Tungum her eftir Ákeron eg rógvi.
Vera má, at eg við tógvi
stríð tó nái mál.
Stríðan kenni eg streymin -
tevji hin Hadesar deymin -
brotnan havi eg stýrisvál.
Havsins sterki atdráttur,
hin ovurmikli máttur
dregur meg avstað.
Átti kanska verið á sveytini,
tugt gras har eins og neytini -
jótra burtur mín lívsdag.
Tó, betri sigst vera at rógva enn liva -
rógvi, meðan man man tiva,
ferðin ikki er nógv.
Mótstreymur harliga rekur,
bátur mín illani lekur -
hómi ei slættari sjógv.
Men alsamt úteftir eg rógvi
á hesum dimmleidda sjógvi -
kønur við áralag.
Og undrandi eg ógvi
meg, hvar hesin nógvi
sjógvur mun koma frá.
Sigst at Hin gamli av árum
læt regna við søltum tárum
yvir fyrndarjørð.
Har búðu í forðum klanar -
teir risavaksnu Titanar,
men Jahve sást hevja svørð.
Tað Orðsins svørð, sum í holdi
koma skuldi, og voldi,
at Satan fær sín bana.
Hann rikin varð úr høllum
við triðingsheri øllum
av einglum, ið honum mun tæna.
Svá Lucifer með einglakóri,
sum móti Eloim fóru
og kvóðu mótmæliskvæði.
Teir riknir vóru av foldu,
og beiskar treytir toldu -
tí tendra var Jahves bræði.
Jahve græt so sáran,
fjaldi foldina við tátum -
Gaia druknaði í neyð.
Skaparverkið alt tá ristist,
kórleiðarin mistist -
og jørðin varð tóm og eyð.
"Verð!" svá Tú sagdi -
alt skaparverki tagdi
í stórari ærufrygt.
Svá Gaia úr deyða vaknar -
Tú yvirmaður alra læknar,
skaparorð Títt, royndist tað dykt.
Jørðina skilti frá aldu,
Hann sum hevur alt valdið -
endurskapar fold.
Men foldin av syndaávum
givin varð - ei av fáum -
Belsibul í vold.
Titanar - teir dæmonar,
tóku sær margar konur
av døtrum manna her.
Gutu svá risasynir,
størri enn allir hinir
mannasynir í verð.
Jahve nú tár ei felli,
steingdi í myrkurs helli
Titanar - við Tartaros reim.
Jahve í halgari bræði
at kongum jarðar læði,
og fávitsku uppreistri teims.
- - -
Haldi áfram hálvgum ræddur -
Adam, hvar ert tú nú staddur,
tekkja sjálvan teg tú skal.
Enn er leivd av hasum fræi,
ið tú stjólst av kunnleikstræði -
tynnist tó títt dagatal.
Fruktina, tit har mun tyggja,
væl hon á mun liggja.
Svá er sagt við meg,
Eva undir skjúrtufaldi
kjarnar av fruktini fjaldi -
Jahve ei har leitaði.
Tegar tit útrikin vóru,
millum tidslarnar tit fóru,
sáddu hetta fræ.
Men nadran alsamt gnagar,
svá ei um margar dagar
tá følnar hetta træ.
Svá mong í tess greinum klúgva
tann ovurstóra rúgva -
tað yvirvekt skjótt fær.
Tey Bábelstorn í greinum vilja byggja,
og ørn Guds vilja burtur styggja -
ja, svá er frásagt mær.
Nú ørnin skjótt til Himna stundar,
har Jahve kallar oss til fundar -
á veingjum hennar koma vit.
Hon fylgist heim við Nóa dúvu
og øllum sum á Kristus trúðu -
tú Uranus skal skifta lit.
- - -
"Hvar er Tú maður sáttar,
Sonur Himnadrottar -
ei Teg hóma kann.
