FORMÆLI
til
Nótabók til SGF 1976
(Vegna plásstrot,
so endaði hetta aftast í bind 3 sum "Postludium")
Henda bók fekk sína byrjan við, at undirritaði
var organistur hjá samkomuni á Sandi, umframt at hann
stundum spældi á Zarepta, til útimøti
hjá Ebenezer, og seinru árini stundum í samkomuni
í Hvalba eisini - haðan konan er.
Eitt sum ofta hevur
verið ein trupulleiki, bæði hjá mær og
øðrum, er, at vit ikki hava dugað lagið til onkran
sang, sum hevur verðið "útgivin" á einum
møti, har vit hava spælt. Trupuleikin er ikki vorðin
minni av, at vit heldur ikki kundu fara heim og læra okkum
lagið eftir møtið, tí vit høvdu ongar
nótar at fara heim til.
Sjálvur eri eg
ongantíð komin fram á Hjt., I.M.S. etc., so at eg
kundi keypt hesar - ella K.S., H.S., E.H., B.H., og aðrar, sum
sambært eftirmæli í SGF 1976, s.654, vóru
"kendar".
Ein annar trupuleiki,
sum hevur verið, sjálvt um nótar vóru til
taks, eru "Es &
As tóna-artirnar", sum nógvir nótar standa
skrivaðir við í vanligum allgongdum
nótabókum, umframt aðrar "svartar" tóna-artir,
ið eru ringar at spæla (og læra) hjá
fólki, sum bara duga eitt sindur at spæla nótar.
Enn ein trupulleiki
hjá mongum av okkum, sum eru alin upp við og eftir Beatles,
Queen, ABBA osv. er, at vit tónlistarliga hugsa í
akkordum, ikki í kór-útsetingum, og tískil
eru "gammeldags" nótabøkur eitt fremmant mál fyri
okkum - eitt mál, sum gamaní kann lærast av okkum,
sum spæla klaver og orgul, hóast tað
ongantíð blívur musikalskt
"móðurmál" hjá mongum av okkum, og sum hartil
gevur lítla meining hjá t.d. gittarleikarum - sum vanliga
duga millum nakað og einki av nótum, men væl kunnu
spæla einræddaðar nótar saman við
becifringum.
Sjálvandi kann
ein vera meira neyvur við harmonisering, um allir nótarnir
verða skrivaðir niður og eitt stórt arbeiði
verður lagt í hvørja stemmu, og stundum finnur ein
eisini slíkar útsetingar í t.d. Den Danske
Koralbog, ið eisini eru ein fragd fyri oyrað (og eygað).
Men rættiliga ofta gerst ein vónbrotin, eftir at hava
strítt seg ígjøgnum allar nótarnar - fyri
at finna einans hugflogsleysar oktavar, kvartar og kvintar við
lítlum spenningi ella ráki í - hevði tað
so av illum verið parallellir sekstar ella tertsar. Tá vil
eg í hvussu so er, og væntandi mong við mær,
heldur hava talmerktar nótar.
Eg átti tó
Redemtion Songs (sum pápi mín keypti) og Den Danske
Koralbog (ið eg haldi, eg keypti frá Simma), og
Heimlandstónar 1-3, harav bind 3 kom út í 1984,
tá eg var 15 ára gamalur, men so hendi einki meir,
frároknað tað, at Jens Guttesen kom við Ljómur og Lag í 1988.
Eg skal ikki lasta
nakran fyri, at tað hevur gingið so striltið við
Heimlandstónum 4 og restini. Hevði eg vitað
frammanundan, hvussu nógv arbeiði stendst av at gera eina
nótabók sum sjálvboðið arbeiði, so
hevði eg neyvan farið undir arbeiðið.
Eg havi annars
altíð havt tað sjónarmið, at um nakað er
vert at gera yvirhøvur, so er tað vert at gera til
lítar, og tað krevur tíð, pengar - og ikki minst
- arbeiðsorku.
