Aldarinnar ástarkvæðið

Dísanna døkku dárandi dreymar 
dimma og drepa dagliga dygdir. 

Dalila, den dapri djevla dugnari, 
dróg drongin í díkið 
og deyðaði dagsljósið 

” Døggváta djúpa dís, 
drukna djarvan doyggjandi drong. 

Veit væntandi varrum vellandi vætu. 
Vatna vár vitleysu vón 
við vættranna villa víni. 

Vís vakurleika vinsaman, 
vilsta vísdóms vølva. ” 

Vildi vitskan volda
vinum vár veruligt veldi? 

Venus ver oss varum við: 
” Veni, vidi, vici! ” 

Mótburður mangan munar. 

Missir man megi og mátt millum manna, 
munnu mjørka mongdir mær mana 
mislittar musir, ið maðurin mintist. 

Málaða musan moydómin misti. 
Mótleysa móruta mark mennir maðkar. 

Mælti mær miskunn, mín máttleysa mynd – 

Minnir um mistar mergjaðar megnar mussar, 
ið merkjast munnu í mønu og merg. 

” Miðaldrar møtimikla møsn, ”
mutlar Mefistofeles, 
meðan myrdi Mefisto mega míkir mantra, 
og mediterar um 
menniskjans mongu musteriir og mytir. 

Mefistofeles myndar myrkri magra. 
Meltaða menskan mungar. 

Hold hansar hungrar, 
tá hon er í huga. 

Háðandi hevði hann hildið 
háttaði hungrandi hamur. 

Hevur hann hógv 
handan hetta haldgóða hylstur? 

Hildin av hjúklandi heitum hondum 
hjálparleyst hongur hann. 

Hvíldin ið hvarv. 

Heiður og hátign 
handan hansara høkju heila. 

Hómar hann himmalska Hirðan, 
heima í hásætinum? 

Hevja hann hamskiftar hugsanir, 
himprast sum heild – 
heldur háfloykt? 

Harrin hin hástóri 
hellir nú høvur. 
Halganin høga haltar. 

Harmur hann 
holvdist í Hades, 
hu havdi ei 
heilsubót og hátíðarhald 
at handa har. 

Hitt heita 
hugsannar hav, 
ið Hel heimur heitir. 

Hygg hetta helvitis harkalið 
av heidnum haturs hondum, 
ið hollar hjálpa høggorminum, 
harra húsins at hevna. 

Rúsurin rami, 
risti reinsaðu røtur, 
runnu í rununa 
regn rennir. 

Gloyptur av gimandi Ginnunga gapi – 
graðum girndar ginum. 

Griðleysur grivin í gremjum. 

Gandaða gleðin glapp. 
Gloymdi tú Gudin? 

Garpurin gloymdi 
gleið í Gehenna. 

Giftin hin grumma 
ei givin til gaman – 
gjaldast má gjølla. 

Grandin ei grøddi 
glataða gívur – 
giklandi gyrd. 

Gævustund 
grynti í góma. 
Gisti í geyma. 

Gydjan glitrandi – 
gloppandi grøv. 

Gentan, gleimurs gjógv – 
gnagandi gall. 

Glóðin grima 
á grúgvuni gløður. 

Glæman ger gøldur 
úr glampandi gjótu. 

Gydjunnar gátuføra garn – 
gávan, ið gerst garpinum gegl. 

” Gevið mær gudanna grynstu góðsku! ”
Gaia hin gleðileysa grætur. 

Leiðist við lívið. 

Lagnunnar litleysa lívstráð, 
lítisverda lata leistur. 

Lekandi lepan, sum lagaliga
lirkaði lofnaðar lívsvónir. 

Leikandi lindini laga var, 
at loysa tær lívið úr lagdi. 

Lokkandi lúrir hin lemjandi lund – 
Listin, ið lutar mær lagnunnar lyndi. 

Listi eg ljósi av logandi lampu, 
lítisvert linnir meg lívgandi langtan. 

Lakur legðist tú lagsmaður, 
lamin tú lendi í lystanna lastum. 

Løtan, ið leiðina læsti, leivdi bert líðing. 
Leitið ei longdi linkaða likam. 

Lít, leskandi ljósi á lofti. 
Letur lágmælt ljóð av lokkandi lagi. 

Lívsins loynda lógv er longu lin. 

Lagnunnar ljómandi lokagarn – 
litaða lín og lørift, 
sum læt lesa tær lærdómsins loyndarmál: 

Lukkan hin lítillætna við tína lið 
so ljótt skuldi lumpa og lirka – 
lúgva og látast at leggja 
tær lagdin av legur. 

Lutaðist tær lívslygnir langar – 
løstaðar lendar, lamdar úr lið 
av lívsins Ljósi, Lambi og Leyvu. 

Lagnan legði longsuls lunnar. 

Í andaleypi almúgan anir – 
atskilt av armum ámæli. 

Álvar ið angraðu arvaða akur. 

Altarsins almáttur ætlar 
ádami aftur ástarstund. 

Frúðan ið fruktina tær fekk, 
fylti fúrstans fold við fáfongda fáfongd. 
Frekleikans framliga fljóð, 
ið fekk teg forfaðir fyrsta at falla. 

Feigdin, ið fostraði fyrndar fýsni. 
Freistarin framdi falskan fróma. 

Fúlur fevndi fanin fúnandi fold 
og føddi fornaldar flór 
av føstu og følnan. 