Tú mín málflutningsmaður,
tyngir meg Tín jarnstavur -
yvirmann mín eg fann.
Tú varð mær ov stinnur,
yvir mær Tú vinnur -
vegin eg, vær til sáttar.
Vilja mín Tú tamdi,
lendar mínar lamdi
Tú - Tú Eingil máttar."
- - -
Rógvi alt, eg eri mentur -
lívsbátur, ei er tú hentur,
hóast eg havi árar tvá.
Tilverunar andróður -
rógvi sum óður,
men ei mun eg fæ sjá.
- - -
Har, Satan varð sligin av pøllum,
av Mikael vegin á vøllum,
mær kemur Dante í móti.
Á aksalar míns arm sín lagdi,
brosar, svá síðan sagði:
"Sjá, vær erum brotnir úr sama gróti.
Brotnir úr sama bergi
og supu av sama mergi,
andsbrøður erum vær.
Drukku av Mimirs brunni,
Himnastigan vit funnu,
og stein teirra vísu har.
Hin stein, ið Jákup sum kodda
hevði, tegar hann á odda
fyrum sær sjálvum gekk.
O Drottarímynd svá føgur,
átti her minni enn høvur
halli Hann aftur at fekk.
Sat tú á stóli Norna
nýggju dagar, áðrenn at orna
tók tín skaldar droyri.
Stunda nú eftir Mósesar stóli.
Setstur har, skal so satt, tú ert Óli,
tú grát Tøkks fá at hoyra.
Stundum havi eg á fjøllum farið,
nívdi meg tá hin stormur harði -
tordi ei líta mót ský,
har hin grimi Grifur flýgur.
Ja, hvør í míni fótspor stígur,
hann lær ikki alla tíð.
Men áfram tó høldum tær,
einsinn aftur møtumst vær -
verð við gott treyst og hav tol.
Longur skal tær leitið berast -
út um allar skýmdir ferðast
tú, og kaga í hvørt heljarhol."
- - -
Reikaði um Heljargrundir
hugur, og tær myrku lundir
úti ytst við tilverunnar trom
Andin og Tín brúður siga:
"Himnadrottur, hoyr vit biða,
Guds- og mannasonur, Kom!"
Ov langt havi skoða
inn í Heljar loga -
tilverunnar myrku djúp.
Sæð á botn í alt tað dulda,
tað hitt loynda, hulda -
brendi har mín eydnuglúp.
- - -
Ilt er at byggja borð fyri báru.
Á akslum havi eg aðra áru -
hina havi eg list.
Eg, hin áður svá reysti,
fljótari enn tey flestu,
ferðina havi eg mist.
Men frameftir má halda
á hesum sjógvi kalda -
mítt lagnutunga fljót.
Hvar er hitt havið flógva,
har hini sigast at rógva -
hvegar skal eg stevna ímót?
Bátur bert í øðrum borði bræddur,
ei hann er av mongum sæddur -
Jahve sær hann helst.
Óbrætt enn er annað borðið -
missi helst mítt henta fori, (snøri)
tá ið mest um velst.
- - -
Brádliga bylgjan brýtur -
báturin meira ei flýtur,
niður hann søkk á grund.
Miki havi eg strevað,
einki tó eigi at geva,
nú skal við Káron á fund.
Hvat skal eg honum veita
vendi lummum at leita,
men einki finna eg man.
Skjótt eg reki oman -
hvat um nú kom hann?
einki geva eg kann.
Hómast ein toskagrynna,
er nakað har at finna? -
vera kann, royna eg má.
Lati upp gapi á einum,
kagi at hansar' beinum,
stater síggi eg tá.
Sløðist síðan mót landi,
og brátt uppi eg standi -
kolgløður liggja har.
Við henda koleld meg varmi,
einsvæl mítt klæði, og harmi
meg, at her erum vær.
Hoyri trísinn hanan gala,
vil nú skomm mína fjala,
men klæði mítt, tað er brent,
eins og alt eg úr hondum lagi.