Men nú eri eg
tó glaður um, at eg tveitti meg út í hetta
arbeiðið, og við tað at eg í januar 2003
lovaði samkomunum, at tær skuldu fáa eina
fullfíggjaða nótabók frá mær, so
vildi eg halda orð, og her er so bókin.
Eg kom við
tíðini at kenna Óla Vang í Tórshavn,
ein mann, sum hevur verið mær til íblástur
í mangar mátar. Eg fekk at vita frá Óla
Vang, at hann hevði ljósprentaðar nótar, ið
kundu nýtast til teir flestu sangirnar í SGF, einir 15-20
frároknaðir. Og glaður var eg, tá eg slapp at
avrita burtur úr hesum savnið hans, tað mær
tørvaði. Eg avritaði tó bert nótarnar til
teir sangirnar, sum eg ikki dugdi "eftir gehør" - ella ikki
átti sjálvur - umleið hálvt annað
hundrað.
So var bara at fara
fúsur til verka. Eg keypti mær eitt nótaforrit til
telduna úr U.S.A. fyri 3000 kr. (Eg fekk tað fyri
hálvan prís, av tí eg arbeiddi við eini
nótabók til samkomubrúk - tað hevur
lýsingarvirði hjá Finale-forritinum).
Síðani settist eg at spæla og skriva nótarnar
inn, men um heystið 2003, so vildi mín hálvtannað
ára gamla telda ikki meira, og so keypti eg mær eina
nýggja góða teldu, sum eg bílegði
úr Danmark saman við einum stórum 22" skermi.
Skermurin streykaði tó á heysti 2004 - innanfyri
garantiið! Tann nýggja teldan, við tí
stóra skerminum, hevur annars verið góð og
skjót at arbeiða við, og hevur hetta lætt
væl um arbeiðið.
Hóast
ávísar teldutrupuleikar, so er telda eitt sera hent
tól til nótaskriving, og eg hevði neyvan komið
gjøgnum eitt slíkt arbeiði, hevði eg ikki eitt
gott telduforrit sum Finale. Fyri at geva eina mynd av hvussu
nógv arbeiði stendst av eini slíkari bók, so
kann eg nevna, at um ein sparir t.d. 5 minuttir av hvørjum lagi,
við at einsrætta arbeiðsgongdina og leggja arbeiði
til rættis, so svara hesir 5 minuttir pr. lag til 100
tímar fyri 1200 løg. Tað hevði bæði
stytt og lætt munandi um arbeiðið, um eg hevði kent
Finale-forritið betri, áðrenn eg byrjaði - eg
arbeiði væl skjótari við tí nú enn
í fyrstuni.
Eg haldi
sjálvur, at eg var "tann rætti maðurin" at gera hesa
bókina. Fyri at gera eina slíka bók, er
næstan neyðugt at vera lagsmiður sjálvur.
Nógv løg skuldu harmoniserast umaftur til
akkordbrúk, summi løg máttu foreinklast til
felagssang, og einstøk løg máttu "umbyggjast",
fyri at tey kundu brúkast til felagssang. Harumframt var
neyðugt hjá mær at komponera tey løgini av
nýggjum, sum manglaðu fyri at gera bókina
fullfíggjaða.
Tað er eisini sera
gott fyri stílin (kontinuitetin) í einum slíkum
verki, at ein maður arbeiðir
samanhangandi við tí - sjálvandi er best um
spælarin er á bylgju-longd við rithøvundan av
eini nótabók, men eisini um hann ikki er tað, so
kennir hann stílin, og veit hvat hann skal leggja upp fyri. At
vera áhaldin, er eisini ein sera góður eginleiki,
táið eitt slíkt stórarbeiði skal gerast.
Sjálvandi eru tað
aðrir, ið kundu gjørt hetta arbeiðið eins
væl og eg, og ivaleyst kundi onkur gjørt tað betri,
men vit kunnu ikki áhaldandi og framhaldandi bíða
hvør eftir øðrum, og kann so henda bók
verða ein fyrsta roynd at gera eina fullfíggjaða
nótabók til Songbók Guds Fólks.
