
sum
Jean
Calvin [um menniskjans vilja, og frælsi
hansara] ? ikki tí Calvin trúið tí, men
tí at orð Guds lærir tað"
- Charles H. Spurgeon: "Evangeliið
hjá
mær
er
tað
sama
sum
hjá
John
Knox,
John
Calvin
og hjá Paulus ápostli - lat so fólk kalla
tað við hvørjum navni, ið tey vilja".
Hartil kann Óli bara siga "Amen,
og aftur amen!"
-
Eg vil virka so sum Harrin letur dyr upp og
aftur, t.v.s. bæði lokalt í suðurstreymi og v.v.
at ferðast runt aðrastaðni.
-
Í tann mun, ið eg havi skriva greinir
o.l., so havi eg altíð sagt tað sum eg meini, alt
tað sum eg meini, og bara tað sum eg meini, uttan at takað
fyrilit fyri nøkrum uttan, hvat eg haldi vera rætt og
sannleiki. Við øðrum orðum, eg havi veri
bersøgin, og eg komi framhaldandi at vera bersøgin, uttan
nakra broyting í so máta, hvat viðvíkur
skriving míni.
-
Á talarastólinum fari eg tó "sannleikanum trúgvur í
kærleika" at royna at
halda eina hóvliga linju, fyri ikki at elva til
óneyðugt stríð, men heldur at "varðveita
einleika Andans í bandi friðarins". (Ef.4:15;
2.Tim.2:14;
Ef.4:3)
-
Hetta er tó bert galdandi fyri
óneyðugt stríð (t.d. stríð um
orð). Í tann mun, sum hin heilnæma læran
verður undirgrivin uttan í frá ella innan í
frá,
ætli eg, "ílætin
øll herðklæði
Guds bæði til álops og verju", at "stríðast
fyri trúnni, sum eina ferð fyri allar er givin hinum
heiløgu í hendur". (Ef.6:13; 2.Kor.6:7; Jud.3)
-
Eg eri byrjaður uppá at gera eina
fullfíggjaða nótabók
til
Songbók
Guds
Fólks. Hetta kemur helst at taka nøkur ár,
við
tað at eg kann ikki bara arbeiða við hesum, men
táið eg eri liðugur við hesa
nótabókina, sum verður í fleiri bindum, komi
eg at senda eitt ella tvey eintøk til hvørja samkomu.
-
Eg fari ætlandi at endurskoða
bíbliuumseting Victor Danielsens, men tað verður neyvan
fyrr enn eg eri liðugur við nótabókina til S.G.F.
- Ein slík endurskoðan kemur sum vituligt er at taka
nøkur ár, so tað koma væntandi at ganga
nógv ár enn, til ein endurskoða bíblia kemur
úr mínari hond - ikki tykkum at siga, eitt slíkt
arbeiði skal ikki fuskast ígjøgnum, men skal taka
tað tíð, sum tað krevur at gera eitt dygdarverk.
[... Viðmerking 2009: vegna
upphavsrætt, so verður tað neyvan nøkur
endurskoðan hjá mær av VD - um tað verður ein
nýggj umseting av MT, vil bara tíðin vísa - eg
veit tað ikki í løtuni - tað er eitt
stórarbeiði ...]
Hetta geri eg ikki:
-
Eg bróti ikki breyðið við samkomum, sum
skifta kalik Harrans um við snapsagløs.
-
Eg luttaki ikki á møtum, sum innihalda trummusett.
-
Eg havi ikki felagskap við klovnar og líknandi
sirkus í samkomuhøpi.
-
Eg vil vera afturhaldin við at tala har, sum fyriskipanir
bíbliunnar m.a. v.v. høvuðklæðinum
hjá kvinnuni vera vanvirdar.
Eg vil gera undantøk frá tí, sum eg
júst havi nevnt (1-4), um eg í hvørjum
einstøkum føri meti, at tað er rætt. Men hetta
verður so linjan, sum eg komi at halda.
[...Viðm. 2005: eg eri vorðin meiri pragmatiskur við
tíðini v.v. hvat ið eg kann ganga við til, men
mínar áskoðanir eru stórt sæð
óbroyttar...]
-
Kalikur og snapsagløs v.m.:
Minnismáltíð Harrans er ein
symbolsk handling, sum má vera hildin ítøkiliga,
um nøkur meining skal vera í henni - "í øllum,
á allan hátt, so sum Harrin hevur fyriskipa".
(2.Mós.25:40; 39:43; 1.Krøn.28:19)
- Ósúrga breyð stendur fyri reinleika, uttan
synd, nakað sum kann liggja opið framman fyri
ásjón Guds - vit kunnu hugsa um sýnisbreyðini
í gomlu paktini.