Kveiti at einum fikublaði,
hetta kann vera mær hent.
Seymi mær svá eitt klæði.
Fikubløðini bæði,
royndust tey mær holl.
Fólk síggi eg eingi -
ikki vardi tað leingi
áðrenn eg rendist um koll.
Reisi meg aftur harmur,
hvaðani er hesin larmur -
øgilig er henda sjón.
Spreingjast vil mín barmur -
framman mær stendur Garmur -
minnir um átufrekt ljón.
Undan honum meg havi -
at skoða hann ræðu-
ligur er nú.
Hví er hann hesumegin,
hvør hevur víst honum vegin?
Hetta er ei hansar bú.
Hvussu mun hann vegin nomið,
hevur hann higar svomið
undan gnagandi svølt?
Ógvulig er hansar megin -
ikki varð eg vegin,
hevði eg dýrindal bølt.
Sigst hann at skula vera
Fenrisúlvur, og bera
ímynd Muhameds í sær.
Margar hendur hann gloypti -
Allah hann sjálvur doypti,
úr heljargrýtu upp bar.
Hoyri nú Hades bríksla -
aftur skal vera ein vígsla,
harem hans ei er enn fult.
Aftur til Allah hann svimur -
mjáur hann er og fimur -
endamál hansara er mær hult.
Brátt úr eygsjón hann missi -
reisist nú rættur, og vissi
meg um, at hann er vekk.
Tryggur nú aftur kann anda -
frelstur úr alstórum vanda -
mikið har á meg gekk.
- - -
Ei síggi eg manna -
royni Uranus at spanna,
men ikki kann hann ná.
Sólin í eystri kagar,
meðan døggin meg baðar -
svallig er hon nú at fá.
Siti svá almikið stúrin,
hvíli meg aftan á túrin -
ikki var tørnið lætt.
Men allastaðni har Garmur sletta
ein dropa mun, sektir upp spretta -
sum hundalond veksa tær tætt.
Men tyrnarunn eg nú skoði -
í honum er alstórur logi,
eg hoyri nú megnaða rødd.
"Loys tú tínar tveingir!
Framman Mær menn eingir
nje kvinna má vera skødd.
Garmur tær einki gjørdi,
lagnutráð tín Eg førdi -
í bók Mína vovin er hann.
Í Mínum æviga ráði
fagnaður varð tú við náði -
rættferðs' sól yvir tær rann.
Men hasar sektir, tú spretta
sást - ei skal tað gretta -
tyrnarunnur skal brenna tær.
Eldsjógvurin skal teim loypa,
Gaia teim livandi gloypa -
dómur teims aldgamal var.
Ja, Fanin eigur tær sektirnar mongu,
sum eftir tí breiða vegnum til gongu
vitna um og lovsyngja hans lygd.
Men einsligu føgru føtur á fjøllum,
teim liggur leiðin at lívsælum vøllum -
tær boða trúgv, ið á Klettin er bygd.
Karismus, avkom hins brølandi ljónar
heldur, hann Eloim tjónar,
men himnagrindina ei fann.
Garmur hin megnar rakki,
upphav at alsektar pakki,
honum vaks hvassar tekk í rann."
Nú ein kemur mær ímóti -
vera má um Styks fljóti,
leiða meg hann skal.
Men - hetta kann ei vera Káron,
heldur líkari Áron -
høvuðsprestur er væl.
"Ongantíð skal um Styks tú yvir.
Hann sum ER, sum var, sum livir,
ERI EG um ævitíð.
Navn títt er í bók Míns rita -
einsinn skulum Vær teg flyta
hægri upp enn alra ský.
Tak tú livrina og hjartað.
Ásmodeus skal tú harta,
flýggjar hann til Faraos land,
skal hann Rafael upp leita,
svá í Tartaros hann tveita -
nýta skal titanaband.
