Ádam, Ádam

” Ádam, Ádam hvar ert tú? ” 
Hoyrdist hin máttmikla rødd 
av høgu hædd til foldarbúð, 
har homo sapiens vóru stødd. 

Flýggja og fjal teg, tú arma kykt, 
tí Elohim leitar við lygt. 
Ei kanst tú teg loyna á longri sigt – 
teg eltir bert syndin, og harvið tín frygt. 

Einki skýli fært tú tær bygt – 
sjálvt træði með rótini upp verður skrykt. 
Ja, øksin skal høgga rótina dygt – 
ei skjól fanst tú trygt. 

Tey fikubløð ei fjala, 
tú noyðist at træla. 
Ei hjálpir mótmæla – 
mist er tín sæla. 

Eva hitt fáfongda fljóð, 
ei var hon hjálp tær góð. 
Teg við í syndina dróg, 
so Gud mátti lata Sítt blóð. 

Hitt kunnskapar træ, 
hví nam tú við tað? 
Hvønn foldardag 
nú vætar sveittabað. 

Út úr Eden rikin – 
betur fruktin ei tikin. 
Av kvinnusáðnum 
tó – Ecce Humanum! 

Ádam, tín neyðars lagna 
mun avkomi tínum gagna, 
so mongum, í Kristusi fagna – 
ei skal vár lovsongur tagna. 

Í tilbiðan og undran, 
við songi sum fossadundran 
vit syngja hetta kvæði 
tí stilla er Jahves bræði. 

Hins ormins høvur sora –
ei ólívssár skal grøða, 
tí røddin eins og tora 
kom av Himni høga. 

Hesin, Sonur Gud, 
fær fólkasløg í lut. 
Frá Jahve hevur tokka – 
ei freistarin fær lokkað. 

Hoyri Hann, hin Kongason, 
og gevi rødd Hans gætur.
Av Himni kom til fátækralon,
tó Gud Hann var og mætur.

Á krossinum har vann Hann sigur –
í hælin var Hann høgdur.
Tí vera kann Hann nú vár friður, 
og Elohim er nøgdur.

Á via doloroso gongur maður, 
í manna eygum er ei fagur. 
Men koma brátt skal páskadagur,
tá yvir deyðanum Hann ræður.

Í Himlinum valdar tøgn,
tí sløknað er lívsins søgn.
Men tøgnin ei skal vara.
Krist skal úr grøvini fara.

Fødd av vatni og Anda
skal ævigt standa
eitt lið av tjóðflokkum blandað,
og hátign Tær handa.

Skapt í Guds Faðirs mynd,
men trælar undir arvasynd.
Eftirsóknar hin fáfongdar vind,
ið mannabørn ger blind.

Kórið, eins og ljóð mangra vatna,
skalt fjalt manna fáa til matna.
Og morgunstjørnan veitums vær
sum sigursløn frá Tær.

Kvølfulla hjarta Títt brast –
Hitt ormahøggið neit fast. 
Tú vreiðibikar Guds fekk smakkað, 
tí vilja vit Tær takka.

Ei var tað, Kristus, lætt
at keypa okkum sonarrætt.
Tín endurreisn av fáfongdar staði,
og reinsan í Orðsins vatnbaði.

Nei, blóð Títt mátti flóta,
skuldu vit frelsu njóta.
Fyri syndina ert Tú bót –
rykt upp hon skal verða við rót.

Í takksemi vilja vit níga
fyri Tær, sum mátti líða.
Í Getsemane doyptur í tárum –
berandi syndum várum.

Hin Gamli av árum
sá blóði úr Tínum sárum.
Alt meðan tað hendi,
Hann frá Tær Sær vendi.

Men nú sær Hann okkum í Tær,
sum syndir várar bar.
Nú Tú ert vár friður,
og fyrum oss Tú til Faðirin biður.

O Kristus, vegur síðsti eins og fyrsti –
Alvøldin eingan annan vegin visti.
Tú heljarhurðar Hels av hongslum risti,
so deyðaríki loksins vald alt misti.

Eg sæ í Andanum Guds Sonar deyða –
eg, maður afturlætnum eyga.
Eg sæ Hann ikki nær, men sum í fjarska,
tó dýrdarsjónin alsamt mær mun nærka.

Eg sæ teg, tyrnukrýnda høvur,
tann pínsluveg Tú gongur fyri Føður.
Tú gavst Teg sjálvan – minni var ei nokk,
at vinna Tær sum brúður lítla flokk.

Nú myrkursins fúrsti máttleysur stiklar,
tí tiknir frá honum vóru hans lyklar.
Hann megi og mátt umsíður nú missi –
at enda varð hann av við lyklatyssið.

O mannafjøld, tú ið miðleys úti válar,
í syndum sleitst tú almargar sandálar.
Nú Atman longur lívstráð tín ei málar,
og gøtur tykjast brattar tær og hálar.

O mansbarn, Kristus er hin eini vegur,
Hann fyri teg í deygan lív Sítt gevur.
Tú onga aðra vón um bjarging hevur – 
tó alsamt sama syndasvøvn tú svevur.

Tín heljarlagna tykist teg ei nerva –
tó, oyra lán til røddina úr erva –
Teim  treggjaeinuga – hin undursama reyst,
ið fyrimælir hvat tær gagnar best.

Um synd tín man til Helvitis teg boyggja,
og goragrammir garmar at tær goyggja –
tá lyft tú eygum tínum á hin heyg,
har Kristus fyri teg leið pínsludeyð.

Hann breyt sundur deyðans veldi,
og ormin skal brenna í eldi.
Kristus fær løn fyri møði –
tá verður endaleys frøði.

Hin seinri Ádam á vegi 
líðingar vísti megi.
Tí valda skal endaleys gleði
á ævinleikans degi.

Hon ævigt skal valda
hin náðialda –
Tað botnleysa miskunnar hav,
sum rættvísi okkum gav.

Fyrri Ádam, hvar ert tú?
Seinri Ádam, Tú ERT 
Jahve – eitt ævigt nú, 
ið alheimin uppi bert.