- Eitt breyð til mong tosar um einleikan og samfelagi, sum hini
mongu hava lut í. Um breyði verður skift um við
fleiri oblatir, ella brotið í smástykkir,
áðrenn tað verður handa samkomuni, so hvørvur
einleikin, og myndin er burtur. Einleikin er í likami Harrans,
og vit minnast at samkoman verður eisini kalla likam Harrans,
tað sigur okkum, at øll sum hava lut í samkomu Guds
hava lut í breyðinum, og vit hava ikki rætt at
sýta ódoyptum trúgvandi at koma til borð
Harrans - men vit hava sjálvsagt bæði rætt og
skyldu til at áminna tey um at lata seg doypa samsvarandi
boði Harrans.
Viðmerking: Sjálvandi
skulu
vit
sýta
fólki
samkomufelagskap,
harundir
luttøku
í
minnismáltíðini
í
samband
við
samkomutykt, men vit eiga ikki at leggja
dópsáskoðan (børn vs. vaksin) undir tykt -
hóast alt byrjaðu brøðurnir (Darby & co.)
við at doypa børn.
- Vit eiga ikki at yvirdríva myndamálið, men eiga
at
halda myndamálið til tað, sum Harrin Jesus
Sjálvur
segði, t.v.s. "einleikin
og
reinleikin".
- Tað er hitt óbrotna breyðið, sum talar til
okkara.
At vit taka av breyðinum merkir, at vit hava lut í hinum
eina heila breyðinum - likam Harrans Jesusar bleiv ikki broti,
í hvussu er ikki bókstaviliga, men í mesta lagi
skaldsliga ella í yvirførdum týdningi - einki bein
í Harranum Jesusi bleiv brotið, og vit eiga at varða
okkum
fyri at legga eitt myndamál inn í
minnismáltíð Harrans, sum Harrin ikki Sjálvur
hevur lagt har. Um tann ella teir sum handa samkomuni minnini
byrja við einum heilum breyði, og síðani
bróta hetta breyði sundur í munnbitar, sum eg havi
uppliva í einari baptistakirkju einaferð, so oyðileggja
hesir samkomutænararnir myndina, sum teir eru settir at umsita -
teir hava sjálvir felagskap við hinum eina heila
breyðinum, men samkoman fær molar at henta upp úr
einari kurv, og ikki eitt breyð at taka av.
- Víni symboliserar ella avmyndar blóð Harrans
Jesusar. Um víni verður skift um við t.d. saft, so kunnu
vit framvegis minnast Harran Jesus í bønum okkara, men
blóð Hansara er burtur úr "minnismáltíðini".
- Ein kalikur til mong - lærisveinarnir vóru 12, og
skulu vit telja Jesus við, so vóru teir 13 (tað er ikki
semja um, hvørt Judas Iskariot var við, ella hann var farin
avstað áðrenn). Jesus kundi ikki
minnast Seg Sjálvan, men lærisveinarnir kundu ikki hava
felagskap við Harran í máltíðini, um Hann
ikki luttók t.v.s. át Sjálvur. Um kalikurin
verður fyltur aftur aftan á t.d. 13 fólk, ella
samkoman brúkar tveir ella fleiri kalikar, má samkoman
meta um sjálv, vit vita ikki hvussu Jesus hevði gjørt
við t.d. 70 lærisveinum. Skal kalikurin kunna avmynda
samfelag, so mugu so nógv fólk drekka av honum, sum
tað tekur til at tøma ein kalik.
- Jesus kundi, um Hann annars vildi, skonkt lærisveinunum
hvør sín munnsmakk av víni í kalikin
hjá hvørjum sær - teir sótu við
hvør sínum kaliki, teir høvdu júst etið
nátturða saman - men Jesus gav øllum smakk av
Sínum kaliki, fyri at undirstrika, at tað var Hansara
kalikur, Hann var vertur, og ikki minst, teir høvdu samfelag
í og við hinum eina kalikinum.
- Um onkur meinar at fyriskipan Jesusar um at fleiri drekka av
einum kaliki er nakað óhýgieiniskt
svínarí, so kann hann bara lata vera at luttaka - hvat
ein slíkur hevði sagt til at sletta blóð rituelt,
uttan at vaska aftaná, kunnu vit so bara ímynda okkum.
- At A: avtaka eina fyriskipan sum
Gud t.v.s. Jesus hevur ásett, er frekleiki, og
B: síðan
innseta
sína
egnu
viðtøkur
ístaðin
fyri,
er
skamleyst,
men
um
ein
C: oman
á alt hetta roynir at billa Gudi inn, at ein heldur Hansara
fyriskipanir, táið ein hevur sett tær til viks fyri
sínar egnu, tað er ein tápulig avgudadýrkan,
og synd við vilja ímóti einum stórum
ljósi og betri vitan.