Tak tú helvtina av galli,
Faðir, ið var fyri falli,
síggja aftur man.
Helvtina, ið av tá leypi,
røra skal tú í vínsteypi -
drekka tað tú kann."
"Sjá!", nú maður røður:
"Í víninum er Suttungs mjøður,
blanda tað við gall.
Tá, tú henda kalik drekkur,
tilveruna tá tú tekkjur,
teg, og gøtuna til Olymp's fjall.
Tá, tú hevur víni bryggjað,
spurvin skal tú burtur styggja,
far tá føður frið.
Alvaldsfaðir spurvin varðar.
Ikki spurvur fell til jarðar
uttan Hann var við."
- - -
Kanska tá tær lutumst Sára,
eftir henda róður svára -
song tú reidda fær.
Verð nú ikki alt ov bráður,
sjey ferð' reiddi hon upp áður -
kanska gongst tó betur tær.
- - -
Nú tú finst at reiða ból
fyri útan, á tann grøna hól
- (vøll)
skaldadísin vitjar teg.
Tú mín skaldadís fitta,
vakrari er tú enn Afrodita,
tú girnast sameining við meg.
Betur tó hugar mær Sára -
væta mær varrar, svá tær vára,
grør tá mangt skaldarorð.
Virðist tú mær enn at vera moyggj -
tær høvum klúka so margt eitt hoyggj,
sum tó Surtur skal leggja í sor.
Latum okkum á Glitrarheyg ríða
á Orðsins hvíta hesti, og líða
boð Guds - savna okkum gull.
Svá at á evsta degi
tegar Surtur kemur við megi,
kistan kann vera full.
Lat okkum svá á Glitrarheyg halda
og ólívssár Favnir valda -
hin gamli ormur - slangan,
ið varð so mongum at bana.
Tú mín ástardís væna,
tá vit gleddu mangan.
Tá vit høvdu savnað skattir.
Men tá heim vit ríða aftur,
fyri oman Júkagarðar ferðast vit.
Skattin gevi eg tá Drotti,
svá eg á evsta degi átti
skatt - sum sagdi halga rit.
- - -
Inn í kamarið tú leiðir
hana, har hon song tær reiðir -
unio mystica - O mætu kor.
Hjarta nú svá stórum bivar;
ósigilig orð - ei meir tað skrivar -
innsigli tí hesi orð.
- - -
Eittans fiskur, ei breyðbiti.
Sama ger, eg niðri siti,
steiki henda tosk.
Avleyp hóast báðir mettir
eru, og nú svá væl settir -
kenni lættan meg sum frosk.
" Sum Odys, Tú eirir væl skaldið
tað, ið hin betra lutin valdi -
tó at eg tjónaði Mammon av neyð.
Hann Tína brúður mun girnast -
tó Tú hann lítið man firnast,
brátt skal Tú volda hans deyð. "
" Tak tú staterin, Mítt tempul røkja
skal tú, ver ei longur høkja,
men ein stuðul, vísum henda heim,
at tú elskar Meg og Mínar seyðir,
svá tú vísir teim hvar breyð er,
einsvæl sjálvur ansar teim. "
Mælt eg tá svá av munni:
" Hvør skuld' eg tá út av funnið,
hvønn Tú Tær tol seyð Tín tók.
Hvussu skuldi eg tá vita,
hvønn Tú í fyrndini ritað
hevur í tína røktingarbók. "
" Seyður Mín hoyrir Mítt Orð,
fylgir svá í Mítt spor -
hetta er teirra merki.
Í fótaspor Míni stíga,
lóg Mína lýða,
líta á frelsuverkið.
Sært tú handan akur -
stórur hann er og vakur -
akurin er henda verð.
Ganga har seyðir og geitir,
miklan ávøkst hann veitir,
eta tey alt, ið har er.
