Støðisritgerð (føroyskt-uppgávan) hjá Óla Nicodemussen á HF í Hoydølum 2009 - lærari Kári Davidsen - karakterur 10
UMMÆLI: Áhugavert, men málið er nakað kubbut (stuttir setningar)

Er Skyldskapur millum átrúnaðir ?

 

Hava klassisku heimsátrúnaðirnir felags uppruna?

 

Hava átrúnaðirnir ávirkað hvønn annan?

 

Hava kristindómur og norrøna gudalæran lænt 
hugmyndir frá hvørjum øðrum?

 


"Eitt sinn Gjallarbrúgvin brotnar,
stólpi jarðarinnar rotnar -
menniskja, hvar finst tú tá? -
Nýggja jørð úr havi stíður,
ørnin yvir flýður -
sum hon sagdi, Vøluspá -

- - -

Yggdrasil hitt væna er tá følnað,
ørnin av Guds gestaboði bølna -
nadran gnagar røtur alla tíð.
Tá er tómur Urdar brunnur,
men eg sæ teg tyrnarunnur
lýsa oman ský."

 

Úr yrkingini 
Andróður á andvarpánni Ákeron 
eftir Óla Nicodemussen

 

Viðmerking høvundans:

Tey sjónarmið, sum koma til orðanna í hesum skrivi uttan aðrar ávísingar, mugu roknast at vera høvundas egnu. 
Undirritaði kennir seg á ongan hátt skyldugan til at rættvísgera øll sjónarmið síni við at vísa til onnur, sum hava líknandi sjónarmið.

Har, sum beinleiðis niðurstøður verða gjørdar, har vil eg tó sjálvsagt royna at grundgeva fyri hvussu hesar niðurstøður eru gjørdar, 
hvat tær stiðja seg til og, um eg veit onkra keldu, hvør annar, sum hevur líknandi áskoðanir.

Óli Nicodemussen

 

Innihaldsyvirlit

1. Er skyldskapur millum átrúnaðir ? 3

2. Hvat er átrúnaður, religión? 3

2.1. Líkskapur 3

2.1.1. Gilgamesj/Nóaflóð 3

2.1.2. Adam og Eva/ Ask og Embla 4

2.1.3. Lívsins træð/Yggdrasil 4

2.1.4. Slangan, ørnin o.s.fr. 4

2.2. Opinberingar Monoteisma - felags kelda 4

2.2.1. Jødadómur 4

2.2.2. Kristindómur 4

2.2.3. Islam 5

3. Polyteisma vs. monoteisma - ástøði 5

3.1. Trúgv á Frumgudin, Skaparan - frá einum til fleiri 5

3.1.1 Primitiv monoteisma 5

3.2. Frá Fleiri til ein - Hin sterkasti yvirlivur 5

3.3. Systimatisk teologi vs. fólkatrúgv 6

4. Norrønu og Griksk/romersku gudarnir og eldri gudar. 6

5. Samanbering (Hislop) 6

6. Nørrøna gudalæran og kristindómur 6

6.1. Hvat hendir táið mentanir og ástøðir m.a. átrúnaðir møtast. 6

6.1.1. Friðalig samvera? 6

6.1.2. Samanrenning? 7

6.1.3. Gongur tað ikki, so vinnur tann sterkasti. 7

6.2. Ávirkan frá kristindómi til norrønu gudalæruna 7

6.2.1. Heimdalur 7

6.3. Ávirkan frá norrønu gudalæruni o.a. á kristindómin 8

6.3.1. Helviti 8

6.4. Líkskapur annars millum kristindóm og annan átrúnað. 8

7. Undirheimurin í bíbliuni samanborin við aðrar átrúnaðir. 9

7.1. Abyssos - Avgrundin 9

7.2. Gehenna - hin seinast eldurin - Agni, Surtur 9

7.3. Hades - Sheol - Helheimur 9

8. Niðurstøða: Felags uppruni - Nóa 9

 

 

1. Er skyldskapur millum átrúnaðir ?

"Ei skyldskapur er á foldum,
ið hvat vit so nevna hann,
sum so bindur hjarta at hjarta,
so sinnini eina kann,
sum hetta at eiga tilsamans
ein Gud og ein Frelsara,
í somu trúgv vera borin
og einast um náðina."

