Tóku reformatorarnir Luther, Calvin og Zwingli yvirhøvur undir við skrivi- og talifrælsi, og um so er, undir hvørjum avmarkingum?
Ber tað til at hava trúðarfrælsi, uttan at loyva fólki at trúgva "skeivt", og at hava skrivi- og talifrælsi, uttan at loyva fólki at skriva og tala "skeivt"?
Søguuppgávan hjá Óla Nicodemussen
á
Føroya
Studentaskúla og HF-skeiði
27. apríl 2009
Lærari
er Gunnar Isfeldt
Karakterur 9 (9-10)
UMMÆLI: Áhugavert
og grundigt, men ov fáar og ikki nøktandi keldur -
serliga brúkt Wikipedia ov nógv.
Tóku reformatorarnir yvirhøvur undir við skrivi- og talifrælsi og trúðarfrælsi, og um so er, undir hvørjum avmarkingum?
Ber tað til at hava trúðarfrælsi, uttan at loyva fólki at trúgva "skeivt", og at hava skrivi- og talifrælsi, uttan at loyva fólki at skriva og tala "skeivt"?
Uppgávan viðger tvinnar spurningar v.v. reformatorunum og hvussu teir fyrihildu seg til øðrvísi hugsandi protestantar, og at enda verður tikið saman um. Spurningar eru:
Hvussu blivu protestantar, sum vóru ósamdir við Luther, Calvin og Zwingli behandlaðir av teimum - t.d. anababtistar?
Hvønn leiklut hevði Calvin í at Servetus varð brendur á báli fyri gudsspottan?
Endamálið við hesi søguuppgávuni er at lýsa trupulleikan v.v. skrivi-og talifrælsinum og andsfrælsinum annars í trúbótartíðini hjá Luther, Calvin o.ø. Havandi í huga, at Luther, Calvin, Zwingli o.a. gjørdu uppreistur ímóti tí katólsku eindarmentanninni við hennara einsrættan av "tí røttu meiningini", og serstakliga "tí røttu meiningini um Gud og gudsdýrkan", og havandi í huga, at tað eydnaðist teimum at fáa frælsi til at dýrka sín Gud á sín hátt sambært teirra samvitskum, so - hvussu skuldu teir fyrihalda seg til aðrar protestantar, sum protesteraðu í móti teirra "ljósi og sannleika" ?, og hvussu taklaðu teir menn við "avvíkjandi" meiningum?
Eftir at hava skrivað trupulleikaorðingina og endamálsorðingina, havi eg ikki nógv at leggja afturat, men vil endurgeva bróðurpartin av fororðinum hjá Thomas Paine til bók hansara frá 1794, The Age of Reason
"You will do me the justice to
remember, that I have always strenuously supported the Right of every
Man to his own opinion, however different that opinion might be to
mine. He who denies to another this right, makes a slave of himself
to his present opinion, because he precludes himself the right of
changing it." i
Reformatorarnir og býtisbørn teirra - Perma 1
Trupulleikaorðing: 2
Uppgávan - uppbygnaður: 2
Endamálsorðing 2
Fororð: 2
Innihaldsyvirlit 3
1. Reformatorarnir og teirra viðurskifti sum heild við býtisbørn teirra 4
Inngangur 4
Hvussu eru býtisbørn at skilja í samband við reformatiónina 4
Hvør var Zwingli 5
Hvør var Luther 5
Hvør var Calvin 6
Hvat vóru reformatorarnir samdir um 6
Hvørjar vóru ósemjurnar teirra millum 6
Hvørjar vóru ósemjurnar millum reformatorarnar og býtisbørn teirra 7
Nøkur dømið um konfrontatiónir millum reformatorarnar og býtisbørnini 7
Karlstadt stríðið uml. 1521-1524 7
Manz 8
2. Calvin og Servetus 8
Hvør var Servetus 8
Upptaktin til rættarmálið 9
Sjálvt rættarmálið og dómurin 9
Støðan hjá samtíðini til rættarmálið 10
Støðan hjá eftirtíðini til rættarmálið 10
Niðurstøða: 10
Kunnu vit takka reformatiónini fyri skrivi- og talifrælsi og hugsannar- og andsfrælsi annars? 10
