20 RÁÐ –

heiløgum til handa

       Eftir William Gibson Sloan

          (við smávegis málsligum tillagingum)

Til umhugsunar.

“Ráð og vink fyri heilagum, ið savnast saman um Jesu navn”. 

“Hugsa um hetta, liv í hesum, so framgongd tín kann verða øllum opinber” 1.Tim.4:15  

 

1. Ger tær ómak – um tað á nakran hátt er gjørligt – at koma á møti í rættari tíð. Tað er betur at koma eitt sindur frammanundan – og fáa stundir til stilla bøn, takkargerð ella til at grunda á Orðið, heldur enn at koma ov seint. Tað kann órógva tey, ið undan eru komin. – 
“Táið tímin kom, settist Hann til borðs og ápostlarnir við Honum” Luk.22:14, 
“Men alt gangi sømiliga og við skili” 1.Kor.14:40.

 

2. Ver upptikin við “Jesus eina”, sum tann ið er deyður og upprisin, og sum tann ið fór til Himmals og kemur aftur. Um tað ikki er avgjørt neyðugt, lat so vera at tosa við onnur. Blaða heldur ikki í Bíbliuni ella sálmabókini óneyðugt undir møtinum. 
“Gerið hetta til minnis um Meg” 1.Kor.11:25.

 

3. Minst til, at ein og hvør, ið er savnaður um borð Harrans, antin fremur ella forðar fyri signing. Tí má ein og hvør síggja til at vera í samfelagi við Gud. 
“Hvørt menniskja royni seg sjálvt, og eti tað so av breyðinum og drekki av kalikinum” 1.Kor.11:28.

 

4. Minst til, at Heilagi Andin er hjástaddur fyri at leiða tilbiðan og tænastu. Brøður eiga tí at ansa eftir, at teir eru í Andanum, táið teir tala ella biða. Bert táið hetta er gjørt í Andanum, kann tað vera Gudi til tokka og til gagn fyri tey, ið saman eru komin. 
“Tí tað eru slíkar tilbiðarar Faðirin vil hava” Jóh.4:23, 
“Tey, sum tilbiða Hann, mugu tilbiða í anda og sannleika” Jóh.4:24.

 

5. Minst til, at øll ið saman eru komin, eru í somu støðu sum tilbiðarar, blóðkeyptir syndarar, frelstir av náði Guds. Ef.2:5-6. (í tí er eingin munur á Guds børnum, viðm: A.W.Sloan). Men soleiðis er ikki, táið tað geldur tænastuna (kunngerðing Orðsins o.a.). Nakrir [brøður] eru serstakar gávur, givnar av Kristusi, hinum livandi høvdi, til uppbygging likamsins. Men tað finst eisini ein vanlig tænasta, har allir limir hava sítt pláss. Les Ef.4:11-16.

 

6. Tann bróður, ið talar ella biður, eigur at gera hetta so hart og skiliga, at øll, ið eru komin saman, týðiliga kunnu hoyra hann. Hann eigur at geva ivaleysa tíð fyri øll at finna sangin ella skriftstøðini, hann uppgevur, áðrenn byrja verður. 
Bera tit ikki fram  skiliga talu við tungu tykkara, hvussu skal tá nakar skilja tað, sum sagt verður?” 1.Kor.14:9

 

7. Táið tú ansar eftir, at onkur ikki er á møtinum, far so og vitja hann og fá at vita orsøkina, hví hann heldur seg burtur. Eru slík í neyð, so hjálp teimum, um tað er gjørligt. 
“Men limirnir skulu hava líka umsorgan fyri hvørjum øðrum” 1.Kor.12:25 
“Berið hvør annars byrðar” Gal.6:2

 

8. Varða teg fyri at fordøma ella forða einum veikum ungum bróðuri í brúki av gávu síni, hvussu lítil hon enn kann vera. Síggj til heldur at uppmuntra og hjálpa honum, men vís ikki kærleika uppá bekostning av sannleikanum – hesi tvey mugu fylgjast at. Hvør limur á likaminum hevur sítt serskilda pláss. 
“Men tú, hví dømir tú bróður tín? Ella tú, hví vanvirðir tú bróður tín?” Róm.14:10

 