Eg vil við hesum
bjóða øllum góðum kreftum at arbeiða
saman við mær í hesum arbeiði frameftir, og
gleðist eg um tað stóra arbeiði, sum t.d.
Flóvin Tyril hevur gjørt - og framvegis ger, til tess at
savna sangir og løg. Latið okkum standa saman og sameina
evnir og kreftir okkara frameftir til at lyfta sangin í samkomum
okkara á eitt høgt støði - eisini
tónlistarliga.
Arbeiðið við
hesi bókini hevur tikið meginpartin av tíðini
hjá mær farnu tvey árini, men eri eg glaður um,
at Harrin hevur givið mær "tíðina" - og bindindi
til at brúka hana umframt "miskunn
og
náði til hjálp á rættari
tíð!".
Hvussu er og ikki; hevði
eg ikki havt gjørt hetta arbeiðið í 2003 og 2004,
so hevði tað kanska ongantíð verið gjørt,
hvør veit - Harrin leiðir á Sín hátt.
Viðmerkingar:
Eg áleggi ongum at
brúka ávís løg til ávísar
sangir, men eg havi kannað, hvørji løg vanliga og
yvirhøvur verða brúkt (havi m.a. ráført
meg við Óla Vang og yvirlitið hjá Karl
Jóhan Nielsen). Síðani havi eg gjørt eitt
savn, sum eg haldi vera nyttuligt.
Eg havi roynt at hildið
meg til eitt lag til hvønn sangin, og merkir hetta, at eg
stundum havi valt millum tvey ella fleiri møgulig løg, og
havi eg so valt tað lagið, mær dámdi
frægast. Eg havi tó í ávísan mun
viðmerkt, omanfyri sangir, at teir kunnu nýta annað lag
í bókini.
Fyri størsta partin
havi eg brúkt tey kendu løgini, og havi eg stórt
sæð bara skrivað nýggj løg har, sum
løg (ella nótar) manglaðu - summi løg visti eg
ikki um, øðrum stóðst ov nógv arbeiði
av at fáa fatur á, og annars eigi eg ikki allar
nótabøkurnar, sum mær tørvar.
Nógv løg havi
eg tikið við, ið eg als ikki var nøgdur við, men
eg helt, at tey kundu brúkast fyri fyrst - so kunnu eg, og onnur
við, freistast til at skriva nýggj løg til ta komandi
SGF, og kanska sálda nøkur av teimum vánaligastu
løgunum frá til ta tíð, og evt. taka tey gomlu
við sum "eykaløg." Komandi útgávan til ta
nýggju SGF verður ætlandi uppbygd á sama
hátt sum henda, við einum lagi til hvønn
sangin, men eg ætli at taka tey flestu eykaløgini við,
ið onnur vilja hava, og seta tey í yvirlit aftast í
bókini, ella kanska í eitt sjálvstøðugt
eykabind.
Nøkur løg
vóru so vánalig, eftir míni áskoðan, at
eg metti tað vera ósannlíkt, at tey vóru
í nýtslu ella høvdu ein møguleika fyri at
koma í nýtslu sum felagssangur - onkuntíð
passaðu nótarnir ikki við tekstin, uttan at teksturin
varð tambaður og tugdur, so hesar tók eg ikki við.
Í einstøkum
førum havi eg "umbygt" okkurt lag, sum ikki var egnað til
felagssang, sum tað stóð skrivað (t.d. í
R.S.) - og havi eg m.a. broytt alt- og tenor stemmur til sopran (fyrstu rødd), har
sum alt ella tenor vóru tann
leiðandi stemman (t.d. niðurlagi í 381).
Eg havi eisini lagað
løg til felagssang, sum vanliga ikki verða sungin neyvt
eftir nótunum, t.d. avrundað fraseringar og umskrivað
endan á lagnum.
Sum oftast havi eg
lækkað sangin eitt sindur, t.d. úr As til G og Es til
D, men stundum longur eisini, t.d. frá Bb til G ella F til D.
Vanliga er fleirræddað útseting ov høg til
felagssang.