Óbeinleiðis vil eg siga Ja. 10
Beinleiðis vil eg tó siga Nei. 11
Bókmentalisti og keldur: 12
Endanotir 13
Tá ið vit tosa um reformatorarnar sum bólk framyvir í hesi uppgávuni, so verður serliga hugsað um Luther, Calvin og Zwingli undir einum - eitt slag av eini reformatoriskari tríeind - hóast einki formelt samstarv var millum nakran av teimum. Luther og Zwingli hittust einaferð til ein kirkjufund, sum endaði í klandri, ii og Luther og Calvin hittust, mær vitandi ongantíð. Tað nærmasta, sum teir komu at samskifta var eitt bræv, sum Calvin sendi til Luther via Melanchton, men sum Melanchton kortini ikki gav Luther. iii
So tað er eitt sindur ullint fyribrigdi at umrøða hesar tríggjar reformatorarnar undir einum, men við tað at Luther, Calvin og Zwingli, og serliga teir báðir fyrstu vóru teir, sum framdu reformatiónina í Evropa - Luther gav katólsku kirkjuni banahøggið, og Calvin standardiseraði tað systematisku reformertu teologiina og setti ein kristiligt stýri í Geneve, og við tað, at Melanchton, Beza og Knox komu inn í eina reformatión, sum í praksis hevði kvett við Pávan, og Huss og Wycliff og Tyndale iv vóru so mikið áðrenn, at teir ikki upplivdu reformatiónina (hóast teir andaliga vóru "reformertir"), og ikki minst tí, at uppgávan má avmarkast til okkurt konkret, so vilja vit serliga hyggja eftur hesum trimum monnum, Luther, Calvin og Zwingli, og hvussu teir behandlaðu síni býtisbørn.
Býtisbørn er kanska ikki tað rætta orðið at brúka, men tað er neyvan nakað annað orð, sum hóskar rættiliga heldur. Við tað at refomatorarnir komu at virka sum “tann ónda stjúkmóðirin” hjá hesum monnum, so er hetta orðið kanska tað frægasta at brúka – teir eru eisini nevndir teir radikalu, progressivu, vinstravongurin hjá reformatiónini o.s.fr.
Stutt kann sigast um býtisbørnini, sum fyri størsta partin vóru evangeliskir bíbliutrúgvir ana-baptistar, at teir vóru tey kristnu, sum ikki góðtóku statskristindóm, og sum síðani kristindómurin bleiv statsreligión í rómverjaríkinum høvdu hildi seg uttanfyri tað katólsku kirkjuna. Hetta ger teir til protestantar langt áðrenn Luther og Zwingli byrjaðu at protestera, og vónaðu býtisbørnini og luteransku protestantarnir, at teir kundu gera felags søk. Men tað var ov langt í millum teirra til at teir kundu einast. Ella rættari sagt. Luther og Zwingli, sum høvdu sympatisera við býtisbørnini at byrja við, teir fluttu seg til høgru og endaðu nøkulunda mitt ímillum katólsku kirkjuna og býtisbørnini, og so langt kundu býtisbørnini ikki fylgja teimum – tískil kom eitt brot teirra millum uml. 1525 v
Huldrych (Ulrich) Zwingli (1 januar 1484 – 11 oktobur 1531) var tann óbestríddi leiðarin hjá reformatiónini í Sveis. Hann gjørdist prestur og var nógv ávirkaður af Erasmus frá Rotterdam, eisini las hann at kalla alt hjá Martin Luther. Hann bleiv líka nógv ein politiskur sum átrúnaðligur leiðari hjá teimum landspørtunum í Sveis, sum tóku undir við reformatiónini – nakrir landspartar vóru verðandi katólskir. Henda óheldiga samanblandingin gjørdist nærmast tragikomisk táið hann lat lív í bardaga sum oddamaður hjá fleiri prestum – sum uttan iva hildu seg “stríða hitt góða stríð trúarinnar”.