- Symbolski týdningurin av snapsagløsum er
drykkjuskapur, uttan mun til hvat er í hesum
snapsagløsunum. Eg síggji tað sum at hava lut
í borðið ilra anda, at menn innføra slík
symbol til minnismáltíð Harrans. (1.Kor.10:14-21)
- Kalikur Harrans er ímyndin av hinum nýggja
sáttmálanum (nýggju paktini/ nýggja
testamenti), og um kalikurin verður tikin burtur t.d. til frama
fyri snapsagløs, so siga vit okkum leys av hesum
sáttmála, við tað at vit kunnu hvørki
minna Harran ella okkum sjálvi á henda
sáttmálan á ein symbolskan hátt, aftan
á at vit hava tikið hesa myndina burtur.
- At minnismáltíð Harrans verður kalla "hin
heilaga kvøldmáltíðin" (nadver merkir
nátturði), tað er ein hevd, sum er líka ring at
sleppa av við sum feilnevni "dópur Andans" um "fylling
Andans", men eg vil heita á brøður um varsemi við
at kalla hesa minnismáltíð fyri
"kvøldmáltíð". Fyri tað fyrsta, so
verður hetta hildið um morgunin, mær vitandi, í
øllum samkomunum í Føroyum. Fyri tað
næsta, so sigur bíblian týðiliga tvær
ferðir, at Harrin Jesus innsetti hetta rituali aftan á
kvøldmáltíðina,
hóast
Paulus
nevnir
hetta
sum
kvøldmáltíð
Harrans eina ferð. Harrin
Jesus át fyrst nátturða við lærisveinunum,
og breyt síðan breyði við teimum aftan á, og
tað er ymiskt sum týðir á at fornsamkoman
viðhvørt hevði felagsnátturða
áðrenn minnismáltíðina - vit lesa t.d. at
summi sótu drukkin, og onnur sótu svong - tey brutu
sostatt breyði í samband við t.v.s. aftan á
kvøldmáltíðina, men breyðbrótingin,
sum so, var ikki kvøldmáltíðin. (1.Kor.11)
[... Viðmerking 2009:
Hetta var tað, sum eg skrivaði, og tað var hvast, men eg
fari ikki at pynta upp á tað - eg havi ikki broytt hugsan,
hóast eg talaði fyri deyvum oyrum - sannleikin er tað,
ið hann er - uttan mun til hvussu ið fólk fyrihalda seg
til hann ...]
Hoc est corpus
filii? (hokus pokus filiokus)
Ein ræðulig falslæra, sum
brøðurnir søgdu frá sær, táið
nakrir av teimum fóru út, og hinir vóru
útblakaðir úr luthersku kirkjuni hjá danska
hersetingarvaldinum, er hin kaldeisk/katólska læran um, at
vit bókstaviliga eta Jesu likam og drekka Jesu blóð
til breyðbrótingina. Mær vitandi er eingin í
samkomum okkara í dag sum trýr hesi læru um "Jesu
sande legeme", men lat meg, eftir sum eg umrøði breyði
og víni, nevna nakrar grundir til at hetta ikki kann takast
bókstaviligt. Tað eru ivaleyst aðrar grundir eisini, men
hesar eru tær, sum eg kann koma í tankar um í
løtuni:
- Fyrst vil eg siga, at læran um at gera seg til eitt við
gudin við at eta hann, er eldri enn tann katólska
læran í (navn) kristnum líki. Hetta stavar, sum
stórt sæð øll katólska læran
frá heiðinskapinum úr Bábelon/Kaldea, sum
hevði sín uppruna í Nimrod og Semiramis. Alexander
Hislop hevur skriva eina framúrskarandi bók um hetta,
nevnd The Two Babylons - Richard Schwartson kann skaffa hesa
bókina í bókahandli sínum Logos, sum er
í kjallarinum hjá Osvald Kjærbo.
Samanlagt eru í kristindóminum 4
ymiskir háttir at skilja Jesu orð:
"Hetta er likam Mítt?" (1.Kor.11:24)
- Vit hava tað katólsku uppfatanina, sum er
bókstavilig.
- Vit hava tað protestantisku uppfatanina, sum sigur, at talan
er um myndatalu, t.v.s. ein symbolsk fatan - menn eru ósamdir
um, hvat Zwingli í veruleikanum trúði og lærdi,
men hann hevur so lagt navn til hesa áskoðanina.
- Martin Luther royndi at taka eina millumloysn millum
pávakirkjuna og Zwingli, ein millumloysn, sum í
veruleikanum bert er uppaftur meiri fløkjaslig enn tann
katólska læran. Sambært hesi læruni hjá
Luther, sum lutheranarir í dag stórt sæð allir
trúgva, tó at ymist týðir uppá at
Melanchthon gekk frá hesum aftur, so skulu Kristi orð takast
bæði symbolsk og bókstavilig samstundis.