Soleiðis ljóðar eitt vers í einum sangi, sum Victor Danielsen hevur umsett, og slíkan skyldskap kann ein neyvan vænta at finna millum Egiptiska sóldýrkan og jødisk/kristna Messias, men vit finna nøkur felags eyðkenni, sum gera, at vit kunnu skilja átrúna frá t.d. filosofi og politikki.

2. Hvat er átrúnaður, religión?

Tað eru og hava veri ymiskar áskoðanir um, hvat í religión eri. Í føroyskum "vekingarkristindómi" er religión eitt ókvæmisorðii, meðan í enskum kristindómi í puritanaratíðiniiii og seinri var tað eitt heiðursnavn. Mann tosaði um religiónina í bundnum hátti, eins og mann tosaði um Gud sum ein. Uttan at fara út í orðklúgvarí, so er vanligi týdningurin av átrúnaði (religión) tað, at ein "trýr á" ein ella fleiri gudariv - ateisma er hinvegin, at ein er uttan - trúgv á - gudar.

2.1. Líkskapur

Tað eru ov nógv samanfallandi fyribrigdi í átrúnaðum til at hann kann vera framkomin av tilvild á fleiri støðum samstundis uttan nakran samanhang. Og her hugsa vit ikki bara um navnalíkskap sum t.d. 
Zeus = Deos = Teos, ella Elohim = Allah, etc.
v

2.1.1. Gilgamesj/Nóaflóð

Trúgvin á eina stóra vatnflóð, sum kom yvir allan heimin, men sum ein rættvísur maður og húski hansara vóru bjarga ígjøgnum finnist í nógvum átrúnaðumvi. Eg havi lisið onkusstaðnivii, at ein finnur hesa vatnflóðsøguna aftur í øllum gomlum mentanum og heimspørtum - Onkur má hava borið hesa søguna út tíðliga í mannasøguni, hvat so annars passar av henni, og hvør variatión so er elst, Móses, Bábelónska útgávan, ella onkur onnur frumsøgn, sum báðar byggja á.

2.1.2. Adam og Eva/ Ask og Embla

Adam & Eva og Askur & Emblaviii eru bæði eitt frumpar av menniskjum, sum øll mannaættin er ætta frá. Bæði pørini byrja við A&E, og búðu í Miðgørðum, Miðeystri. Havi eisini lisið mær tilix, at sambært náttúruvísindini var vøgga menniskjanna í Miðeystri.
Nógvir átrúnaðir lata eisini tað fyrsta menniskja verða skapt av leiri ella dusti av jørðini
x.

2.1.3. Lívsins træð/Yggdrasil

Lívsins træð, sum Bíblian bæði byrjar og endar viðxi, hevur sínar parallellir í norrøna Yggdrasilxii og aðrastaðni viðxiii - eisini í jødiskum svartakunsti, Kabbalaðini.

2.1.4. Slangan, ørnin o.s.fr.

Slangan, ella ormurin, sum freistar Adam og Evu í Paradísið, gongur aftur í nógvum átrúnaðum - tað er neyvan at tilvild. Hinvegin mugu tær ørnir, sum verða nevndar í Bíbliuni, t.d.í Op.8:13 neyvan hava nakað at gera við ørnina evst í Yggdrasil - vit mugu geva rúm fyri tilvildarligum samanfelli eisini, uttan at lesa skyldskap inn allastaðni har, ið okkurt líkist.

2.2. Opinberingar Monoteisma - felags kelda

Um vit avmarka hetta brotið til tær vanligu nevndu Monoteistisku religiónirnar, Jødadóm, Kristindóm og Islam, so hava tær trúðarfaðirin Ábraham og gudstrúgv hansara sum uppruna.

2.2.1. Jødadómur

Jødarnir eru ættaðir frá Jákup og synum hansara. Jákup var sonur Ísak son Ábrahams. Ein av sonum Jákups var Levi. Móses, sum gav Ísraelsfólkixiv lógina og tabernakli við allari liturgiðini, sum seinri flutti inn í templi hjá Sálamon, var av Levi ætt.