“In 1519, Zwingli became the pastor of the Grossmünster in Zürich where he began to preach ideas on reforming the Catholic Church. In his first public controversy in 1522, he attacked the custom of fasting during Lent. In his publications, he noted corruption in the ecclesiastical hierarchy, promoted clerical marriage, and attacked the use of images in places of worship. In 1525, Zwingli introduced a new communion liturgy to replace the mass. Zwingli also clashed with the radical wing of the Reformation, the Anabaptists, which resulted in their persecution”. vi
Martin Luther (10. novembur, 1483 - 18. februar 1546) var ein týskur kristin munkur, gudfrøðingur og reformator. Hann var tann bulldosarin sum javnaði reformatiónini vegin. Luther var ein – fyri tað tíðina – hent blanding av einum manni, sum var eitt flogvit í mangar mátar, og sum samstundis tangeraði til at vera svakur. Sum eisini gott er. Eingin rættsigtaður maður hevði lagt seg so opinlýst í stríð við eina pávakirkju, sum í praksis sat á stórum parti av politisku magtini í Evropa. Størsta bragdið hjá Luther var, at hann umsetti bíbliuna til týskt. Annars var Luther ikki nakar systematiskur teologur, hvat ið forklárar hví lutherska kirkjan líka síðani hevur havt trupulleikar við at orða eina systematiska teologi – ein og hvør reformertur teologur kann rista eina systematiska teologi út úr ermuni - Calvin hevur givið teimum tað í blóði, men tað er langt í millum ein lutherska prest og tann næsta, sum klárar hetta. Styrkin hjá Luther var, at hann dugdi at vísa á hvat, ið var skeivt í katólsku kirkjuni og læruni, men hann hevði ikki líka lætt við at koma við einum alternativi. vii
John Calvin (né Jean Cauvin; 10 juli 1509 – 27 mai 1564) var tann stóri systematikarin og ideologurin hjá reformatiónini. Grovt sagt kann mann siga, at Luther breyt niður hjá katólsku kirkjuni sum ein óræddur buldosari, meðan Calvin var arkitekturin aftanfyri at byggja uppaftur eina systematiska protestantiska teologi og kirkjustruktur. Calvin arbeiddi undir ómenniskjasligum trýsti – sum vitiligt er, so góðtók miðalhampamaðurin í Geneve ikki at vera tvungin til at liva “gudiliga ólastandi”, og var mótstøðan so stór, at Calvin reelt bleiv tveittur út úr býnum einaferð, ið “andstøðan” fekk valdi – hann bleiv tó biðin um at koma aftur seinri. Fyri at orka eitt slíkt trýst, so mátti maðurin vera harður sum stál fyri ikki at “fella saman” - at hetta hevur minka um evnir hansara at vera “følsamur” v.v. áskoðanum hjá øðrum, m.a. Servetus, er vituligt – uttan at hetta tó minkar um ábyrgd hansara av teimum avgerðum, sum hann tók. viii
Reformatorarnir vóru samdir um, at Katólska kirkjan ikki svaraði til tann kristindóm, sum Nýggja Testamenti setti fram. Fyrst og fremst var tað kirkjuliga hiarkiið ov stórt og korrupt, og serliga Pávin hoyrdi ikki heima har. Harnæst var kristna trúgvin skift út við yvirtrúgv og pátrúgv – fólki kendi ikki Guds Orð – og “góðir” gerningar fyltu ov nógv.
Bæði Luther og Zwingli sympatiseraðu – at byrja við – við tankanum um at kirkjan skuldi bara vera fyri trúgvandi fólk, ið sum tilkomin vóru doypt uppá teirra egnu játtan. Av politiskum grundum, so slógu teir seg seinri til tols við, at kirkjan og liturgi hennara hevði eitt skap, og teir máttu taka útgangsstøði í tí veruleikanum, sum teir livdu í – og so royna at hampa um kirkjuna sum frægast. Annars hevði Zwingli – og Calvin seinri – slept nógv av tí katólsku pátrúnni, sum Luther ongantíð slapp heilt av við. T.d. at ein prestur hevur (ganda-) makt til at endurføða eitt barn við einum dópsrituali, og at sami prestur kann broyta breyð og vín um til Kristi "sanna og veruliga" likam og blóð “ex opera operatum”.
Býtisbørnini vildu ikki reformera tað katólsku kirkjuna – tey vildu kassera hana, og lata hana liva sítt egna lív, uttan at gera henni ónáðir. Hinvegin ynsktu teir at byrja á sløttum við Nýggja Testamenti og tí kristnilæru, sum har verður boða. Hetta merkti í praksis, at barnadópur, prestastætt, altar (til breyðbrótingina), politisk íblandan í religiónina, og annað slíkt, sum er ókent í brøvum Paulusar og læru Jesusar, skuldi kasserast, og byrjast skuldi av nýggjum við eini sjálvbodnari gudsdýrkan, sum eingin skuldi noyðast uppí.