- Jean Calvin, sum ikki júst er kendur fyri at vera
diplomatur, royndi seg, so løgi tað ljóðar,
við einari millumloysn millum millumloysnina hjá Luther og
symbolsku fatanina hjá Zwingli. Eg meti sjálvur, at
Calvin var ein stórur tonkjari og gudsmaður, og eitt hitt
størsta ljósi í kristnu søguni, hvat
bíbliuútlegging viðvíkur, men hansara fatan av
orðunum, "hetta
er likam Mítt" er
so
fløkjaslig,
at
eg
skilji
hana
ikki,
og
eg
loyvi
mær at
ivast stórliga í um Calvin skilti sína
útlegging sjálvur. Í hvussu er, teir
frægastu luthersku og calvinsku
bíbliuútleggjararnir eru gingnir burtur frá Luther
og Calvin í hesum máli, og eru blivnir meiri ella minni
samdir við Zwingli í, at orðini skulu takast symbolsk
ella myndaliga, saman við Kristi andaligu nærveru - hetta
hava brøðrasamkomurnar eisini lært alla
tíðina, og hetta er tann einasta skilagóða
uppfatanin av útsøgnini "hetta
er
likam
Mítt", og tann einasta, sum samsvarar við
orð Guds.
- Um orð Harrans Jesusar við innsetanina av
minnismáltíðini øll skulu takast
bókstaviliga, so skulu vit ikki bara drekka av kalikinum, men
eisini drekka kalikin sjálvan. Vit kunnu tó ikki drekka
ein kalik, uttan hann verður upploystur í okkurt
flótandi fyrst, men tá er hann ikki ein kalikur longur -
vit kunnu sjálvandi royna at eta kalikin, um vit hava
háls og maga til tess, men Harrin Jesus segði ikki eta men
drekka kalikin. (1.Kor.11:26)
- Harrin segði eisini, at kalikurin ikki bara
symboliseraði, men var hin nýggji sáttmálin
í blóði Hansara, "hesin
kalikur er hin nýggji
sáttmálin". Kalikurin
sum
Harrin
Jesus
brúkti
er
ikki
til
longur,
merkir
tað
so,
at sáttmálin er heldur ikki til longur? (1Kor.11:25)
- Harrin Jesus segði "gerið hetta til minnis um Meg".
Nú fara vit ein filosofiskan keitúr: Hetta kundu teir
bara gera tað einu ferðina. Næstu ferð kundu teir
gera okkurt líknandi á sama hátt, men teir kundu
ongantíð endurtakað og gera hetta.
(1.Kor.11:25)
- Harrin Gud gav Adami grønsakir at eta, og Hann gav
Nóa djórakjøt at eta, men legði honum eina
við ikki at eta/drekka djórablóð. At Harrin
skuldi loyvt og enntá eggja til kannibalismu, at menniskjalikami
av Soni Hansara skuldi verði etið og blóð Hansara
drukkið
alment í hvørjari bíbliutrúgvari samkomu
einaferð um vikuna, er ein so viðurstyggiligur og blasfemiskur
tanki, sum stríður ímóti øllum
tí sum bíblian lærir, at hetta nýtist ikki
at afturvísast - tað er ríkiligt, at trúgvandi
fólk gjøgnumhugsa hetta ræðuliga
mannaáti av elskaða Harra og Frelsara okkara, og tær
avleiðingar, sum tað hevur, ikki minst fyri tign Hansara, at
verða tugdur soleiðis sum hundarnir ótu Jesabel - " Men skilir onkur
tað ikki, so kann hann lata vera!"
- Læran um Kristi tvær náttúrur, sum
(náttúrur) merkir á latíni og á
enskum, Kristi tvinni sløg av eginleikum, menniskjaligt og
Guddómligt, henda læran merkir, sum eisini bleiv
viðtikið á kirkjufundinum í Chalsedon í
A.D. 451, at Kristi menniskjaligu og Kristi Guddómligu
eginleikar høvdu einki við hvørjar aðrar at gera,
annað enn tað at teir vóru báðir
tilstaðar í sama persóni, GudMenniskjanum Jesusi
Kristi. Hetta trúgva bæði katolikkar og lutheranarir,
siga teir, men um Jesu likam skal kunna vera etið fleiristaðni
í senn, so má Jesu menniskjalikam hava lut í
tí Guddómliga eginleikanum at vera allastaðni
ísenn, og so hongur læran um Kristi tvær
náttúrur (eginleikar) ikki saman longur logiskt
sæð, og so má kirkjufundurin í Chalsedon
í 451, sum katolikkarnir og lutheranararnir siga seg at taka
undir við, annulerast, og vit vit hava sama kaosi aftur í
læruni, sum tað, ið ráddi í fornkirkjuni
í ár 300, t.v.s. áðrenn kirkjufundin
hjá Konstantin Stóra í Nicæa ár 325,
v.ø.o., alt flýtur.