2.2.2. Kristindómur

Kristindómurin er í grundini teir jødarnir, sum tóku í móti jødiska profetinum Jesusi, táið hann gav seg út fyri at vera Messias t.v.s. Kristus. Sambært Paulisi, so er Kristus avkom Ábrahamsxv , sum lyfti Guds til Ábraham og avkom hansara skuldi skiljast út frá.

2.2.3. Islam

Islam er læran hjá profetinum Mohamet, sum hann fekk eftir opinbering av Gabriel eingli - meinti hann sjálvur. Mohamed var ávirkaður av Jødadómi og Kristindómi, men meinti, at Hann var seinasti og endaligi profeturin, sum Gud sendi til fólk sítt - avkom Abrahams. Arabarar, sum flestu islamittar vóru at byrja við - og enn - vóru eftirkomarar Abrahams ígjøgnum sonin Ísmael.

3. Polyteisma vs monoteisma - ástøði

Eins og í lívinum sum heild, so kann ein altíð finna onkrar millumloysnir og kombinatiónsmøguleikar, men flestu fólk, sum hava skil fyri tí meina annahvørt, at

1.     Ein frumgudur, skaparin hevur útviklað seg í átrúnaði til høvuðsgud - ein av fleiri, fyri síðan ymsastaðni at enda sum ein javnlíki millum aðrar gudar. ella

2.     Fleiri gudar eru við tíðini slignir saman til ein høvuðsgud, sum er vorðin einastandandi.

3.1. Trúgv á Frumgudin, Skaparan - frá einum til fleiri

Um ein trýr á, at ein Gud upprunaliga hevur skapa heimin, so fylgir harav, at religión hevur út- og avarta seg við at persónseginleikar hansara eru deildir sundur til fleiri gudar soleiðis, at í staðin fyri at hava ein samansettan Gud, sum bæði er mildur og strangur og bæði hevur kvinnuligar og mansligar eginleikar - móðirkærleika og er maskuligur faðir, so hevur mann persónifisera hesar ymisku eginleikarnar í ymiskum mans- og kvinnupersónum [...og ymiskum náttúrufyribrygdum sum t.d. havið, eldur o.s.fr...].

3.1.1 Primitiv monoteisma

Tað eru aðrar áskoðanir á uppruna monoteismu enn trúgv á skapara heimsinsxvi. Primitivir átrúnaðir hava lættari at fyrihalda seg til, at ein maður ella gudur hevur gjørt/skapt okkurt heldur enn, at at eitt kollegium av serfrøðingum - hvør á sínum øki, hevur gjørt tað.

3.2. Frá Fleiri til ein - Hin sterkasti yvirlivur

Um ein ikki trýr á ein upprunaligan veruligan gud, so hevur mann vanliga tað fatan - sum eg skilji, so hava flestu religiónsgranskarar hesa fatanxvii - at menniskju tíðliga í tíðini byrjaðu at persónifisera hav og eld og annað, sum var uttanfyri teirra ræði. Hesar persónifiseringirnar blivu síðan upphevjaðar til gudar, og teir sterkastu gudarnir upp-ótu teir smáu nøkulunda samstundis og síðuleypandi við at politiska skipanin fór frá fleiri smáhøvdingum til ein kong - so fingu vit ein høvuðsgud, sum við tíðini bleiv einaráðandi.

3.3. Systimatisk teologi vs. fólkatrúgv

Eitt er hvat ið teir systematisku teinkjararnir og reformatorarnir meina og gera av, nakað heilt annað er, hvat ið tann meinigi maðurin trýrxviii. Vit hava havt monoteistiskan kristindóm einaráðandi í norðurlondum í 1000 ár, men kortini hava huldumenn og nissur og álvar liva sítt fríska lív nærum upp til okkara tíð, táið elektrisiteti forskrekti teir burtur.

4. Norrønu og Griksk/romersku gudarnir og eldri gudar.

At gomlu heidnu átrúnaðirnir hava havt gudar til felags kann ikki undra okkum - vit finna t.d. hav-gudin bæði í romverskari, grikskari og norrønari útgávu sum ávíkavist Neptum, Poseidon og Ægir.