Andreas Rudolph Bodenstein von Karlstadt ix (1486 – desembur 24, 1541) var ein protestantiskur teologur, sum í nógvar mátar líktist Luther. Hann vaks upp í katólsku kirkjuni, og so at siga fylgdist við Luther í stríði hansara fyri reformatión – báðir blivu teir tveittir út út katólsku kirkjuni í 1521. Hvat skilti so mennirnar? Jú, Karlstadt fór longur enn Luther og avsagdi katólska messuofri (transsubstiantiónina – Jesu veruliga likam og breyð) og lærdi at breyði og víni vóru symbolir uppá ein andaligan veruleika. Luther kom ongantíð til eina endaliga avkláring og varveitti katólsku altargongdina í einari modereraðari útgávu. Karlstadt avsegði barnadópin og katólska prestaskapin, sum Luther bara broytti nakað. Karlstadt prædikaði á týskum (har vóru teir samdir), og hann avskaffaði skriftarmáli, sum annars datt burtur í luthersku kirkjuni eisini.
Karlstadt ynskti allar halgi-lutir og bíløt har pipari grør – har var hann rættiliga samdur við Calvin, og ikki minst skotska trúbótaran John Knox. Luther var meiri flógvur, men tað var tó eingin kardinalspurningur hjá Luther at varveita hesar “avgudarnar”.
Karlstadt varð at enda tveittur út út Saxen m.a. av Luthers ávum. Tað sum irriteraði Luther var, at Karlstadt fór longur út úr katólsku kirkjuni og læruni enn Luther sjálvur. Tað, sum hinvegin harmar meg v.v. støðu Luthers til Karlstadt er, at Karlstadt var ikki meiri víðgongdur enn so, enn at hann – eri eg sannførdur um – hevði gingi í stev bæði við Calvin og við býtisbørnini. Hevði Luther samst við Karlstadt, so høvdu helst hvørki Baptistar ella Calvinistar havt trupuleikar av at veri ein kirkja við lutheranarunum. x
Felix Manz (c. 1498 – januar 5, 1527) var ein av stovnarunum av tí fyrstu almennu fríkirkjuni í Sveis. Teir mennonittisku anabaptistarnir kunnu søguliga rokna seg hagani. Hann gjørdist “lærusveinur” hjá Zwingli í 1519 í og við, at Zwingli var leiðarin hjá protestantunum í Zürich. Longu í 1523 gjørdist hann troyttur av Zwingli, sum hevði lati seg “keypa fyri frið skild” at góðtaka barnadópin og statskirkjuna. 7 mars 1526 samtikti yvirvøldin “council” í Zürich at forbjóða gendoyparí, og at revsa hetta við deyðadómi í form av drukning – Zwingli, sum hevði hálsað um til “statskristindóm” og “kristnan” við barnadómi skal hava sagt “vilja teir fara undir (í dópinum), so lat teir fara undir” xi
Manz bleiv dømdur sum “gendoypari” og við samtykki Zwingli druknaður í Zürich ánni.
Grundirnar til, at hetta málið hevur havt serligan áhuga fyri eftirtíðina eru fleiri. Serliga er hetta, tí at maðurin ikki bara bleiv dripin, men brendur livandi av býnum, sum so mangur annar flýddi til undan Inkvisitiónini, og undan katólskari forfylging í Bretlandi – m.a. John Knox. Men eisini hevur hetta málið áhuga við tað, at tað hendir so seint í reformatiónini, at Luther er deyður, og Calvin hevur havt tíð til at gjøgnumhugsa hvussu hann skal takla slíkar spurningar - hetta er sostatt ikki ein byrjunnarfeilur hjá monnum, sum handla í panik, men ein væl gjøgnumhugsað avgerð hjá búnum monnum.
