Altargongd

mót Gudafjalli 

Stundandi niðan mót fjalla –
illgongt, og ringt er vallað. 
Havi hug meg sjálvan at dadla, 
eri mangan um at falla. 

Havi loksins streingt tað heiti, 
eg vil leingja mær um leitið. 
Leiðist við at vera teiti, 
nú mær sjálvum æru veiti. 

Brádliga eitt ástar kvendi 
ørvar mær í hjarta sendi, 
og av beinu leið meg bendi – 
veit ei hvussu tað nú hendi. 

Alt mítt roykilsi til hana brendi, 
hjarta mítt til hana vendi. 
Síðan hon útav meg rendi – 
skurslaðist tá ið eg lendi. 

Tá eg hoyrdi Jahves rødd: 
” Menniskja, hvar er tú stødd? 
Her tú hali ert, og ikki høvd, 
tó tín sál er av Mær fødd. 

Ei tú her vart beinur. 
Enn er drúgvur teinur, 
tú mást ganga einur. 
Skunda tær, verð ei ov seinur. 

Gudafjallið er í norði, 
har eg møti tær við toru. 
Har alt mannaverk er lagt í sori – 
alt, ið ei er føtt av Mínum Orðið. 

Nú øskukalt er í hinum brandi, 
sum í miðøld skillingar rændi, 
og prestar við Mammon vandi. 
Her eina finst Mín halgi Andi. 

Verjast skal hvørt orð, hvør skroyna – 
onga synd kanst tú Honum loyna. 
Gjølliga skal eldur Hans royna 
um gull er í tínum hoyna. 

Lúka mást tú nú stórt krav, 
tí gevi Eg tær Mósesar stav – 
hann sum forðum megi gav, 
og skilti Reyðahav. 

Aftur at hyggja ei er gott, 
minst til konu Lot, 
sum á hini svávulsnátt 
fallin var í fátt. ” 

Lyfti tá eygum mót ævigum heyggja –
alt meðan eg Jahve man eggja, 
hond Sína á mítt høvur leggja, 
og meg úr hesi gjótu dreggja. 

” Bjarga mær úr hesi undirgangsgrøv –
fyrir neðra erum heljarhøv. 
Lúka vil eg Tíni krøv, 
tó bert eri maðkur og støv. 

Vavdur um høvdi við tara – 
skepnubandi illa var karðað. 
Kveit at mær, so man eg læra 
boð Tíni halda – Teg at æra. 

Viljum Tær mær hendur rætta, 
tá skal eg sum ørnin lætta 
veingjum míns mót skýnum tætta, 
og á ferð mær aftur hátta. 

Væl man eg barni Títt eita, 
eftir Tær eg vildi leita. 
Nú eg noyðist á teg heita. 
Kanst Tú mær ein enda tveita? 

Úr hesum botnleysa díki 
bjarga mær, á Faðir ríki. 
Eingin annar er Tín líki, 
náðar tá eg frá Tær víki. ” 

Upp meg Jahve mundi draga –
lagnan var mær soleiðs lagað. 
Grøddi mær hin beiska trega – 
nú mín sál hon kann seg gleða. 

Fall nú frá eygum skal – 
Jahve mundi leiða væl. 
Sál mín finst at vera sæl, 
minnist ei hitt hanagal. 

Frá eygum mínum fellur bind – 
skoði hina lívsins lind. 
Føtur mínar sum á hind. 
Komin á mín Piskatind. 

Komi ei við hønu haltari, 
men með ósúrgum breyði, saltari 
køku, og syndaskuld betaltari. 
Svá leggi meg sjálvan á roykilsis altarið.