5. Samanbering (Hislop)

Í bókini The Two Babylons hevur A. Hislop nakrar áhugaverdar tankar um hvussu hann metir, at tær ymisku religiónirnar hava útarta seg frá upprunatrúnni hjá Nóa og synum hansara. Hislop er vorðin kritiseraður fyri at lesa ov nógv inn í orðafrøðisligan líkskap, etymologixix, men nakrir av hansara pástandum, sum eg haldi vera viðkomandi at nevna her eruxx:

Ein annar av pástandum Hislop, sum eg ikki havi funnið aðrastaðni er

6. Nørrøna gudalæran og kristindómur

6.1. Hvat hendir táið mentanir og ástøðir m.a. átrúnaðir møtast.

6.1.1. Friðalig samvera?

Stundum kunnu relativt friðarligir átrúnaðir liva lið um lið - t.d. Buddisma og Hinduisma.

6.1.2. Samanrenning?

Hinduisma er í grundini fleiri líknandi fólkaátrúnaðir, sum hava fingið eitt felagsheiti."Hinduismen er...mere en sammenknytning af flere religioner end en enkel religion"xxii - hetta krevur tó, at ikki alt ov langt er í millum teir átrúnaðirnar, sum skulu smelta saman - tó kann hvat sum helst renna saman í eina fólkareligión, um bara nóg long tíð gongur - men skal ein átrúnaður yvirliva sum trúgv hjá logiskt hugsandi fólkum, so noyðast reformatorar og systematiskir teinkjarar upp í leikin at standardisera trúnna. Tó so, sum áður nevnt, fólkatrúgvin kann liggja langt frá almennu borgarligu trúðarjáttaninni.

6.1.3. Gongur tað ikki, so vinnur tann sterkasti.

Táið tveir ótolerantir átrúnaðir sum norrøna ásatrúgvin og katólski "svørð"-kristindómurin møttust, tá var ikki møguligt at gera eina syntesu úr báðum - tó so, teir livdu saman nóg leingi til at ávirka hvønn annan áðrenn teir skiltust.

6.2. Ávirkan frá kristindómi til norrønu gudalæruna

6.2.1. Heimdalur

Tað eru góðar grundir til at haldaxxiii, at Heimdalur er "gudurin" Kristus, lutvíst samanblandaður við Mikael Erkaeingil, sum er tikin inn í norrønu trúnna, áðrenn kristindómurin fortrongdi norrøna átrúnaðin.

NB: hetta eru mínar niðurstøður fyrst og fremst - Bæksted 1990 fylgir mær bara lutvíst:

Ein so týdningarmikil gudur sum Heimdal, sum hevur sett so fá spor eftir seg t.d. í staðarnøvnum, tykist at vera komin seint inn í ásatrúnna

6.3. Ávirkan frá norrønu gudalæruni o.a. á kristindómin

At kristindómurin hevur fingið tilfar aðrastaðni frá enn frá bíbliuni er innlýsandi - katólsku halgimennini t.d. eru í grundini smágudar, sum mugu liva undir øðrum navni - sum halgir menn - um teir skulu passa inn í eina monoteistiska trúgv.

6.3.1. Helviti

Undirheimurin har, ið tey deyðu halda til, t.v.s. Deyðaríkið eitur Helheimur á norrønum og Hades á Grikskum - har var tað, at ávíkavist gudinnan Hel og gudurin Hades ráddu fyri borgum.

Í grikska upprunatekstinum til Nýggja Testamenti er eisini Deyðaríkið konsekvent nevnt fyri Hades.

Hades er umsett við Deyðaríkið í bíbliuumsetingum rættiliga konsekvent. Um trupulleikin bara var tann, at menn ikki vildu umseta Hades við Hel, so var eingin trupulleiki, tí so æt Hades bara Deyðaríkið konsekvent. Men táið mann samstundis hevur umsett eitt annað orð, Gehenna, sum ikki merkir Deyðaríkið, men Eldsjógvurin, við Helviti, tá hevur mann, t.v.s. bíbliuumsetarar gjørt ein begrebsforvirring, sum kristindómurin neyvan sleppur av við aftur við tað, at nú er feilurin so inngrógvin.