Michael Servetus (29 septembur 1511 – 27 oktobur 1553) var ein spanskur teologur, lækni og humanistur. At maðurin var protestant kann ikki vera nakar ivi um. Trupulleikin hjá honum var, at hann hugsaði so protestantiskt, at hann protesteraði líka nógv ímóti Calvin og reformertu teologiini sum hann gjørdi ímóti katolikkunum. Størsti trupuleikin var, at hann ikki trúði á tríeindina (Gud- Faðir, Sonur og Andi). Hevði hann so av illum orða sína skepsis á ein høviskan máta, so hevði Calvin kanska havt tol við honum. Men maðurin var arrogantur, og sendi Calvin t.d. eitt eintak av Calvins Institutes har, ið hann hevði rættað og yvirskrivað respektleyst sum ein lærari kann finna uppá at gera í einum stíli, sum hann ikki dámar – vit skulu minnast til, at Institutes var tann mest gjøgnumarbeidda og gjøgnumhugsaða Systematiska Teologiin í protestantiska littraturinum, og hon mátti væntast at verða viðfarin við eini rímiligari virðing – ikki minst táið hon var send aftur til rithøvundan.
Servetus livdi uppá lænta tíð. Katólska Inkvisitiónin hevði langt síðani havt grilla hann yvir einum opnum eldi, um teir bara høvdu fingið fatur í honum. Hann livdi nøkur ár sum lækni hvar, ið hann helt relativt láan profil, men hann kundi ikki halda sær, og útgav bøkur undir synonymi – Calvin kendi tó bæði stílin og handskriftina aftur, og bleiv brúktur sum vitni til at staðfesta hvat ið Servetus hevði skrivað. Aftan á brævaskifti teirra millum, har ið Calvin bað hann halda seg burtur frá Geneve, kom hann kortini til býin, og bleiv fastsettur. 13. august 1553 møtti Servetus upp til eina gudstænastu í Geneve har, ið Calvin talaði. Hann var júst flýggjaður úr einum fongsli í Wien har, ið hann mundi kenna brendaroyk í luftini. Ætlanin var at fara til Italia, men Geneve dróg, og fór hann tískil ein túr higar. Hann bleiv kendur aftur og settur fastur.
Servetus bleiv skuldsettur fyri at hava prædika ímóti barnadópi og fyri at hava avnoktað tríeindina. Servetus var funnin sekur, og dømdur at blíva brendur á báli. Tað er eingin ivi um, at Calvin samtikti í at avrætta Servetus. Calvin hevði hótt við, at stóð tað til hann, so fór Servetus ikki livandi úr aftur Geneve, um hann vágaði sær at koma har xii. Eina viku eftir at Servetus varð fongslaður skrivar Calvin í brævi til Farel “I hope that sentence of death will at least be passed on him; but I desired that the severity of the punishment be mitigated” xiii Annars heldur Verduin, at grundin til at Calvin ikki ynskti at brenna Servetus (hann bleiv niðurstemmaður), var ikki bara “mildleiki” hjá Calvin, men heldur tað, at “brenning” var katólsk praksis fyri brotsgerðir móti trúnni, men Calvin vildi fáa Servetus dømdan fyri brot á “lóg og landaskil” hjá tí “kristna” bíðinum Geneve – í samsvar við Codes of Justinian XVI, 5:40 “Heresy shall be construed to be an offence against the civil order.” xiv - Ja, (viðm. rith.) “hvad Gud har adskilt, har mennesket sammenføjet”, og tað so grundiga, at tað er ringt at skilja sundur aftur – serliga hjá slíkum, sum eins og Calvin eru uppvaksin við hesum.
“Ved budskabet om Michel Servets død gik der vel en bølge af harme og afsky gennem hele den protestantiske verden ? Nej, tværtimod! Man takkede Gud for, at verden var befriet for en sådan gudsbespotter, og mange protestantiske teologer – blandt dem også den milde Melanchton – priste i varme vendinger Calvin for denne indsats til den kristne tros gavn” xv Heilt góð mundi samvitskan hjá Calvin tó neyvan vera í og við, at hann kendi seg noyddan at skriva eina bók aftaná sum “rættvísgjørdi” at “yvirvøldin” kundi (skuldi?) avrætta menn fyri gudsspottan – argumenti hjá Calvin í hesi bók um, at Nebukadnesar hevði henda politikk er ikki serliga viðkomandi fyri tilhangararnar hjá Honum, sum beyð lærusveinum sínum at elska fíggjindar sínar. Annars er hetta eitt gamalt “trix” hjá katólsku kirkjuni at lata (noyða) yvirvøldina gera tað skitna arbeiði fyri seg, so at kirkjan ikki beinleiðis fekk blóð á hendurnar.