Fragdar flóðin fjálga fjarar, 
og fullar fjendar fyllur fjáltur. 

Fánaður er frægi fongur. 

Á! føtur fagrar á fjøllum, 
ið fyriboða frelsu og frælsi 
fyri flestu fólkaferðir, 
ið fylkjast um friðarhøvdingan – 
fjallaklettin fasta, 
ið festa fær forgeingiligleikans fullmakt 
í fortapilsins fangilsi. 

Fullvísa fyriskipaða frelsuráð Faðirsins, 
ið fagnar frelstu fold, 
og finnur frælsislógina fullkomnu. 

Tíðin er tespilig tvør? 
tykist tær trupul. 
Tunglyndi tínir teg. 

Tiltikna tunga tín 
trilvar í tára tjørnum – 
Titar tann tráðleysa tráan. 

Tøldur av tornum og tidslum, 
tagnaður tamdi trælur.
Tøvdur av tvørrandi tara tonglum. 

Túnatos tambar og tøgnina tynnir. 

Tolin trívast tit 
tímuligu undir torvu. 
Tilbiðandi toru tekin og tignir. 

Toga teg 
tvídeildir tankar, 
tosa til tóman, 
tærandi tosta – 
teska tær 
trega og troyst. 

Svikin av stolnum stórleika. 
Skemdur av starandi stjørnum. 

Sí, sprundanna skemdargerð. 
Samson støklar og skurslast – starblindur. 
Stórmenni sligin og staddur í støvi. 

Sokkin í sprundanna slørandi streymum. 

Sí, skaldið seyg sevjuna, sum tú skonkti – 
skaða steypi sterka, sum sløkti skili, 
og sum skaffaði sálini svárar sjúkur. 

Sýntist sum svalandi snapsur, 
sum so snøggliga skiltist 
sum snávandi snara. 

Soteriologisk skandalon!
Surrealistisk sadisma!

Synfoniin, sum tú spældi, Saturn, 
stemmaði skeivt og skurraði. 

Sempre senza sentimento. 

Svá, saman sær spyrjum og svarum; 
skoðun sprundanna syndigu styrki – 
Streingja spælið og songin, 
sum skipini sorlar – 

Á strondini skolar sundur skrædda skúta. 

Skommin, ið stimbraði skamma stund. 

Stukkut sat sjófrúgvin svong. 
Svirrandi svintan skjótt skuldi svinna. 

Sigrandi sjómannin svøvnurin svølgdi – 
sveipaður sveinur í svørtum. 

Skepnan, sum sálini skeið skuldi spinna, 
spilti, og spardi ei skaðandi stundir. 

Svá, Sanniliga, Sanniliga segði sær søgnin, 
at snældan var stórliga slitin 
og stýri so stúrsandi skinklar, 
svá at skepnur so skjótt og so skundisliga 
síggjast at steingja sær spunaskálan, 
svá síðan sløknar skapningsins skirvisliga søgn, 
og samlív sexanna steðgar í stundini. 

Skaparin sendir ei signingar yvir spilta skabning Sín, 
men skolar siðloysi suður í styx. 

Svá skal stundast eftir sonarrættinum, 
svá skal standast við sviðusoð, 
sum ei skal með sviki stjalast, 
nje með skillingum seljast
slíkum sum svørja skeivt. 

Sparin sást stuttleikin nú – 
syndin sum skilti frá skaparanum. 

Slutt, so Skriftin skrivar, og sigur 
at strikan av skuldarbrøvum skal steðgast. 

So seint, so seint tú skríggjandi siðleysi staður, 
sum samdist við snakkandi slangu, 
Satan skírdur, og skulkaði undan sáttargerðini. 

Svá tú strevaðist og stríddist, 
strembaði og sakk í skarninum skitna – 
sviðin og steiktur í sjónum av svávul. 

Svøltin nú svíður sum svøllur. 
Samskifti stórskorna summar seg. 

Stúran og sorg sindrar sinnið. 
Stunandi sálin nú syrgjandi sløknar. 

Stemtir í moll streingir sáttliga strúka. 

Still er særda sál, 
skeitir at Styx, 
tí strammu sálar á, 
og skelvur. 

Songurin svevur. 

Øllum ølda ørgrinna ødnum øtlar Ødepus. 

Kvøða um kvinnunar káta kvæði. 
Kóri, ið kynini kenna. 

Klóka konan kannar kynist kostirnar, 
kaldliga kveitir kvendi. 

” Kasta kava karm, 
kúgandi kópa klæðir! ” 

Kanska…

Kossur tín kvirruna køvir – 
kinnar, ið klemmast og krevja. 

Kittlar í kúrandi kappa. 

Kvikliga kínur tín kroppur. 
Kærleiksfult kunnar tú kallin. 
Kunnskapar keldan, ið kann. 

Krossurin koyrdur í kuldan, kransurin kasseraður, 
krúnan kastað og kyklop kongur krýpur á knøðum. 

Kvinna, títt kvalandi kall 
kostar mær kvølfullar kenslur. 

Eros errarum est. 


****************************************** 

So mong vóru orðini. Skuldi onkur hugsa sær at analysera yrkingina, so er hann vælkomin – lat meg tó gera vart við, at yrkingin fyri størsta partin IKKI er sjálvbiografisk, men yrkjarin ”vikarierar” fyri mannaættina saman við ættarfaðirinum Ádam. 

Óli Nicodemussen