6.4. Líkskapur annars millum kristindóm og annan átrúnað.

Katólska messuofrið, sum finnist í einari mildari útgávu í lutersku trúnni - tað, at mann ger seg til eitt við gudin við at eta hann, er gamal heiðinskapur, sum er seiðlívaður.

Hugtaki Sál soleiðis, sum tað finnist í kristnari fólkatrúgv, er heldur ikki bíbilskt, men stavar frá grikskari filosofi - bíblian kennir einki til, at nakar hevur eina sál - mann er ein sálxxvi.

7. Undirheimurin í bíbliuni samanborin við aðrar átrúnaðir.

Bíblian hevur undirheimin í trimum - umframt Himmalin - hesir eru Hades/Sheol, Gehenna og Abyssos.

7.1. Abyssos - Avgrundin

Avgrundinxxvii er staði har, ið nakrir av teimun falnu einglunum sita fastir til dómadag - ivaleyst teir somu sum Titanarnir, og kanska gudasynir, sum fingu børn við mannadøtrum - sí 1. Mós.6:4

7.2. Gehenna - hin seinast eldurin - Agni, Surtur

Gehenna, sum kemur fyri 4 ferðir í NT og konsekvent er umsett við Helviti er = eldsjógvurin.

Hin seinasti eldurin táið "Surtur fer sunnan við svíðandi eldi"xxviii (vøluspá 52.), og hugsanin um hin seinasta reinsannareldin er eisini at finna aðrastaðni - og vit lata eldgudar sum t.d. indiska Agni brenna í frið.

7.3. Hades - Sheol - Helheimur

Grikska orði Hades er nevnt omanfyri - í hebraiskum eitur deyðaríkið Sheol, men orðið Sheol hevur nógvar ymiskar týdningar í hebreaska GT, so ein má lesa út frá samanhanginum hvat, ið talan er um.

8. Niðurstøða: Felags uppruni - Nóa

Vit mugu taka sum givið út frá tí tilfari, sum fyriliggurxxix, at í hvussu er fyri ein stóran part, so oysa heimsátrúnaðirnir av somu grundkeldu. Undirritaði hevur tað áskoðan at allur klassiskur átrúnaður stavar upprunaliga frá gudstrúnni hjá Nóa, sum síðani spjaddist út yvir jørðina við eftirkomarum hansara. Við tíðini er variatión komin í henda felags arvin, men nóg nógv er felags kortini til, at ein felags rót kann hómast meiri og minni týðiliga í átrúnaði sum heild.

iHvidtfieldt, 1994; s. 11-19 - harundir s. 16-17 læran um ein "frumgud", sum einastandandi t.v.s. monoteisma

iiVanligar útsagnir í hesum sambandi eru t.d. "vit trúgva ikki uppá eina religión, men uppá ein persón - Jesus", og 
"munurin millum religión og kristnitrúgv er, at religiónin sigur at "tú skalt gera", meðan kristindómurin sigur "Tað er fullgjørt"
 [av Kristusi]"

iii17'da øld inntil 1662

ivVit lata teir meir og minni filosofisku gudarnar hjá eitt nú Spinoza og Kant hvíla í frið - vit hava ikki rúm til teir her. Tað er annars eitt flótandi mark millum átrúna og filosofi - bæði í grikskum og kristnum hugsunnarhátti - og teir rithøvundar, sum mær dámar at lesa, liggja fyri stóran part á hesum markinum - t.d. K.O. Viderø og S. Kierkegaard.

Eg vil viðmæla bókina: Kan Gud bevises hjá Per Lønning, sum eg stórt sæð eri samdur við - sí eisini grein mína Gud er (ikki til), sum finst á http://oli-nic.com

vBæksted, 1990; hevur ein áhugaverdan Indledning s. 9-33 um felagsgermanskan mál- og sagna- og gudaarv, og eisini indoevropeiskan mentannararv í breiðari týdningi - hvussu norrønu gudarnir eru skildir við indoevropeiskar gudar.
Sí serliga s.10; Loke "har karaktertræk hos" Prometheus; [hann vísir eisini á slektskap millum] Thor/Midgårdsormen & Indra/dragen & Apollon/Python