Eg havi loyvt mær
stórt frælsi at harmonisera løgini umaftur,
lutvíst tí at eg var ónøgdur við
verandi harmonisering, men fyrst og fremst fyri at spara tíð
- tað er fleiri ferðir so tíðarkrevjandi, at stava
seg gjøgnum fleirræddað partitur, enn at smekka nakrar
vegleiðandi akkordir inn í nótarnar. Flestu
nótarnir "harmonisera seg sjálvir" við trimum til
fimm høvuðs akkordum. Har eg ikki havi funnið nakra
"sjálvsagda" harmonisering, havi eg tó nærlisið
partiturið, um eg helt, at nakað var at heinta - tað var
tað tó ikki altíð. Summi løg bera
brá av, at lagsmiðurin er óroyndur, og tískil
trilvar fram eftir fummum v.v. lagbygnaði og harmonium.
Nógvir nótar
eru niðurskrivaðir eftir minninum, og er hetta orsøk til
nøkur frávik (feilir), við tað at eg minnist
skeivt ella havi lært lagið skeivt upprunaliga.
Manglandi nótar er
somuleiðis orsøk til, at lagsmiðurin
órímiliga ofta er "ókendur" av mær,
hóast hann kanska er "vælkendur" av øðrum
organistum - eg eigi ikki nótabøkurnar, sum løgini
standa í, tær eru ringar at fáa fatur á, og
tær kosta eisini nógvar pengar, um eg skal keypa allar,
ið eg havi brúk fyri. Eg havi tó keypt nakrar
nótabøkur í samband við hetta arbeiðið.
Eg tók øll
løgini hjá Jens Guttesen við. Hetta var lætt,
sum so, við tað at tey stóðu øll í
Ljómur og Lag. Eg eri ikki nøgdur við summi av teimum
fyrstu løgunum hjá J.G., men eg vildi vera konsekventur
og taka øll við. Eg var tó ikki konsekventur við
Heimlandstónar 1-3. Henda bók er ætlað at hava
umleið 1200 útvald løg við - ikki at vera eitt
fullfíggjað savn av løgum hjá
tónaskøldum í samkomunum. Komandi bókin
verður vónandi meiri umfatandi.
Bróður Jens
Guttesens, Leivur Guttesen, hevur gjørt umleið hálvt
hundrað løg, m.a. ikki sørt til SGF, men tað
eydnaðist mær stórt sæð bert at fáa
fatur á teim løgum, sum eru við í
Heimlandstónum 1-3, til hesa bók - kanska nøkur av
hinum koma við næstu ferð.
Eg royndi at fáa
fatur á tilfarinum, sum Nótabókagrunnurin til
Heimlandstónar liggur inni við, og sum ikki er
útgivið enn, so eg kundi vegleiða meg við tí.
Teir sendu mær Hlt. 4, eftir at prentingin var byrjað, men eg
fekk tó lirkað tvey løg av L. Guttesen inn í
bind II.
Henda bók
er ikki nakað tónlistarligt meistaraverk, her er
ivaleyst mangt, ið kundi og átti at verið betri
frágingið.
Hevði eg fingið
løn í 5 ár til at arbeitt burturav við hesi
bók, so hevði eg eisini gjørt mær munandi meira
ómak við ymiskum, serliga harmonisering, men eg hevði
eisini lagt meira arbeiði í at funnið fram til
tónasmiðin, og at valfarta frá "Heródes til
Pilatus" í eini søknan eftir løgum, sum onkur
meinti seg ørminnast, at onkur triðji hevði sagt, at
onkur fjórði møguliga dugdi, ella hann enntá
hevði einar nótar liggjandi onkustaðni. Skuldu
slíkir nótar komið mær upp í hendur
nú, eru teir vælkomnir við til ta næstu
bókina. Tá kundi eg hugsað mær at havt fleiri
eykaløg við, um áhugi er fyri tí.