- Áðrenn ella aftan á uppreisnina, tað er
tann stóri spurningurin í samband við mannaáti
av Jesu likami og blóði. Hvat tí fyrstu
breyðbrótingini hjá lærisveinunum
viðvíkur, er ongin ivi: tað var Jesu forgeingiliga likam
áðrenn deyða og uppreisn Hansara. (Jesus kundi ikki hava
eitt óforgeingiligt dýrdarlikam áðrenn
deyða Sín, tí annars kundi Hann ikki doyggja, og so
kundi Hann heldur ikki verða frumgróðurin í
uppreisn Síni). Hetta gevur, sum so, ongar trupuleikar við
likami Jesusar, frárokna, at Hann eftir allari
sannsýnligheit át Seg Sjálvan saman við
lærisveinunum, men viðvíkjandi blóði
Harrans Jesusar gevur hetta okkum tað margháttliga
fyribrygdi, at lærisveinarnir útheltu blóð
Harrans (og drukku tað), áðrenn tað bleiv
úthelt á krossinum.
- Aftan á deyða og uppreisn Jesusar hava vit ein
nýggjan trupuleika: eta og drekka vit likam og blóð
Jesusar, sum tað er/var áðrenn ella aftaná
uppreisnina?
- Um vit eta og drekka Jesu likam og blóð
áðrenn uppreisnina, so hava vit tann trupuleika, at likami
er ikki til longur sum forgeingiligt likam, men bert sum
óforgeingiligt uppreisnar og dýrdarlikam. Við
blóðinum er enn verri: vit noyðast inn í
halgidómin eftir tí, og koma vit samstundis at gera
tað óbótagerð, at annulera t.v.s. gera til einkis
bótargerð og harvið sáttargerð Kristusar,
við tað at vit fara av stað við blóði
Kristusar. Jesu blóð verður rokna sum ein eind, so um
Jesus hevði lati ein hálvan litur av blóði til
breyðbrótingina, ein hálvan litur til
bótargerðina, og síðan havt restina
Sjálvur, so var eingin bótargerð, og harvið einki
at minnast. Vit fáa tað margháttliga fyribrygdi her,
at vit minnast nakað sum vit gera til einkis við tilfarinum til
minnismáltíðina, og hava tískil einki at
minnast. (Heb.9:12)
- Um vit eta og drekka Jesu likam og blóð aftan á
uppreisnina, so hava vit tveir trupuleikar: Uppreisnarlikami bestendur
av holdi og beini, men eftir allari sannsýnligheit ikki av
blóði, og hetta holdi, sum likami bestendur av, er
óforgeingiligt, og kann sostætt ikki sodnast ella
fordøjast, og verður tískil rættiliga
torført at eta, í hvussu er, um ein skal eta tað
einaferð um vikuna í eitt langt lív. (Luk.24:39)
- Himmalin skal hýsa Kristusi millum himmalferð Hansara
og seinru komu Hansara, afturkomu Kristusar eftir Sínum - hetta
útilokar, at Kristus kann koma niður á
jørðina likamliga, til at vera etin eina ferð um vikuna.
Lat meg enda hesa gjøgnumgongd við at
siga, at minnismáltíð Harrans hevur verið hildin
røtt í flestu brøðrasamkomum í
Føroyum frá W.G. Sloan og til okkara dagar, og vit hava
ongan tørv á at broyta nakað í so máta
- at óandalig fólk ikki orka tann
álvarsdám, tað kvirru, tað hátign og ikki
minst tann heilagleika, sum hevur eykent hetta møti fram um
onnur, tað vísir bara, at vit eru á rættari
leið, og at Harrin hevur unt okkum nærveru Sína
á ein hátt sum tíanverri er ókendur manga
aðrastaðni.
♪ Ljóðføri á møtunum
♪♪♪_ _ _ ♪♪♪ !
- Eg haldi, at tað er rætt og gott og hóskandi
fyri morgunmøti sunnumorgun, um vit kunnu klára okkum
uttan ljóðføri, tað hóskar best til eina
slíka hátignarløtu.
- Men vit eiga ikki at vera lógartrælir í so
máta. Eg spældi sjálvur orgul til hvørt
morgunmøti á Sandi, táið eg gekk har - vit
vóru so fáment á møtunum, at sangurin
hevði bókstaviliga steðga upp, um einki orgul leiddi
sangin.
- Til bønar og uppbyggingarmøti og onnur
samkomumøti, haldi eg tað vera nokk við orgli til flestu
felagssangir - einstakir hóska tó betur til klaver, so
best er um spælarin kann skifta ímillum orgul og klaver,
um samkoman eigur bæði.
- Lat meg tó siga, at eg kann liva við øllum
vanligum musikk instrumentum - eisini guitar - um tað verður
spælt hóvliga og sømiliga á hesi instrument.