 9. Táið vit savnast saman um Harrans borð, kom tá íhug, at tað er við tí serstaka endamáli at kunngera Harrans deyð, inntil Hann kemur. Nettup í mun til sum ein minnist hetta, vil lovprísanin, undirvísingin og áminningin verða til gagn. Tí eigur breyðbrótingin ikki at vera goymd til allarseinast, sum tað viðhvørt hendir. Sjálvt um tað ikki er ásett nøkur tíð fyri nær breyði og kalikurin skal verða borin runt, so hava vit Harrans egna fyridømi: Hann gav tí eitt framstandandi pláss, við tað at lærdómarnir í Jóh.13,14 og 15 sýnast at verða frambornir aftaná breyðbrótingina.
Lærisveinarnir “komu saman fyri at bróta breyði” Áps.20:7

 

10. Verið blíð og høvisk við fremmand, sum koma millum tykkara. Verðið yvirberandi og fordragilig hvør móti øðrum. Elska ein og hvønn heilagan fyri Kristi skuld. Um kjøtið vísir seg hjá nøkrum, so bið fyri honum, tosa kærleiksfult við hann og minst til, at kjøtið er eisini í tær. 
“Bróðurkærleikin vari við” Hebr.13:1 
“Verið í bróðurkærleikanum hjartaliga eymir hvør við annan” Róm.12:10

 

 11. Verð ikki illur, um onkur annar ikki vísir tær kærleika. Lat tað heldur ávirka teg til at vísa teimum kærleika. Sum tú soleiðis vísir Kristi sinnalag, vil tú gleða teg í Hansara kærleika og verða eitt reiðskap til at vekja kærleikan í teimum. 
“Vinn hitt illa við góðum” Róm.12:21

 

 12. Gongur onkur tær ov nær, far tá endiliga ta leið við honum, sum skriftin vísir á. Tosa við hann fyrst persónliga. Far í bønarinnar og fyrigevingar anda til hansara. Er tað møguligt, so bið fyrst saman við honum.
“Far og hav at honum undir fýra eygum” Matt.18:15

 

 13. Verður tú varur við, at tað gongur aftur á hond við áhuga tínum fyri evangeliums verki, kanst tú verða vísur í, at okkurt er galið. Far beinanvegin til Gud við tí í bøn og ákallan.
“Demas fór frá mær, av tí at hann fekk kærleika til heimin, ið nú er.” 2.Tim.4:10

 

14. Hugsa um, at ein og hvør heilagur hevur sína serstøku ábyrgd yvirfyri Gudi, og at 
“vit skulu øll standa fyri dómstóli Guds” Róm.14:10 og 2.Kor.5:10

 

 15. Hav altíð í huga í hjarta tínum, at Harrin Jesus kemur aftur. 
“Vit vænta tað sælu vón” Tit.2:13

 

16. Lat ongan koma í samkomuna uttan við fullum samtykki av allari samkomuni. Hevur onkur ikki fult álit á tí, sum talan er um, so beri hann tað upp á mál, táið talað verður saman um hetta, ella sigi hann tað við teir, ið eru “fyristøðumenn” ella “vakja yvir sálunum”1.Tess.5:12 og Hebr.13:17
“Taki tá hvør móti øðrum, eins og eisini Kristus tók ímóti okkum Gudi til dýrd” Róm.15:7

 

 17. Gev við gleði til fátøk millum tey heiløgu ella til Harrans verk, alt eftir sum Harrin hevur tillutað tær. Hevur tú lítið, væntar Harrin bert lítið. Hevur tú nógv, væntar Harrin nógv av tær. Varða teg fyri at verða gírigur ella havisjúkur – “sum jú er avgudadýrkan” Kol.3:5
“Hann gav Seg sjálvan fyri okkum” Ef.5:2
“Henda fátæka einkjan legði meir enn øll hini” Luk.21:3 

 

18. Sum húshaldarar Guds hevur hvør einstakur av okkum sína persónligu og serstøku ábyrgd yvir fyri Gudi. Men tað hvílir eisini ein ábyrgd á okkum sum samkomur. Hugsa um teir tú hevur fult álit á, sum sendir eru av Gudi til at prædika evangeliið, ikki bert táið teir eru hjá okkum, men eisini táið teir arbeiða millum tey sum eru “í londunum hinumegin tykkara” 2.Kor.10:16 - úti á missiónsmarkini.
“Tit sendu mær bæði eina og tvær ferðir tað, sum mær tørvaði” Fil.4:16 

 

19. Skamma teg ikki við og hav teg ikki undan at stilla teg saman við teimum av Harrans tænarum, sum prædika Orðið úti undir fríum lofti.
“Skammast tí ikki við vitnisburðin um Harra okkara” 2.Tim.1:8

 

 20. Táið tú tosar við órógvaðar sálir, vís teimum tá til orð Guds
“Teir talaðu nú orð Harrans til hansara” Áps.16:32

 

W.G.Sloan