Men henda bók er
tó ikki fuskað á nakran hátt - eg havi
gjørt hesa bókina so væl, sum eg kundi sum
sjálvboðið arbeiði á 2 ársverk, og eg
haldi, at tíðin nú er komin, at fáa hesa
bókina í umferð.
Henda bók verður
neyvan uppafturprentað í verandi líki, men ein
nýggj Songbók Guds Fólks er í
umbúna, og er ætlanin at gera eina líknandi
nótabók til hana, so vinaliga gevið mær allar
tær viðmerkingar, rís og rós, sum tit hava til
hesa bók, so manglar og evt. feilir kunnu rættast í
næstu bókini.
At ein sangur hevur eitt
ávíst lag í hesi bók til SGF frá
1976 merkir ikki av sær sjálvum, at sangurin hevur sama
lag í nótabókini til ta komandi SGF. Veitst
tú um eitt betri lag til onkran sang, t.d. eitt lag, ið
tú sjálvur hevur gjørt, vinaliga læt meg so
frætta. Henda nótabók liggur saman við
øðrum sangum, nótum og MIDI-fílum í
Sang-savninum á heimasíðu míni: [...], og evt.
rættingar og broytingar
verða gjørdar leypandi har.
"Syngið fyri HARRANUM
við tøkk, lovsyngið Gudi okkara við sitara." Sálmur 147:7
Argir, mars 2005.
Tykkara í Kristusi,
Óli Nicodemussen
Takk til:
Óla Vang fyri rættlestur og
fyri at hava lænt mær nótar, ráðgivið
mær, og fyri áhuga annars í hesi verkætlan.
Óli Vang hevur gjørt eitt stórarbeiði við
at savna nótar, og hann hevur lisið & spælt alt
tilfarið hjá mær og gjørt viðmerkingar og
givið góð ráð. Eg havi ikki fylgt
øllum tilmælum og ráðum hans, men eg havi
umhugsað alt, og síðan havi eg gjørt
soleiðis, sum eg haldi er frægast, og sum eg kundi svara fyri.
Karl
Jóhan
Nielsen fyri
eitt yvirlit yvir hvørjir sangir í SGF brúka sama
lag. Eg havi ikki fylgt hesum yvirlitið neyvt, men tað hevur
verið hent sum vegleiðing.
Arvid Hansen og Flóvin Tyril fyri
bíbliuforritið "Skriftin", sum eg havi avritað
meginpartin av tekstinum til SGF úr - okkurt havi eg tó
rættað sjálvur og annars sjálvur avskrivað
úr tí prentaðu bókini og aðrastaðni.
Árna av Reyni og Niels Johannesen fyri einstakar nótar.
Jónheðin H. Tróndheim fyri telefoniska
hjálp við nótaforritinum Finale 2003
Jón Gaasedal fyri at hava forritað
heimasíðu mína og databasan til Sangsavnið, og
fyri ótroyttiliga at hava dugnað mær við ymiskari
telduhjálp.
Konu mína, Karin Louisu Leo
Nicodemussen fyri
stuðul og tol - eitt slíkt arbeiði krevur, at
"baklandið" er í lagi, annars legst maður skjótt
fyri.
Mammu mína, Sigrid Krog Nicodemussen fyri altíð at
hava roynt at skilt meg, og fyri stuðlul - eisini táið
hon hvørki skilti hví ella hvat ið eg gjørdi.
Kristian Martin Rasmussen,
reiðara á Norðborg, og Boga
Rasmussen, skipara, fyri at hava givið mær farloyvi
í hálvt annað ár (2003+), so eg m.a. fekk
arbeitt við hesi nótabókini.
Síðst, men ikki minst, eigur Gud alla tøkkina fyri at
hava givið okkum øllum evnir til hetta ymiska, og fyri
náði og umstøður til at brúka hesi evni,
[samkomunum og] okkum sjálvum til gleði og verki evangeliums
til frama -
Róm. 11: 35-36 :
" Hvør gav
Honum fyrst,...
Frá Honum,
við Honum og til Hansara er jú alt.
Honum veri dýrd í allar
ævir! Amen."
SOLI DEO
GLORIA