- Men eg seti markið við trummur ! ♥ ♥ ♥
- Sjálvur eri eg ikki heilt ómusikalskur, eg kenni
líka nógv til tónleik og
ljóðføri sum tey flestu, og eg veit, hvat ið ein
og hvør tónleikari veit, hvørt hann viðgongur
tað ella ikki, at trummur skapa ein lættsindigan og svingandi
stemning, sum ikki er sambæriligur við tann
álvarsdám, kvirru og hátign, sum eyðkennir
nærveru Harrans. Hetta er sjálvandi grundin til, at
tað náttúrliga (gr: tað sálarliga)
menniskja vil hava trummur á møtunum, fyri at reka
Heilaga Andan og harvið frið Harrans út av
møtunum, tí hitt náttúrliga menniskja orkar
ikki tað álvarsemi og tað andaliga umhvørvi, sum
fylgir við friðinum í húsi Harrans, um kvirra
fellir yvir samkomuna - tað orkar ikki sínar egnu tankar og
samvitsku, og má tí hava óljóð rundan
um seg - "hini
Gudleysu hava ongan frið", sum skriva stendur. Samkomurnar
gera sum leiðarar teirra vilja ella loyva, men eg geri ikki
tænastu saman við monnum, ið fáa umhvørvi
í samkomuhúsinum at líkjast tí, sum er
í einum dansihøli.
- Viðmerking: Eg
eri
ikki
ímóti
at
brúka
trummir
til
tónleikaupptøkur,
konsertir
og
veitslir,
og til
verðslig tiltøk annars. Men, sum tit skilja á lagnum,
so eri eg hart ímóti, at trummur vera brúktar
saman við prædiku Orðsins. (Es.48:22; 57:21)
- Mær tykir tað vera at vanhalga orð Guds, og at "misbrúka navn
Harrans Guds okkara", at framføra og lurta eftir villum
rocktónleiki við "gudiligum" teksti. (5.Mós.5:11)
-
Sirkusumhvørvi í samkomuni:
"...heilagleiki sømir húsi
Tínum,
HARRI..."
(Sálm.93:5)
Prinsipielt eri eg ikki
ímóti, at
vit trúgvandi av og á fara í tivoli, sirkus e.l.
við børnum okkara, tó eiga vit [at royna um
møguligt] at halda teimum burtur
frá gandakallum [t.v.s. ikki aktivt at fara við
lítlum børnum til gandakallar, áðrenn tey eru
nóg stór til at skilja hvat ið er veruligt av hesum
gyklinum] - teir ektaðu gandakallarnir eru í
tænastu djevilsins, hóast teir praktisera sokallaðan
hvítan gand, og teir óektaðu gandakallarnir geva seg
út fyri at vera nakað sum teir ikki eru, og gera
soleiðis tænastu fyri faðir lygnarinnar. Grundin til, at
eg ikki góðtakið sirkus og annað undirhald í
samkomuni er, umframt at tað styggir Gud og Anda Hansara burtur og
er óverdigt fyri børn Guds, at tað er av
alrastørsta týdningi, at vit læra børn
okkara, og tey sum koma saman við teimum í
sunnudagsskúla og á møti, at tað er ein
himmalvíður munur millum verðsligan stuttleika og
gudiligt álvarsemi. Vit eiga at læra børnini -
ongantíð ov tíðliga - hvat ið er heilagt og
hoyrir Gudi til, og hvat ið er verðsligt og hesin
núverandi óndi heimur styttir sær stundir og
stuttleikar sær við - serliga týdningarmikið er
tað at læra børnini munin í millum hesi
bæði, táið vit við sorg í hjartanum
kunnu konstantera, at nógvir av teimum religiøsu
leiðarunum okkara millum ikki kenna munin. (3.Mós.10:10)
"Tey...ofraðu brennioffur og
bóru fram
takkoffur;
síðani setti fólkið seg niður at eta
og drekka
og reistist so og fór at spæla."
(2.Mós.32:6)
-
Fyriskipanir v.v. klæðum o.ø. á
møtunum:
- Bíblian roynir, eins væl í gomlu pagtini og
í tí nýggju, at halda ein høgan standard
hjá tempultænarunum. Hetta ynski eg eisini fyri tey
møti har, ið eg skal takað lut. Um eg leggi til merkis
t.d. at kvinnur, sum liva í siðloysi, standa á
talarastólinum og leiða felagssangin, so ynski eg ikki at
hava meiri við tað møti at gera, enn at sita sum
kritiskur eygleiðari (og fyribiðari). Hetta er sjálvandi
eisini galdandi fyri mannligar samkomutænarar, og sum
rímiligt er, bert fyri syndir sum samkomuleiðslan veit av,
men ikki vil gera nakað við.