Á hesum gróðrarmikla beiti
veksur illgras og hveiti -
hveitina eigum Vær.
Hana til seyðirnar tekur
tú, geitirnar burtur rekur -
Belsebul og Pávin eiga tær.
Seyðin upp skal tú leita,
akurin skal tú fylgunum veita -
tí, tvey eru tey, hetta fæ.
Saman skal tú tey røkta,
svá tey vera eitt, og nøkta
tú tørv teirra hvønn dag.
Illgrasið upp skal tú lúka,
tí tað er ogn púka -
geitunum kanst tú tveita tað.
Gjølla skal tú upp tað slíta,
fyri geitirnar tað grýta -
Harrans eingil tær leggur á lag.
Men, hoyr meg orð, tegar
tú fara skalt hagar,
kasta tú fyrst út nót.
Netið lænir tú frá Loka,
fylla skalt tað rokað,
hóast tað er fongt við sót. "
" Drúgvast verði eg vátur,
sokkin er jú mín bátur -
á vatni ei geingi eg heim,
sum tær sektir, ið størri verk gera
enn Tú - vatnið neyvan man bera
meg - ikki eg røkki teim.
Sólbát Faraos eg ikki finni,
strákurv Mósesar ber meg helst minni
enn Odys með knørri, ið ei hjálpa nú.
Skal eg nú leggja á annan bógvin,
svimja, ella klývur Tú sjógvin
svá eg geingi, ella hvat sigur Tú? "
" Nýtt flutningsfar ei tú søk,
frelsuørk Mín, hon er tøk,
yvir hvørt dómsvatn hon fer.
Undirmálsfiskin skilir tú frá,
hin til fiskamjøl ger tú svá,
og seyði Mínum tað ber.
Ikki skal títt verk tá bana
svikaálop, tey hjá fana -
ørvar hans ei røkka tær.
Eingin ráðagerð hjá púka -
teim, ið um allar geilar strúka -
verk títt spilt tá fær.
Útvalgdur varð tú undan
henda heimsins grundan,
náðidýrd Míni til prís.
Men tú maður Guds, hoyr!
geitirnar burtur úr akrinum koyr,
og sum roynda fyrimynd teg vís.
Hittir tú Laban, tú sigur við hann:
" Seyðin Eg mær við blóði Míns vann,
tessvegna er hann Mín ogn.
Tænt eg havi fyri Mína vív,
fyri hana eg gav Mítt lív,
svá slepp tær aftur á Tín vogn,
áður en grimdaræl teg køva
mun, og reka út allan fløva
hjarta tíns - drukna tína ogn.
Minst, Eg sjógvin yvir Farao legði
og við Poseidon segði:
" Tegi! ", og svá var logn. " "
- - -
Eitt sinn Gjallarbrúgvin brotnar,
stólpi jarðarinnar rotnar -
menniskja, hvar finst tú tá? -
Nýggja jørð úr havi stíður,
ørnin yvir flýður -
sum hon sagdi, Vøluspá...
- - -
Ein sinn skal um lívsins sund tú førast,
ferjumaður tá als ikki slørast -
Hann, sum Akva Vita sjálvur er.
Segl og árar er hin dýra náðin -
sliti hevur tá hin skepnutráðin,
sum teg bant at hesi verð.
Komin tá hin vreiði dagur,
skelvur hesin feigdarstaður -
Gaia verður dømd.
Uranus myrknar - stórur ruðul -
brotin hvør ein foldarstuðul -
Lethe er av Jahve tømd.
Tá skal minnast alt hitt gloymda,
alt hitt burtur goymda -
hvørt eitt skitið hugarensl.
Jahve tá alt upp skal leita,
onga hjálp tær tá skal veita
nornarinnar sterka bensl.
Jahve tá alt upp skal grópa,
dúliga úr Lethe sópa
alt, ið har fór undir kav.
Hvørja misgerð Hann skal finna.