At “fríteinkjarar” í dag taka frástøðu frá Servetusmálinum og mátanum, sum Calvin og býráði í Geneve taklaði hetta málið, skuldi veri opinlýst og sjálvsagt. Harumframt, so hevur stórt sæð allur kristindómur – íroknað reformertu kirkjurnar hjá Calvin – tikið frástøðu frá, at religión skal “hjálpast” gjøgnum politiska íblandan – hetta sæst best í amerikansku stýrisskipaninni, sum var gjørd fyri stóran part av trúgvandi monnum, og sum roynir at geva Gudi og Cæsar hvør sítt. Í dag er rættiliga sjáldsamt, at kristin fólk taka undir við deyðadómi fyri gudsspottan. Flestu kristnu fólk í Evropa í dag eru grundleggjandi mótstandarar av deyðadómi, og tey, sum ynskja at blasfemi skal vera ólógligt, ynskja hetta mest fyri “symboleffektina” uttan at ynskja strangar revsingar.
Reformatiónin gjørdi upp við eindarmentaninna og meiningstyranniið hjá katólsku kirkjuni. Tann óbeinleiðis avleiðingin av reformatiónini var sostatt, at vanahugsan og blindt lýdni fyri andaligum leiðarum fekk ein slíkan framman á, at Evropa ongantíð er blivið tað sama aftaná. At hetta so førdi til at fríteinkjarar og aðrir meiri og minni gudloysingar og humanistar annars gjørdu enn meira upp við ikki bara katólsku kirkjuna, men tað kristnu kirkjuna og læruna - og Gud annars - var ein "síðugevinstur", sum reformatorarnir ikki høvdu fegnast um, men høvdu barst ímóti bæði við penni og svørði - um teir høvdu liva nóg leingi til at sæð. Fyri samanhangin, so siteri eg katolikkarnar:
“Freedom of opinion, as Gibbon remarks, "was the consequence rather than the design of the Reformation." ” xvi
Við støði í tí, sum eg havi skrivað higartil vil eg gera tað niðurstøðu, at reformatorarnir vóru ikki áhugaðir í, at ein og hvør kundi halda og meina tað, ið hann vildi - og skriva tað. Tað, sum reformatorarnir vildu var, at ein skeiv gudsdýrkan - tann katólska - skuldi (um neyðugt við valdi) skiftast út við eina rætta gudsdýrkan, sum var at skilja sum kristindómur soleiðis, sum teir skiltu hann at vera rættan.
Tankin um "Frihed for Loke såvel som for Thor!" xvii hjá Grundtvig stavar bestemt ikki frá Luther, men frá upplýsningstíðini, sum franska revolutiónin var eitt barn av.
Eisini, og ikki minst, so mugu
býtisbørnini hjá reformatiónini,
anabaptistar o.o. fáa sín
stóra part av æruni fyri tað andsfrælsi, sum
Evropa og
vesturheimurin annars - ikki minst USA - upplivdi í
kjalarvørrinum
av reformatiónini og upplýsningstíðini.
Tá ið restin av tí
kristna Norðevropa í reformatiónstíðini
var nøgt við eina
"forbetraða gudsdýrkan við størri frælsi",
tá hildu
býtisbørnini fast við rættin til at "hava
forkertar
meiningar" - t.v.s. at statsvaldið kundi meina og halda hvat,
ið tað vildi í trúðarspurningum, men teir
góðtóku ikki, at
statsvaldið hevði nakað avgerandi orð at siga í
trúðarspurningum.
Hesum tóku teir meiri ella minni trúgvandi
humanistarnir í upplýsningstíðin undir
við, og við tíðini -
ikki minst orsakað av fronsku kollveltingini og teimum reformum,
sum
onnur lond gjørdu fyri at sleppa undan eini líknandi
kollvelting,
so sigraði hin fríi tankin, og Gud og Keisarin fingu
hvør sítt.