viJacobsen, 1978; s. 64n

viiMinnist ikki kelduna

viiiMikkelsen, 1994; s.24

ixMinnist ikki kelduna

x Holm, 1960; s. 38

xiBíblian; 1.Mós.3:22 & Op.22:2 - NB Eva át ikki av lívsins træði, men av kunnskapartræðnum. Hon bleiv rikin út úr paradísi til tess, at hon ikki skuldi eta av lívsins træði - nakað, sum atgongd aftur er til í Op.22:2

xiiMikkelsen, 1994; s.30

xiiihttp://en.wikipedia.org/wiki/Tree_of_life

xivÍsrael merkir Jákup

xvBíblian; Gal.3:16

xviNilsson, 1912; s. 130

xvii Holm, 1960; s. 11

xviiiNilsson, 1912; s. 130-131

xixWoodrow, 1997; s.46 og 86 m.a.

xx Hislop, 1959; s.312

xxiHislop, 1959; s.93n

xxiiAagaard, 1982; s.188

xxiiiBæksted, 1990; s. 142-43 m.a

xxivBíblian; Op.11:15

xxvTáið Jehovas vitni d.d. blanda Mikael og Kristus saman, so er ikki óhugsandi, at heidnir norðbúgvar hava gjørt tað sama fyrr í tíðini

xxviSál og Lív eru annars sama orðið, Psyka í grikska NT. Og Bíbilski teksturin heldur ikki til eina trídeiling av menniskjanum í Anda, Sál og Likam. Bíblian deilir menniskja nærum konsekvent í tvey - sí annars grein mína um bíbilska sálarfrøði á http://oli-nic.com

xxvii Bíblian; 2.Pæt.2:4

xxviiiMikkelsen, 1994; s. 15

xxixTað er sjálvsagt nógv, sum eg ikki fekk skrivað við tað, at eg skuldi halda meg til 6 síður, men niðurstøðan hevði ikki verið øðrvísið, um eg skrivaði meiri - tó høvdu dømini verið fleiri, og teksturin í síni heild hevði ikki verið so telegramkendur, um eg fekk orðað meg heldur rúgvusmiklari.

Bókmentalisti:

Fylgjandi verk eru gjøgnumgingin meiri ella minni gjølla í samband við hesa ritgerð:

Aagaard Johanness. (red): Religion. Politikens Forlag A/S, København 1982

Bæksted Anders: Nordiske Guder og Helte. Politikens Forlag A/S, København 1990

Hjortsø Leo: Græske Guder og Helte. Politikens Forlag A/S, København 1984

Hjortsø Leo: Romerske Guder og Helte. Politikens Forlag A/S, København 1982

Holm Søren: Religionerne. H.Hirschsprungs Forlag København MCMLX [1960]

Hvidtfieldt Arild: Religion. Politikens Forlag A/S, København 1994

Jacobsen Thorkild: Mesopotamiske Urtidssagn. G-E-C Gad København 1978

Lurker Manfred: Ægyptiske Guder og Symboler. Politikens Forlag A/S, København 1997

Lønning Per: Kan Gud bevises? Gyldendal Norsk Forlag A/S 1979

Mikkelsen Jonhard (ábyrgd), Nordspråk: Svørt verða Sólskin. Forlagið Sprotin 1994

Nilsson Martin: Primitiv Religion. Gyldendalske Boghandel Nordisk Forlag. MDCCCCXII [1912]

Harumframt havi eg áður lisið aðrar bøkur, sum tó ikki eru gjøgnumgingnar í síni heild í samband við hesa ritgerðina - men sum víst verður til í endanotunum:

Bíblian - V.D. umseting: Hin Føroyski Bíbliugrunnurin. Tórshavn 1975

Hislop Rev. Alexander: The Two Babylons. Loizeaux Brothers New Jersey. Sec. Am. Ed, 1959

Woodrow Ralph: The Babylon Connection? Copyright 1997 by Ralph W. Evang. Association, Inc.

Óli Nicodemussen 08P 2009 - Støðisritgerð í føroyskum - Skyldskapur millum átrúnaðir.