- Eg meti at treytirnar til samkomutænarar eru galdandi fyri
tónleikarar og sangarar í samkomuni eisini - eg rokni
tað sum samkomutænastu. Eg meini ikki at samkomuleiðslan
eigur at loyva kvinnum og monnum, sum syngja og spæla til dans at
leiða sangin í samkomuni ella at "upptraðka" í
samkomuni við sangi og tónleiki. "Harrin legði
í munn okkara nýggjan song, lovsong til Gud okkara",
og tað er eitt villeiðandi signal at senda hesum heimi, sum
vit eru frelst frá, at vit framvegis syngja við uppá
teirra gudloysi. (Sálm.40:4)
- Tað má ikki koma fyri - heldur ikki á
ungdómsmøtum, at kvinnur standa talarastólinum
ella á pallinum frammanfyri samkomuna, ílætnar sum
skøkjur, og í sálarligari ekstasu syngja seg til
eina "verbala orgasmu". Hetta er ikki vanligt hjá okkum enn, men
er púra vanligt aðrastaðni, og alt fráfall
fløðir inn yvir okkum við tíðini, um vit ikki
byrgja fyri.
- Hin kristna samkoman er ikki bundin av bókstaviligari
tulking av móselógini sum kultiskum lógar-codexi,
men andin í móselógini vísir okkum Guds
vilja í tí, sum har er umrøtt, og har læra
vit m.a., at mannfólk skulu ikki ganga í
konufólkaklæðum, og konufólk skulu ikki ganga
í mannfólkaklæðum. Eisini læra vit at
einleiki skal vera í klædnabúnanum, hann skal
hóska saman. Hetta er galdandi yvirhøvur, og serstakliga
í húsi Harrans. (5.Mós.22:5 og 11)
- Trúgvandi fólk eiga at vera hóvlig
viðvíkjandi smykkum t.v.s. áhongdum gullstási
og líknandi - serliga í húsi Harrans. At kvinnur
hava okkurt lítið pynt t.d. ein sámuligan ring o.l.
í oyrunum, tað er neyvan til ástoyt fyri nakran, men
at kvinnur og menn hava sokallaðar piersingar t.v.s. ringar og
líknandi í pannuni, í nøsini, í
nalvanum o.s.fr., tað eigur ikki at vera tolt í húsi
Harrans, og eiga slík at vera burturvíst frá
borði Harrans. (1.Pæt.3:3; 3.Mós.19:28; 21:5;
Es.3:16-24)
- Eg haldi, at ein krossur um hálsin er eitt heiði
symbol (Kaldeiska T fyri Tammus), sum katolikkarnir kunnu eiga í
frið fyri okkum kristnu.
- Orð Guds lærir, at kvinnur eiga at hava langt
hár, og menn stutt hár. (1.Kor.11:14-15)
-
Høvuðklæðið hjá kvinnuni:
(1.Kor.11:1-17a)
- At kvinnan skal hava á høvdinum, tað letur
orð Guds ongan iva vera um, og tað er bara uppreistrarlyndi og
vantrúgv hjá tí holdliga menniskjanum, sum kann
ivast um tað. Tað sum tíanverri ikki kemur nóg
greitt fram, er nær hvar og hvussu kvinnan skal hava á
høvdinum - hevði tað verði galdandi yvirhøvur
úti millum fólk (sambært argumentinum um, at
kvinnan skal altíð vera í bønaranda), so kundu
menn ongantíð nýtt hatt, húgvu ella
líknandi.
Fylgjandi kann tó sigast við vissu:
- Kvinnan kann sagtans hava okkurt vakurt á høvdinum,
tað eigur enntá at hóska saman við
klædnabúna hennara, men endamáli við
høvuðklæðinum er ikki at pynta seg, men at fjala
hárið.
- Gud hevur ikki sagt júst hvat klædnaplagg, ið
kvinnan skal hava á høvdinum, so kvinnan avgerð
sjálv um hon nýtir slør, hatt, húgvu ella
turriklæði - eitt breitt pannuband kann eisini
nýtast, treyta av, at tað fjalir meginpartin av
hárinum.
- Kvinnur sum bróta breyði við
minnismáltíð Harrans eiga at hava á
høvdinum - tað er í hesum sambandi, at Paulus skrivar
hesa meginreglu, sí restina av 1.Kor.11 t.v.s. vers 17 og kap.
út.
- Kvinnur sum gera verbala samkomutænastu á
møtunum, eiga at hava á høvdinum. Paulus nevnir
kvinnur sum biða ella profetera, sum bæði eru verbalt,
t.v.s. at kvinnan letur rødd sína ljóða
í samband við samkomufund. Um kvinnur syngja ein sang solo,
ella syngja í samkomukóri, so koma tær undir hetta
sama, og somuleiðis tær kvinnur sum leiða felagssangin
ella t.d. tala ella hava vitnisburð á einum evangeliskum
fundi.
Viðmerking: Hvat
ið
kvinnur
skulu
gera,
ella
ikki
gera
á
einum
samkomufundi,
tann
spurningin umrøði eg als ikki her - tað kann eg
kanska gera eina aðruferð - her umrøði eg bara,
nær tær skulu hava á høvdinum.
- Eg meti, at trúgvandi kvinnur sum heild eiga at hava
á høvdinum á samkomufundum, og eg vil
staðiliga heita á tær um tað, men eg seti ikki sum
krav fyri at prædika orð Guds fyri kvinnum, at tær hava
á høvdinum, táið tær koma at lurta eftir
orðið Guds.