Einki skal tær dómin linna
skírnin tann, ið móður gav&
- - -
" Fallin er høvdingin tá og fangi,
hann ið Oss hevur forðað so leingi -
longur hann ei man Oss forðað.
Kirkjuskipan hans royndist ei sterk,
Surtur át alt religiónsverk -
móðurkirkjan tá er sorað.
Tigandi situr tú tá, og hámetur Føður -
Okkum virðist lítið um Gads countryfløgur -
við føtur Mínar situr tú tá.
Ja, tú hevur valgt hin lutin góða,
tú gongur leið, ið Eg havi slóða -
meðan martusyndromi bert sleipibreyð fá.
Men tú skalt fáa av fjaldum manna,
einast tað besta. Eg gevi ei annað,
tær skal veitast hunangskaka.
Tú skal tá ganga í 40 dagar -
eingin og einki teg skaðar
tegar Eg skal alheimin skaka.
Ja, Gads country musik úr gadda jørð,
hann ger tey religiøsu ør -
lurta heldur eftir Bach.
Hann ger tónleik, Mær dámar,
skriva tú slíkan og fá Mær,
tá skal Eg siga tær: Takk!
Andi Mín vildi í tær búgva.
Príðir teg nú hin reina húgva,
ið tú lænti frá brandi.
Príðir teg tá hitt klæði síða,
tað hvíta, ið tær man bíða
tá at Himnadurum tær standi.
Tú lærisveinur, ið Harrin elskaði,
granda skal teg ei Hel skaði -
bond hennar vóru um teg rubbað.
Tú hin trúfasti tænari,
líkist títt hjarta ímynd svo vænari -
tú - aldur av norrønum gubba.
Táttaði Hel mangan í tínar teymar,
køvdi hon allar tínar dagdreymar -
strammaði hon síni bond.
Medusahøvur er lítið mót' henni.
Maður, ið sær hana, í høvdi brenni
eygu hans - ei hon er blond.
Sjá, tú situr ikki har spottarar sita,
gudleysrahóp vil tú ikki av vita,
tær stundum á Mín lóg.
Nátt og dag tú á hana grundar,
leiðist tær við hinar gudleysu hundar -
ja, iðrandi syndara reinsar Mítt blóð.
Vald á tær fáa ei Helvitis portur,
fyri teg leið eg sviða og tortur,
bíðar tær nú rættvísiskransur.
Men bannaða liði hjá Mammon og Páva,
longur ei tá yvir syndina káva.
Steðgaður teirra gullkálvadansur. "
- - -
Eg sæ nú tann stóra skara,
sum móti dómsins høll tá fara -
O sjón tú uggvænliga dapra.
Mong bønarkrans í hendi hava,
onnur studdust á sjálvgjørdar stavar -
men nú mannaverk øll rapa.
Hond í hond so sjelaglað
halda tey avstað -
hetta feigdarlið.
Renna dóminum ímót -
ei teim býður bót -
skírnin veitur neinum grið.
Onnur koma tvegandi,
náttin er teim ræðandi,
ganga fót fyri fót.
Lívskvøldið komi at halla -
fyri sigdini tey falla,
halta svá til deyðan fljót.
Fátækur og hansar líkar
møtast tá við menn svá ríkar -
Eloim teir báðar skóp.
Møletið og fult av svulli,
Surtur hevur etið gullið -
renna øll í sama hóp.
Yggdrasil hitt væna er tá følnað,
ørnin av Guds gestaboði bølna -
nadran gnagar røtur alla tíð.
Tá er tómur Urdar brunnur,
men eg sæ teg tyrnarunnur
lýsa oman ský.
Rótskot Dávids væl mun grógva -
sál, ið undir byrðum knógvað
hevur, er í blóði rein.
Andi mín tá heim skal flúgva,
upp í lívstræið eg klúgva
skal, har eta lyv á míni grein.
Orð: Óli Nicodemussen