Grimberg Carl: Verdens Historien bind 8. Politikens Forlag, København 1975
Verduin Leonard: The Reformers and Their Stepchildren. Wm. B. Eerdmans Publishing Co., Michigan 1964
WWW:
http://libertyonline.hypermall.com/Paine/AOR-Frame.html
http://www.newadvent.org/ Eitt katólskt leksikon
http://en.wikipedia.org/wiki/Felix_Manz
http://en.wikipedia.org/wiki/Huldrych_Zwingli
http://fo.wikipedia.org/wiki/Martin_Luther
http://en.wikipedia.org/wiki/John_Calvin
http://en.wikipedia.org/wiki/Andreas_Karlstadt
http://en.wikipedia.org/wiki/Michael_Servetus
http://en.wikipedia.org/wiki/William_Farel
http://en.wikipedia.org/wiki/William_Tyndale
Viðmerking
Ó.N.
til
Wikipedia:
Eg havi ongar áskoðanir og
niðurstøður bygt
bara
á Wikipedia, men Wikipedia hevur verið hent til at finna
dagfestingar og biografiskar detaljur v.v. teimum persónum og
støðum, sum eru umtalaði í hesum skrivi.
Mínar áskoðanir
byggja fyri stóran part á reformertar bøkur, sum
eg tó ikki havi
brúkt aktivt í samband við hesa ritgerð, og havi
eg tískil ikki
víst til aðrar bøkur enn tær, sum
beinleiðis verður víst til í
endanotunum.
iiÓsemjan var um breyðbrótingina – hvussu nógv var myndamál og hvussu nógv var bókstavilig tala í orðum Jesusar “Hetta er likam mítt”
iiihttp://books.google.com/books?id=3omNbf-lANYC&pg=PA123&lpg=PA123&dq=calvin%27s+letter+to+melanchthon&source=bl&ots=9dTBTG6Omw&sig=LG__WV0WQpu6L3qxBSnrSuARbbg#PPA123,M1
ivWilliam Tyndale (c. 1494 – 1536) var ein týdningarmikil maður fyri reformatiónina, men hann upplivdi sjálvur lítið av reformatión í Onglandi áðrenn Henry VIII avrættaði hann. Hansara ávirkan var eisini mest aftaná gjøgnum tað arbeiði, sum bíbliutýðing hansara gjørdi fyri trúbótina í Bretlandi – trúbótin í Onglandi hendi eisini meiri líðandi (aftur og fram alt eftir hvat av børnum Henri VIII sat við valdi), og spurningurin er, um Anglikanska kirkjan, sum slitnaði frá Róm av politiskum ávum – ikki av religiøsari sannføring – ikki er meiri katólsk enn protestantisk í praksis. Í besta lagi kann Anglikanska kirkjan sigast at liggja sum eitt ideologiskt millumting millum katólskan og protestantiskan kristindóm – men nóg breið og pragmatisk til at kunna húsa báðum pørtum.
vVerduin p.40 l.4-5
vihttp://en.wikipedia.org/wiki/Huldrych_Zwingli
viihttp://fo.wikipedia.org/wiki/Martin_Luther
viiihttp://en.wikipedia.org/wiki/John_Calvin
ixhttp://en.wikipedia.org/wiki/Andreas_Karlstadt
xSpurningurin bleiv seriøst diskuteraður eftir deyða Luthers v.v. at sláa allar tær protestantisku kirkjurnar saman, og Calvin var opin fyri hugskotinum, men tað bleiv av ongum – teir høvdu onga sjálvsøgda leiðslu, ongan Páva, og politiskt var yvirvøldin nokk mest huga fyri nationalkirkjum við kongi á odda – nú ið mann langt um leingi var sloppin av við eina útlendska leiðslu, ein útlendskan Páva. Fekk Karlstadt hinvegin sín vilja, so høvdu vit ikki havt politisktar nationalkirkjur, men ópolitiskar fríkirkjur, og so kundu tær sagtans samstarva um landamark sum sjálvstøðugar einkultkirkjur við einum leysum strukturi – nakað líknandi, sum tær reformertu kirkjurnar komu at gera í USA við “presbyteritansku” kirkjusynoduni.
xiVerduin p.217 niðast
xiihttp://en.wikipedia.org/wiki/Michael_Servetus#cite_note-15
xiiihttp://en.wikipedia.org/wiki/Michael_Servetus#cite_note-Calvin-23
xivVerduin p.52 niðast
xvGrimberg p. 509-510
xvihttp://www.newadvent.org/cathen/03195b.htm
xviihttp://www.kirkehojskolen.dk/kommentar.php?id=64
Óli
Nicodemussen - 08P
2009 - Søguuppgávan 1 HF - Reformatorarnir og
býtisbørn teirra
.