- Eg krevji tó, at kvinnur sum bróta breyðið
til minnismáltíð Harrans hava á
høvdinum, og at kvinnur sum gera verbala samkomutænastu
(og spæla á ljóðføri) á
øðrum møtum, at tær hava á
høvdinum. Hetta merkir m.a., at eg vanliga ikki fari upp
á ein talarastól, um eitt kór situr aftanfyri
talaran, og kvinnurnar í kórinum ikki hava á
høvdinum. Men sum áður sagt, eg vil royna at vera
rímiligur og høviskt smidligur, og tískil gera
hendinga undantøk, um eg í hvørjum
einstøkum føri meti tað at vera rætt.
[... Viðm. 2005: eg eri vorðin meiri pragmatiskur
við tíðini v.v. hvat ið eg kann ganga við
til, men mínar áskoðanir eru stórt
sæð óbroyttar ...]
- Eg vænti ikki at nógvir
brøður eru samdir við mær í øllum
mínum sjónarmiðum, men eg vil heita á
hvønn einstakan, sum hevur oyru at hoyra við, hvat ið
Andin sigur við samkomurnar, um at fylgja mær eftir so langt,
sum tit kunnu. Um úrsliti verður, at
brøðrasamkoman í Føroyum klovnar í ein
konservativan og ein liberalan rætning - hvat ið eg tó
avgjørt ikki ynski, so er tað ikki nakað tap fyri okkum,
men ein stórur vinningur, um tað ikki kann verða
øðrvísi. Við tí gongd, sum hevur verið
síðan Victor og Andrew løgdu árarnar inn, so
verða allar samkomurnar liberalar í tí
ættarliðinum sum nú eru børn í
samkomunum. Tað sita framvegis trúgvandi og
gudsóttandi menn sum verjar í nógvum av samkomum
okkara, men tíðin er stutt, bæði hjá tykkum
og samkomunum at venda gongdini, tí nógvir av teimum
upprættu armunum hokna sum hjá Mósesi á
sinni. Vit kunnu ikki steðga fráfallinum frá hini
heilnæmu læruni, og vit kunnu bara í avmarkaðan
mun seinka tí, men vit kunnu halda okkum og húsi okkara
frá tí, og bjarga í hvussu er nøkrum av
samkomum okkara.
Latið okkum taka
Svørð Andans í hond og skera niður tey segl, sum
alskins lærdómsvindar hava havt at spæla sær
við síðsta ættarliði.
Latið okkum so setast við
árar, og rógva aftur á tey gomlu miðini
hjá forfedrum okkara, sum høvdu virðing fyri og trúðu á orð Guds
í staðin fyri at kjakast um tulkingarhættir.
Og latið okkum so ankra í
Klettin Kristus.
Eftirskrift:
- Eg kenni meg at hava bæði rætt og
skyldu at senda samkomunum rundskriv sum t.d. hirðabrøv um
alt viðkomandi, skuldi eg mett at tørvur var á
tí.
- Eg vil prædika alt ráð Guds
í tann mun, ið eg eri førur fyri tí,
allastaðni, har eg finni eina samkomu, sum óttast Gud og
fyriskipanir Hansara, men eg eri ikki við til at halda Gud fyri
spott í Hansara egna húsi, við at vanvirða
fyriskipanir Hansara og burturforklára orð Hansara.
"Verðið eftirfylgjarar mínir, eins og eg fylgi
Kristusi eftir!" 1.Kor.11:1
Samverkamaður tykkara í Orðsins tænastu,
Óli Nicodemussen
Viðargøta 48 FO-160 Argir, tlf: 310615 / 210615
EFTIRSKRIFT 2009: Hatta var so Rundskrivið
frá 2003, sum eg framvegis meti at vera tað
týdningarmiklasta skrivið í
samkomusøguni
hjá føroysku brøðrasamkomuni higartil
tí, at
tað ger upp við vanahugsan og noyðir menn at taka
støðu - at støðan so bleiv at boycotta meg,
tað má eg so bara liva við - tað var so hóast
alt ein avgerð, um hon so (sum eg haldi) var skeiv.
Eg royndi at orða skrivið so diplomatiskt,
sum eg kundi, um eg kortini skuldi kunna siga tað, sum eg
ætlaði - men tað er eitt og annað, sum eg hevði
havt orðað "mildari", um eg skuldi skriva tað í dag
-
tó so at frároknað læruni um "gap"
teoriðina í 1.Mós.1, so havi eg ikki skift hugsan um
grundleggjandi teologisk viðurskifti - ikki tí,
gap-teoriðin var ikki grundleggandi (og eg var longu farin at ivast
í 2003, sum eg haldi gongur fram av tekstinum).
LAT MEG TÓ STAÐFESTA NÚ: